Skip to main content

I only paint what I feel

Peter Carlsen í Steinprenti á Skálatrøð, har hann sýnir fram prent og keramikk í september. Ja, og so undirritaði sjálvur in action, fangaður av Fríðu Brekku (Myndir: Birgir Kruse og Fríða Brekku)

Danski listamaðurin Peter Carlsen (f. 1955) lat í dag upp framsýning við prenti og glasaðum steintoyi undir heitinum I only paint what I feel. Fyrsta, ein leggur til merkis, er tey stuttligu heitini. Villy på Færøerne, Nudistvilly og Integrationsvilly. Og so røðin Kunstneren som barn. Mestu umrøðuna í almenna rúminum, man steinprentið Danmark i krig hava fingið. Myndaevnið er Anders Fogh Rasmussen, sum hevur fingið eitt reytt málingablikk oman yvir seg. Tað hendi á Christiansborg og varpaði ljós á donsku luttøkuna í afganska krígnum. Henda ertandi konkretisma liggur undir, ella hongur uppi við fleiri av verkum Carlsens, sum eisini spretta úr teknirøðum og dreingjabókum í 50'unum og seinni. Fryntligi listamaðurin upplýsti eisini at foreldrini høvdu ein amboðshandil niðast í Smedelundsgade í Holbæk. Vit skiftu orð um Stenhus Kostskole og býarmyndina har um leiðir. Billi mær inn, at lutir úr gamla amboðshandlinum í summum førum leggja ein myndaevnaligan botn, sum so verður vendur sum ein spælandi mótmynd av brúkarasamfelagnum.

Í Dimmalætting 2. september 2010 vísir listfrøðingurin Inger Smærup Sørensen á, at Peter Carlsen javnan hevur arbeitt á Grafiska Verkstaði Føroya seinastu 10 árini. Víðari sigur hon, at hetta hevur ikki bara havt við sær eina stóra grafiska framleiðslu við nógvum og góðum verkum. Hetta hevur eisini merkt, at hann hevur sett sín dám á føroyska list hesi árini.

Framsýningin I only paint what I feel umboðar bæði verk, sum hann hevur skapað í Steinprenti, og standmyndir, sum ikki áður eru sæddar her á landi. Á framsýningini, sum er kuraterað av Inger Smærup Sørensen, verður listin hjá Peter Carlsen skoðað út frá eini mongd av ymsum kontekstum. List hansara inniheldur nevniliga so ótrúliga nógv løg og hetta letur upp fyri, at verkini kunnu lesast á serstakliga ymiskan hátt, sigur Inger.

44 lutir eru á framsýningini, sum lat upp í dag og er opin til leygardagin 2. oktober 2010.