Veit ikki, um tað var súmbolskt, at urið steðgaði í morgun, so eg varð noyddur at keypa nýtt battarí, fríggjadagin svarta. Tað hevði eg ikki ætlað. Ikki vegna almennu smittustøðuna, men heldur av privatum brúkaraávum, tí mær tørvar ikki nakað, sum kann innfríast í mammonstýrdum brúkaratemplum, downtown. Uttan eitt battarí. Mongum brestur ætlan. Brúkarafestin er byrjað og eg havi brotið lyftið um einki at keypa. Haldi, tað er besta orðing til eina handilslýsing í dag: Keyp einki og spar alt. Morguntíðindini hjá BBC bendu á, at aftur í ár ætla leysu arbeiðsfólkini hjá Amazon at leggja arbeiðið niður sum mótmæli móti handilsvinnuni og meiningsleysari brúkarismu. Og tó, gera tey tað, so standa tímaløntu arbeiðsfólkini, um tey yvirhøvur hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í bretska stórbýnum, longu og bíða ótolin at útinna títt meiningsleysa arbeiði fyri heimsins ríkasta mann. Við støði í øllum framkomnum skúlabókum læra vit annars í søgutímanum, at trælatíðin er langt síðan dømd úti, og