So eru aftur boð eftir virknum hondum og góðum høvdum til nevndina í Heim og Skúla, tað dýrabærasta og mest samsýningarverda, vit eiga. Tað segði Útvarpið í morgun í samrøðu við forkvinnuna.
Eg eri púra samdur í hesi eftirlýsing og tí positivistiska grundsjónarmiði, hon byggir á.
Tí kom mær aftur til hugs bókaheitið hjá gamla D.P. Danielsen við spyrjandi titlinum Hvat fæst frá tí almenna. Eg haldi, at tað er besti titil í føroyskari bókaútgávusøgu. Hvat fæst frá tí almenna. Niðanfyri havi eg sett inn ein blogg við sama heiti og somu mynd frá 2013.
Við at spyrja hvat fæst, meini eg sjálvandi við, hvat fæst fyri at brúka mína tíð til hetta nevndararbeiðið, sum lagt verður upp til. Hvør er tímalønin fyri tíðaríløguna, og hvussu er hon ásett í mun til aðrar almennar nevndir, og tað arbeiðið, sum har fer fram, innan somu tíðarkrøv?
Siga vit, at børn, heim og skúli eru heimsins týdningarmestu uppgávur, hvussu verður so nevndarsamsýningin ásett, sæð í mun til aðrar hálv- og heilalmennar nevndir, sum í landinum eru týdningarminni, og fevna um deyðar lutir sum telefonir, flogfør, post, tunnlar, ljós og leidningar?
Ein, ið er kvalifiseraður, stillar upp og verður valdur í nevndina í Heim og Skúla, fær hann ella hon hægri nevndarsamsýning, enn formenn og nevndarlimir í øðrum og meira passivum og statiskum almennum og hálvalmennum nevndum, sum bara hava ein fund um árið? Um ikki, hvør meting liggur so til grund fyri, at seta fólk í nevnd fyri tað almenna til ymsar tímasatsir?
Samanumtikið: Hvat fæst frá arbeiðsgevaranum, um so er, at eg vil útinna eini behjálpilig ørindi fyri tað almenna?
Er ein eindartakstur, ið sum mát hevur sama prinsipp sum í flatskattinum, at øll skulu fáa eins nógv burturúr? Verður gamli grundtankin um somu løn fyri sama arbeiði brúktur sum mát? Ella fer samsýningin aftur til eldri tíðir, har lønt varð í nýupptiknum eplum og øðrum naturalium? Og at enda kann verða spurt, um tað fæst meira burturúr nevndararbeiði á vinnuøkinum enn á mentanarøkinum?
Nei, eg bara spyrji meðan kaffi rennur niður, og eg skal taka støðu til, at stilla upp og taka enn eitt tak fyri tað almenna. Tað eri jú eg sjálvur og øll míni, tað almenna, har úti á almenninginum.
Her er gamli bloggurin frá 2013: