Skip to main content

Posts

Nógvir filmar - eingin næmingur

Nadia Abraham, stovnari, og Dan Helgi í Gong, samskipari, frammanfyri FIMFF vegginum í Norðurlandahúsinum í kvøld Í kvøld varð sjeynda filmstevnan undir heitinum Faroe Islands Intl Minority Film festival sett í Norðurlandahúsinum. Tað var við fransk-amerikanska heimildarfilminum Queendom , har leikstjórin, Agniia Galdanova, lýsir russiska artistin Gena Marvin, sum býr í Magan, átta tímasonur eystur úr Moskva. Har, í Moskva og París síggja vit, hvussu hann klæðir seg út, og í endanum brúkar seg sjálvan sum mótmælisinstrument á gøtuni, tá Putin ger innrás í Ukaraina. At enda flýggjar hann til franska høvuðsstaðin og fær friðskjól. Ein sterkur endi. Innan sýningina heilsaði festivalstovnarin, Nadia Abraham, teim møttu við enskari talu, har hon avdúkaði, at hóast nógvar góðar og aktuellar filmar, har eg serliga vil viðmæla Little Richard - I am everything og Holy Spider , vóru útlitini at møta føroyskum skúlanæmingum ikki bara vánalig men blankt eingi. - Yet, as I stand before you today,

Gerontium

Nei, tað er ikki ein nýggjur indiánari í ættini hjá Geronimo, sum nú hevur sett Merkið í nakkaprýðið.  Tað er heldur Føroya aldrandi fólk og arbeiðsstyrki, sum eftir eitt lívlangt knoss og ótaksamt arbeiðsstríð, hevur strítt seg til endans, og nú, við The long and winding betalings road, sær fyri sær eina møguliga pensjón, sum hvør einstakur hevur sankað og savnað í kontur og kistlar. Men hvat, eftir politiska for-skatting skulu vit nú arbeiða enn longri, siga tey, sum fáa løn og eftirløn og fundarpengar fyri nettupp at siga tað, sum valdið hevur sett tey at siga. Vit skulu arbeiða enn longur út á lívskvøldið, tí vit, Føroya fólk, hava bara politiskt haldføri til undirsjóvartunlar, ein hvønn vegin.  Og so er tað arbeiðsgevarin, hann, ið av miklari náði hevur givið arbeiðstakaranum so mikið, at hann hevur til lívsins uppihald, hann hevur av onkrari óransakiligari orsøk fingið tað fatan, at hann, gevarin av arbeiði, er guddómurin, sum tryggjar okkum at sleppa turrskødd inn í ellina. Vorð

Eyðun Johannessen (1938-2023)

Ein kempa í mentanarlívinum í Havn er farin. Onkuntíð krossaðust okkara vegir, og eg havi loyvt mær at klippa úr nøkrum av teim egnu tekstum og bloggum, har Eyðun tók til orðanna, varð siteraður og umrøddur. Og avmyndaður. Undir yvirskriftini ”Eyðun áttati” varð tikið saman um stovnanina av Filmsfelagnum í 1962: Eyðun var ein av trimum hugsjónarmonnum, sum í 1962 stovnaðu Filmsfelagið í nýbygda biografinum Havnar Bio. Hinir báðir vóru Erling Simonsen og Fraser Eysturoy. Undan stovnandi aðalfundinum høvdu teir sent eitt bræv til "100 borgarar í Havn" um at skipa fyri listaliga áhugaverdum filmssýningum í býnum. Tað sæst á teimum báðum fyrstu síðunum í gerðabók felagsins. Í 2015 hevði eg samrøðu við Katrina Ottarsdóttir fyri blaðið hjá Atlantic Airways, har yvirskriftin var “Eg eri nústani byrjað”.  Undir millumyvirskriftini Við Eyðuni til Cabaret , sigur Katrin soleiðis í samrøðuni: “Skal eg nevna ein film, ið hevur fingið meg tann filmslistarliga vegin, so er tað Cabaret hjá

Pitsauppliving í Karlsá

Italsk pitsa er mest útbreidda matvøra á heimsins matstovum, úti á gøtum í stórbýum og í frystaranum í næsta handli, instant klár at koyra í ovnin heima í køkinum. Kanska við egnum toppings, at leggja omaná. Tað plagar at dáma børnum.  Avbjóðingin er at gera útbreiddu matvøruna til eina uppliving, sum persónliga hóskar til givna høvið.  Og júst her er tað, at tey bæði, Anna Maria og Rógvi Joensen, av einslistum reka Karlsá við Vágsheygsgøtu í Klaksvík undir landsfevandi skipanini Heimablídni. Mitt í bønum við útsýni til ikoniska Kunoyarnes út fyri vágni, sum nú verður bygd við nýggjum húsum til altskyns endamál, skjótt eisini eitt hotell. Hóast ósin avgjørt letur upp fyri øðrum, hava allir bygningarnir tað arkitektoniska eyðkennið, at teir eru merktir av kassahugsan. Á so miðsavnandi fløtu er tað undarligt í mínum eygum. Men aftur til Karlsá uppi í Vágsheygsgøtu, har tey hugsa út um kassan, out of the box. Her er katalonska Bargalló olivinoljan grundstøði. Úr Barcelona fær hon breyðið

New York - ein vøkubýur, ið aldri svevur #3

  Tá tú fyrstu ferð flýgur beint úr Føroyum til eitt fjart ferðamál í meir enn seks tímar, leggur tú til merkis, hvussu upptikin vit eru av slekt og knýti til hvørt annað. Ja, vit kunnu lumpa onkran við at latast vera úr California, og í veruleikanum vera lastbilførari av Selatrað og Norðoyri, sum leingi hevur koyrt í útlondum og í dag líkist Willie Nelson. Are you from Kentucky, spyr ein djarvur blaðstjóri norðan av landi. Royndin hjá tí fyrra, a practical joke, var stuttlig, so leingi tað gekk. Tá hann eftir eini góðari løtu avdúkaði seg sum føroying, vóru teir í familju.  Tá vit øll eru í tí óvænataða, nýggja og ókenda, er lætt at spæla øðrum eitt puss.  Men samstundis ber tað boð um ein felagsskap, ið stingur djúpari enn vit til gerandis geva okkum far um. Tí øll hoyra vit saman, og so eru vit umborð á sama flogfari, tí vit hava sama ferðamál. New York. Meðan eg havi eygleitt at onnur fólk umborð á øðrum flogførum á somu leið, leggja seg at sova við bindi fyri eyguni, og í besta fø

New York - ein vøkubýur, ið aldri svevur #2

Spakuliga, nærum í vektloysi, yrkir Haldur Suni og fer í ringrás í kaféini. Helst er tað ein góð og ávarandi fyrireiking, fert tú til New York. At meditera teg fram til eitt vektloysi, so tú ikki verður tikin av fótum í øllum glintandi meldrinum, the beautiful noise comin’ up from the street. Men heldur ikki villist í markleysa milliónabýnum, sum ikki unnir sær blund. Myndin er tikin í Summit One Vanderbilt, sum við 73 hæddum er hægsti skýskravarin í býnum, dygst við Empire State Building og tokstøðina, Grand Central, har The Untoucables hjá Brian de Palma rippaðu senuna við barnavogninum úr russiska Odessa filminum hjá Eisenstein. Montasja er alt, sigur hann. At seta ein sekvens móti einum øðrum. Tað er tað, sum skapar søgur. Mótsetningar settir saman. A beautiful noise / comin’ into my room / and it’s beggin’ for me / just to give it a tune.  Nina Chanel Abney, sum er úr Chicago, byrjaði í fjør at gera veggjamálningin NYC LOVE fyri niðurlagdu og sundurpettaðu jarnbreytina frá 1929, T