Skip to main content

Heystfagnaður í Áarstovu

Trýst er á matstovurnar í høvuðsstaðnum í hesum døgum. Hallur Joensen sang fyri fullum húsi á Hotel Føroyum fríggjakvøldið, har døgurði varð serveraður afturvið, í Hallartúni á Hotel Hilton var fult hús longu á middegi sama dag, og um kvøldið hevði nýggja matstovan Húsagarður framsýning og smakkroyndir við nýggjari matskrá, har rávørur úr Sandoynni vóru ein týðandi partur. 

Stýri og ráð hava havt temadagar, og politiskir flokkar landsfund. Alt hetta lættir um hjá hotellum og matstovum í býnum, nú mest sum einki ferðafólk er í landinum.

Men áhugin at fara út at eta er ikki eingin. Tvørturímóti.


Fyri fyrsu ferð eru Jóannes Johannesen og konan Anne Bergitte Birk í Áarstovu. Hann er nevndarformaður í Veltuni, og í Trøðum Heima á Sandi reka tey Miðstovugarðin. - Higartil hava vit bara verið við dyrnar og har sett tað grønmeti, sum er umbiðið. Hetta er fyrstu ferð, vit eru inni í hesum húsunum og kunnu seta okkum til borðs, siga Jóannes og Anne. 

Vit sita í Vertshúsinum og skála í sjampanju at minnast Sean Connery.



Umframt epli, røtur og ymiskt grønmeti selur og framleiðir Miðstovugarðurin mjólk, neytakjøt og seyðakjøt. Ein heilt vanligan dag kunnu tey síggjast í Vágsbotni, har tey selja gularót, reyðrót, kálrabirót, garðakál, grønkál, palmakál, leyki, purru og epli í netum eftir stødd. Til ber eisini at bíleggja fekst lambskjøt, nýsviðin fesk seyðarhøvd og lambslivrar. Fylgir tú vangamyndini hjá Miðstovugarðinum á Facebook, so sæst eisini hvussu tú kanst fáa stórar og smáar pakkar við neytakjøti beint til dyrnar.

Áarstova, har John Mikkelsen er matstovuleiðari, er enn sum áður ovast á listanum yvir gourmet matstovur í Havn sambært lesarum hjá Tripadvisor. Harumframt hevur Áarstova fingið heiður sum úrvalsmatstova “Travelers’ Chocie 2020”. 

Tripadvisor sigur soleiðis um virðislønina: Tripadvisor gives a Travelers’ Choice award to accommodations, attractions and restaurants that consistently earn great reviews from travelers and are ranked within the top 10% of properties on Tripadvisor.

Um allahalguna ber til at bíleggja eina heimliga heystskrá á Áarstovu við fimm rættum, sum John og hansara úrvalslið sigur soleiðis um: 

Vit hava fylt heystskránna við øllum góðum frá slaktinum, umframt alskyns grønmeti av Sandi. Afturvið er skrá við sjampanju, týskum Riesling víni, øli frá Mikkeller, sjerri og úrvalsvín úr Suðurfraklandi. 

Visit Sandoy sigur á heimasíðuni um Veltuna, at hon er ”eitt spennandi átak, sum sandingar eru farnir undir. Veltan fæst við grønmetisframleiðslu, og er skipað sum áhugafelag. Har verður í dag dyrkað nógv grønmeti, sum fyri bara fáum árum siðani var heilt óhugsandi at dyrka í Føroyum. Millum kundarnar hjá veltuni eru tær bestu matstovurnar í landinum, tí dygdin og smakkurin eru heilt framúr. Tað ber til at vitja í Veltuni eftir avtalu við Sandoyar Kunningarstovu.”

Men avbjóðingar eru, sum alla aðrastaðni í vinnuni, har meginparturin av viðskiftafólkunum hvørva sum eftir einum degi orsaka av íkomnu koronastøðuni.

Sum landbúnaðarland missa vit nógv, um Veltan fer fyri bakka, sigur Jóannes Johannesen, sum er nevndarformaður. - Støðan er ring og hættislig og má fáast í eina trygga legu sum skjótast, tí útreiðslurnar eru nógvar at reka tílikt virksemi.

Uppskot er um at seta eitt fakfólk, sum Búnaðarstovan lønir, at arbeiða á staðnum. 

Veltan hevur sett møguleikan í fokus, sigur Brandur Sandoy, løgtingslimur, í Útvarpinum. 

Hann hevur eins og Veltan tosað við landstýsismannin, Helga Abrahamsen, fíggjarnevnd og tinglimir, og tað hevur verið positivt, sigur hann við Útvarpið, og vónar at tað fer at bera á mál, so grønmeti framhaldandi kann dyrkast í Sandoynni.

Royndirnar hava verið so týðandi, ikki minst fyri matstovuvinnuna, hóast nøgdirnar kundu verið munandi størri og bíleggingarnar kundi verið gjørdar við størri og betri skotbráði, heldur Jóannes.

Vit hava bygt fýra tunnlar, ein fór í luftina í óveðri. Um Veltan skal verða framherjin á økinum at vísa á, at tað ber til at velta grønmeti, so mugu vit koma í eina tryggari legu, til dømis í einum samstarvi við Búnaðarstovuna. Nú vóna vit at fáa eina hjálpandi hond, har, sum tað ber til, helst í løgtinginum, so virksemið kann verða trygt og halda fram, sigur Jóannes og nevnir, at ikki bara matstovuvinnan í Havn, men eisini Mat & Moldmentanarháskúlin er ein avleggari av virkseminum, sum Veltan hevur sett í fokus fyri bøndurnar.

Fyrsti av fimm rættum hetta heystkvøld í Áarstovu er hvítanýru, sum høvuðskokkurin, Teitur Christensen, hevur tilgjørt. Í løtum fái eg møguleika at skvisa meg inn í ein krók niðri í køkinum at fylgja gongdini, meðan samskift verður á enskum um rættirnar, so hvørt teir eru klárir og hvat borð teir skulu á. Her er fult hús og tað gongur skjótt fyri seg.

Við borðið heldur Jóannes, at matseðilin skuldi sagt eistir, heldur enn hvítanýru, tí tað er heitið, vit brúka í vinnuni, sigur hann. Eftir at hava umsett til danskt, hvat hetta er, sum vit við aiolo og balsamico nú skulu taka í okkara munn, fáa vit eitt gott glas av klassiskum Riesling víni afturvið.

Annar heystrættur í Vertshúsinum í Áarstovu er hjørtu við salati heiman av Sandi, tomat og rómadressingi, og ein svalligum glasi av vælparaðum ipa øli frá Mikkeler.

Triði heystrættur er stokt livur, vend í sitrón, og borðreidd við káli, karsa og brúnkaðum leyki heiman av Sandi, afturvið Lustau sjerri av palominu drúvuni.

Nú kemur høvuðsrætturin, sum er føroyskur lambsryggur við sjerrisós, kálrabimorli og grønkáli heiman av Sandi. Kokkur er í hesum føri Norman Savio da Souza frá Goa í India. Hann er so smílandi, at vit fara øll at tosa um servicehugtakið, tað at vera tænastusinnaður og hava eyga á kundanum. Jóannes nevnir hugfarsliga Steintór Fagradal, sum ein lokalan undangongumann í júst hesum grundtanka, at veita tænastu og støðugt at arbeiða í tænastuvinnuni.

Afturvið føroyska lambsrygginum frá Norman úr Goa í India er reyðvín frá fyrsta vínvininum hjá Áarstovu, Gérard Bertrand, í landslutinum Languedoc-Roussillon har suðuri í Fraklandi.  

Heystslaktið við borðið í Áarstovu endar við blóðkøku við ísi og kirsiberjum omaná. Afturvið er sjerri og at enda kemur kaffi við einum glasi av Lustau de Jerez.

Í rúminum, ið er innrættað sum í bláa køkinum hjá Peturi W. Háberg, sita Jens Pauli Rasmussen og vinmenninir, og tosa um vinnumøguleikar í matstovuvinnuni. Jens Pauli og Jóannes tosa um møguleikar fyri slakti og at selja kring landið, og um ost úr seyðamjólk. Jens Pauli hevur fyrr í hesum rúmi bjóða makedoniskan ost úr seyðamjólk. Vistfrøðiligt og beint frá bóndanum í Berovo har eysturi í landinum dygst við bulgarska markið.

Mørk verða flutt, ikki bara har niðri á Balkan, men eisini her í stovuni, sum ein greið ábending um samstarv millum Miðstovuna heima á Sandi og Áarstovuna heima í Havn.

Eftir lokna máltíð, dukar regnið so hart á rútin, at eingin hevur hug at reisa seg úr hesi hugnaligu stovu, Áarstovu heima í Havn. Jóannes, John og Teitur skifta orð um samstarvsmøguleikar millum stovurnar. Inn í Eysturoynna verða bara sjey og ein hálvur minuttur úr Hoyvík, sigur John, og sær fyri sær nýggja útbreiðsluøkið, sum skjótt er ein veruleiki. Tá fer Havnin at vaksa hjá matstovuvinnuni, heldur hann. Jóannes heldur fyri, at tá tunnilin kemur suður í oynna, mugu vit verða ein eind og ikki fleiri kommunur. Annars satsar man ikki heilhjartað uppá nakað, heldur ikki uppá at seta búgv og at veita bankalán til alternativar bústaðir í Sandoynni, heldur hann. 

Hóast tíðirnar eru vinnuliga avbjóðandi, stendur eftir, at vit eiga bestu rávørur. Og viljin til samstarv kring rávørurnar og út á matstovuborðini er sterkur. Tað er niðurstøðan hetta illsliga heystkvøld við framúr lívgandi matskrá og samskifti uppi í Vertshúsinum í Áarstovu.