Skip to main content

Ein perla mitt í býnum


Handilshúsini hjá Lützen á Skáltrøð eru ein sonn perla, mitt í Havn. Heilt frá bollafabrikkini hjá Öström, har Steinprent heldur til og Jónas Bloch Danielsen inrættar ljóðstudio, fram við Timburhandlinum og teim nógvu, høgu skrivstovubygningunum, sum verða klæddir av nýggjum, yvir um vegin til Skeivapakkhús, sum er enn ein perla í hesum hugnaliga umhvørvi hjá Lützen og teimum í Havn í dag.

Kim og Ása vístu okkum runt og vit sóu søgulig navnabretti, diplom fyri bestu fiskabollar í 1909, dósir við haruragout og litfagrar fiskabollaetikettir.

Tá Jónas Bloch Danielsen letur upp ljóðstudio í gamla íshúsinum aftanfyri Steinprent, verður ikki minni spennandi at ganga inn higar og síggja, hvar bátar og fólk í Havn fingu ís fyri bara hálvari øld síðani.