Skip to main content

Bach á jólum í Kirkjubø


Kirkjubøarkonsertin undan jólum í fjør, sum varð kallað Bach í Kertuljósi, varð so mikið væleydnað, at fyrireikingar til eina líknandi jólakonsert í ár eru longu byrjaðar. Her er ein bloggur frá konsertini í fjør. Leisturin er hin sami við Bach og kertuljósum í ólavskirkjuni, hinari elstu í landinum. Sangsolistur í ár verður Birita Av Sondum, sum lesur tónleik í Berlin. Fyrireikararnir siga, at skráin verður Bach við framur tónleikarum inni í kertuljóslýsta rúminum, har ikki bara Meinhard Bjartalíð fer at hugleiða, men eisini við psykedeliskum ljóssjovi hjá Carsten Arnskov uttan á kirkjuvegginum. Og so fara Jóannes bóndi og Føroya Bjor at taka ímóti i Roykstovuni. Kertuljósakonsertin í Kirkjubø verður 6. desember. Á myndini sæst Birita saman við Ólavi Jakobsen.