Skip to main content

Skeivapakkhús




Fýra myndir úr Skeivapakkhúsi í dag. Ovast útsýnið yvir vágna, síðani trappuuppgongdin, sýnið út í eitt av skeivu rúmunum og niðast er ovastaloftið við talju yvir lemminum, sum er 13 metrar yvir kjallaragólvinum. (Myndir: Birgir Kruse)
Í dag var eg ein túr í Skeivapakkhúsi. Húsini, sum uttan tekning eru bygd á eitt trapetzskapað grundstykkið, eru ein sonn perla - mitt í Havn.

Útsýnið er óbetaliligt, sum sæst á ovastu myndini. Rúmini eru mong, stór og deiliga vinsk.

Av gólvinum á ovasta loftinum eru 13 metrar niður gjøgnum lemmin, sum enn sæst til vinstru í niðastu myndini.

Á hesum hæddum kundu spælimenninir hildið til. Her kundi eitt framsýningarhøli til skeiva list verið skipað, ein café ella bara eitt sjóvinnusavn í maritimum umhvørvi. Bygningurin rópar eftir hugskotum. Men eingin tykist hoyra.

Gangið ein túr í Skeivapakkhúsi!

Húsini eru ein dýrgripur, ið andar av søgu og møguleikum. Hann eigur at koma almenninginum til gleði og gagns. Nokkso skjótt.