So eru aftur boð eftir virknum hondum og góðum høvdum til nevndina í Heim og Skúla, tað dýrabærasta og mest samsýningarverda, vit eiga . Tað segði Útvarpið í morgun í samrøðu við forkvinnuna. Eg eri púra samdur í hesi eftirlýsing og tí positivistiska grundsjónarmiði, hon byggir á. Tí kom mær aftur til hugs bókaheitið hjá gamla D.P. Danielsen við spyrjandi titlinum Hvat fæst frá tí almenna. Eg haldi, at tað er besti titil í føroyskari bókaútgávusøgu. Hvat fæst frá tí almenna. Niðanfyri havi eg sett inn ein blogg við sama heiti og somu mynd frá 2013 . Við at spyrja hvat fæst , meini eg sjálvandi við, hvat fæst fyri at brúka mína tíð til hetta nevndararbeiðið, sum lagt verður upp til. Hvør er tímalønin fyri tíðaríløguna, og hvussu er hon ásett í mun til aðrar almennar nevndir, og tað arbeiðið, sum har fer fram, innan somu tíðarkrøv? Siga vit, at børn, heim og skúli eru heimsins týdningarmestu uppgávur, hvussu verður so nevndarsamsýningin ásett, sæð í mun til aðrar hálv- og