Jógvan á nýggja kamarinum. Jógvan og Elisabeth systi keypa inn og ráðleggja í Ikea, sum onkur av røttum rópar Limbo (Myndir: Birgir Kruse)
Jógvan hevur av einslistum inrættað sær kamarið á Oyrasundi og eg koyri heim aftur við flytibilinum. Innan sorgblíðu heimferðina, skal eg møta einum floksfelaga frá Stenhus Kostskole í Holbæk 1976-77, Tilde Brus Michaelsen.
Tilde undir bláum glasfugli hjá Tróndi Patursson í A Hereford Beefstouw, har maðurin, Niels, er leiðari (Mynd: Birgir Kruse)
Vit hava ikki sæðst øll hesi árini, men umvegis framsýningina hjá Peter Carlsen í Steinprenti I Only Paint What I Feel avtalaðu vit at møtast, næstu ferð eg var í Keypmannahavn. Orsøkin var at Tilde er gift Niels Schoubye, ið eins og Peter Carlsen, bæði eru úr sama tætta grannalagi niðast í Ahlgade í Holbæk. Hann, Tróndur Patursson og Peter Stuhr hava gjørt fleiri listaverk til kendu matstovuna A Hereford Beefstouw og bryggjaríið Apollo, beint við Tivoli. Her hevur Niels arbeitt síðani matstovan lat upp í 1975. Síðani 1992, tvey ár eftir at Apollo lat upp, hevur Niels verið matstovuleiðari.
Tilde og Niels við glasveggin, sum Peter Carlsen hevur gjørt við inngongdina (Mynd: Birgir Kruse)
Í fimm hugnaligum stovum, hvør við sínum listarliga frábrigdi, er rúm fyri 220 gestum. Við inngogndina hevur Peter Carlsen gjørt ein glasvegg, ið lýsir danska summarlandslagið. Mitt á bønum síggjast tvey sprøklut neyt, ikki sørt átøk búmerkinum hjá matstovuni. Fremst fyri hurðini er ein andlitsmynd av Peturi sjálvum.
Lenin er myndaevnið í innastu matstovuni. Á niðaru myndini síggjast Tivoligrímur. Í báðum førum er Peter Stuhr listamaðurin (Myndir: Birgir Kruse)
- Hetta er nærmasta vit koma Lenin í Keypmannahavn, sigur Niels og fortelur um hondslidnu ketlarnar í kjallaranum. - Apollo er fyrsta danska mikrobryggjarí og ketlarnir eru gjørdir í Eysturtýsklandi, beint fyri at múrurin fall. Samstundis keyptu vit, í samráð við Tivolistjóran Niels-Jørgen Kaiser, eina stóra Lenin-standmynd, sum skuldi liggja á krossaðum beinum framman fyri matstovuni. Men næsti Tivolistjóri vildi ikki hoyra um hetta. Tí fór standmyndin til høvuðssætið í Herning. Men ein ábending um hugskotið sæst í innasta rúminum, sigur Niels og peikar upp í loft, har myndafrisan hjá Peter Stuhr hongur. Tað hevði nú verið praktfult at sæð Lenin á liðini við Tivoli.
Jacob bjóðar jólabryggj frá Apollo (Myndir: Birgir Kruse)
Bjór-ummælarar í kjallaranum hjá Apollo (Myndir: Birgir Kruse)
Annika Waag úr Klaksvík er ein av mongu ølsmakkarunum, sum eru teknaðir og settir á veggin í Apollo bryggjarínum, sum er gamalt bumbuskýli.
Barbecue í vetrarhavanum í Vanløse (Mynd: Birgir Kruse)
Sven Bergur Jensen og Benadikta systi bjóða nátturða, sum er grillaður uttanfyri, innan veturin fær fastatøkur á havanum. Við kreolskum eplasalati og litríkum grønmeti eta vit øll inni í hitanum í Vanløse.
Áki og Ása í Skemmuni í hugnaligu stovuni í Fredericia (Mynd: Birgir Kruse)
Umvegis Facebook hava gomlu vinirnir Ása og Áki í Skemmuni bjóða mær at gista í Fredericia, hálvvegis til Norrønu í Hirtshals. Í trý ár hava tey búð í einum hugnaligum og vælhildnum húsum frá 1953, har føroysk myndlist, frá Mikines til Ingálv av Reyni, prýðir veggirnar.
Umborða á Norrønu deili eg kahútt við hugfarsliga Jens Kára Vilhelm. Eg takki øllum fyri gestablídni og gott ferðalag, nú Kingosálmurin Sorrig og Glæde fyri mín part er av og yngri sonurin er væl innstalleraður í Keypmannahavn.