Skip to main content

Posts

Showing posts matching the search for kertuljósi

Hanne Marit, Anna Magdalena - og Bach

Aftanfyri ein stóran mann stendur ein sterk kona. Tað verður sagt í nógvum mentanum. Á týskum Hinter jedem erfolgreichen Mann steht eine starke Frau, og á enskum Behind every great man is a great woman Innan vit bakka í hesum kynsbundna uppáhaldi, um týska húskið hjá gamla Bach, fara vit fyrst eitt av tveimum leggum til Noregs. Har er ein, ið eisini eitir Bach, sum í bók frá 1982 brúkar x-faktorin at lýsa yrkjaran André Bjerke, tá hann sigur ”Det er sagt at bak enhver stor mann står en forundret kvinne og ofte flere forbløffede venner”.  Hvussu er og ikki, týskvøldið var eg púra paff av 26 ára gomlu norsk-føroysku sopransangarinnuni, Hanne Marit Mordal Iversen, sum sang í ólavskirkjuni, hinari elstu í landinum, undir hevdvunnu yvirskriftini Bach í kertiljósi, sum úrvalssolistar saman við Aldubáruni, hava framført, eftir at Meinhard Bjartalíð, prestur, hugleiddi so hugfarsliga um júst Bach, so tað ljómaði gjøgnum øldir, tríggjar minst, meðan vit í tí fjara hoyrdu sogið av sjógvi og aldu

Bach á jólum í Kirkjubø

Kirkjubøarkonsertin undan jólum í fjør, sum varð kallað Bach í Kertuljósi , varð so mikið væleydnað, at fyrireikingar til eina líknandi jólakonsert í ár eru longu byrjaðar. Her er ein bloggur frá konsertini í fjør. Leisturin er hin sami við Bach og kertuljósum í ólavskirkjuni, hinari elstu í landinum. Sangsolistur í ár verður Birita Av Sondum, sum lesur tónleik í Berlin. Fyrireikararnir siga, at skráin verður Bach við framur tónleikarum inni í kertuljóslýsta rúminum, har ikki bara Meinhard Bjartalíð fer at hugleiða, men eisini við psykedeliskum ljóssjovi hjá Carsten Arnskov uttan á kirkjuvegginum. Og so fara Jóannes bóndi og Føroya Bjor at taka ímóti i Roykstovuni. Kertuljósakonsertin í Kirkjubø verður 6. desember. Á myndini sæst Birita saman við Ólavi Jakobsen.

Bach í kertuljósi

Í Føroya elstu kirkju, Ólavskirkju í Kirkjubø, verður ein sjáldsom konsert hóskvøldið 14. desember klokkan 19:30. - Fyrimyndin er úr St Martin In the Fields kirkjuni í London, har konsert er á hvørjum ári, sum kallast Bach in Candle Light , sigur Jóhan Mortensen. Í innbjóðing ger hann vart við, at konsertin er ókeypis og pláss er fyri 100 áhoyrarum. - Bretska konsertin er hugnalig og sera væl fagnað, og við íblástri frá henni verður nú konsert i Kirkjubøar Kirkju við Bach tónleiki á høgum støði, sigur Jóhan. Aftaná konsertina, sum varar slakan tíma, hevur Føroya Bjór móttøku í Roykstovuni hinumegin túnið, har eitt jólalag eisini verður spælt. Palli Gregoriussen sigur, at kirkjan í Kirkjubø, eisini nevnd Ólavskirkjan, er elsta kirkja í landinum, sum er í brúki. Hon hevur eitt tíðarskeið verið dómkirkja á føroyska biskupssætinum. Í 1963-1966 fóru fram umfatandi fornfrøðiligar rannsóknir av lendinum undir kirkjuni. Rannsóknin vísti, at kirkjustaðurin er fornur. Komið varð m.a.

Bach í kertujósi í Kirkjubø

Hóskvøldið 6. desember verður aftur í ár  konsert við tónleiki eftir Johann Sebastian Bach í Ólavskirkjuni í Kirkjubø. Hon er elsta kirkjan , sum er í brúki, upplýsur heimasíðan hjá fólkakirkjuni. Undir heitinum  Bach í kertuljósi í Kirkjubø verður tónleikurin framførdur so at siga í myrkri. Fyrireikararnir siga, at tónleikararnir fara at spæla undir glæmuni frá kertuljósum, meðan kirkjan og søguliga umhvørvið er prýtt við ljósmyndum av meistaranum sjálvum og eyðkendu nótaskrift hansara. - Hesaferð er unga songkvinnan av Sandi, Birita Poulsen, gestur okkara. Hon búleikast dagliga í Berlin, har ið hon lesur á Hanns Eisler tónlistarskúlanum, sigur gittarleikarin Ólavur Jakobsen, sum verður frásøgumaður. Saman við Jens Chr. Guttesen, ið spælir á sello, skipar Ólavur fyri konsertini, har Jón Festirstein og Monika Stauss spæla á violin og Jona Jacobsen á viola. Myndina av teimum tók eg á Bachkonsertini í Ólavskirkjuni í fjør. Partar av framførsluni eru aftur í ár

Bach í kertiljósi

Tað eru ikki bara svartir fríggjadagar, nú heimligu handilsjólini eru í hondum. Hóskvøldið 12. desember verður triðja versiónin av Bach í kertuljósi framførd í Ólavskirkjuni í Kirkjubø. Tiltakið er eins og áður alment og ókeypis. Í ár er tað bratsjspælarin Jón Festirstein, mitt fyri í myndini ovast, sum er kvartettstrúkarameastro og skipar fyri tiltakinum. Ovast á manningarlistanum hjá Jón eru sopranin Cinthia Parada, sum er kilensk operasanagarinna, ið býr á Strondum og Dávur Birgisson, sum er úr Hoyvík, og fer at spæla á gittar. Cinthia sæst til høgru og Dávur til vinstru á lýsingamyndini ovast. Strúkaramanningin hjá Jón Festirstein er annars Sámal Petersen, violin, Ragnar Andreasen, violin og Tóri Restorff Jacobsen, cello. Afturvendandi Bach serfrøðingurin, Meinhard Bjartalíð, sum er sóknarprestur í Glyvra prestagjaldi, fer eins og undanfarin ár at hugleiða, nú tiltakið verður aftur í Ólavskirkjuni, sum rúmar 120 fólkum. Aftaná konsertina verður hugnaløta í Stokkastov