Skip to main content

Gérard Bertrand er fyrsti vínvinurin


Eydna í Soylu, Rannvá Dahl Hanusson og Bjørk Sjóðklett borðreiða í Fútastovu, har tey lýsa við Winemaker’s Dinner. 24 ár gamla Bjørk, sum er longst til høgru við diskin, er matstovuleiðari í søguligu stovuni. Hon er útbúgvin tænari, hevur verið á Restaurant Frederiks Have og D’Angleterre í Danmark, í Kosta Rika eina tíð og er so útlærd her, sigur John Mikkelsen, sum er vertur og leiðari í matstovunum Heima í Havn.


Tað er fríggjakvøld og John hevur bjóðað til Winemaker’s Dinner, har vínið er frá Gérard Bertrand í landslutinum Languedoc-Roussillon sunnast í Fraklandi.


Fútastova er fullsett. Tónleikarin og fotografurin Edvard Nyholm Debess, sum ofta ferðast í Suðurfraklandi, er millum gestirnar at royna biodynamiska vínið, og hvussu tað kann parast eftir matskránni hjá føroyska kokkinum.


Men fyrst ein slank til bøkur og søgu. Fyrstnevndi vínvínur í sjáldsamu bókini Søga, vín og vinir (Áaarstova 2015) eru júst tey hjá Gerardi, ikki í Skopun, men í Suðurfraklandi, Gérard Bertrand.


Endamálið at skapa vínvinir er at knýta persónlig sambond millum føroyskar matstovur og bestu vínbøndur til givna høvið. Her er tað at Gérard Bertrand fyrstu ferð kemur inn í myndina, sum greitt frá í hesum bloggi frá bókaframløguni í Áarstovu 30. mai í 2015 har yvirskriftin var Hotelmentan bókførd.


Lambert Manden, sum er úr Rotterdam, men starvast hjá Gérard Bertrand, hevur um Rúsdrekkasølu Landsins flutt inn níggju ymisk vín frá vínslottinum í Suðurfraklandi, sum í dag fevnir um fimtan vínbóndagarðar í økinum.


Niðurlendski Lambert Manden er norðurevropeiskt umboð og er her saman við konuni Laurèl Manden. Tey giftust í fjør, hon er uppá vegin, og í 340 ára gomlu Fútastovu eru tey hugtikin av niðurlendsku kaklunum á vegginum, og at hoyra um frísarnar í Akrabyrgi og Westerbeek og hini skipini, sum strandaðu her í 1600 og 1700talinum. Christina Aarø, ið situr við borðið, og er danska umboðið fyri vínslottið Gérard Bertrand, tók myndina av Lambert og Laurèl við ovnin og kaklarnar.


Christina, ið starvast hjá H.J. Hansen vine, er gift við Michelin-matstovueigaranum Christian Aarø, sum eigur AOC í Dronningens Tværgade, og hevur tvær Michelin stjørnur, matstovuna no 2 og nýggjasta er TRIO í rundu nýbygdu Axel Towers yvir av Tivoli mitt í Keypmannahavn. Upprunaliga er hann tænari.


Teitur Christensen, ið er av Tvøroyri, og fyrr hevur verið høvuðskokkur í grannahúsinum Áarstovu, er kokkur í Fútastovu. Hann hevur fyrr verið souschefur hjá donsku Cofoco og starvast hjá Nose2tail í Keypmannahavn. Til henda Winetaster’s Dinner ella vínbóndakvøld hevur Teitur sett saman eina sjeyrættaða matskrá, sum byrjar lætt við lítlum rundum flatbreyði við jákupsskeljatatari og kaviari á.


Við borðið eru franska Pascale Nemery og dóttirin Esther, sum skal vera í Skeiva Pakkhúsi, tá tað letur upp sum italsk matstova.


Mamman, Pascale, hevur skrivstovu í Rungsted og varð fyrstu ferð boðsend til Føroya í 2004, tá Føroya Tele bygdi nýggjan høvuðsbygning í Hoyvík. Montana og Idémøblar gingu tá saman um eina púra annarleiðis innrætting í einum opnum skrivstovuumhvørvi. Síðan hevur hon verið hugtikin av Føroyum og átikið sær nógvar og ymsar arbeiðsuppgávur. Nevnast kunnu KOKS, Etika, No.12, Hotel Tórshavn, Ebenezer, Kongshøll og Silo í nýggju hølunum hjá Tórshavnar kommunu, har Fróðskaparsetrið húsast á Vestaru Bryggju.


Fyrsta franska vínið verður skonkt úr frekt reyðari James Bond átøkari fløsku við alfa og omega tekni á halsinum, sum stuðlar upp undir navnið Brut Éternel. Men lat teg ikki lumpa. Hetta er ikki náttklubbarosé men brúsandi vín, sum er perlandi svalligt, ein blanc de blancs úr hvítu, ella rættari grønu, drúvunum Chardonnay, Chenin og Mauzac.


Niðanfyri sæst upphavsmaðurin, Gérard Bertrand, sum er avmyndaður í Miami í Florida, har Dining Out hevur prátað við hann og tikið myndina. Gérard er føddur í Narbonne í 1965 og varð professionellur rugbyspælari í 17 ár, til hann í 1992 tók vínbóndagarðin hjá pápanum, Domaine de Villemajou, á seg og gjørdist vínbóndi burturav.


Í 2015 kundi Gérard Bertrand eisini kalla seg rithøvund, tá hann á forlagnum La Martinère gav út bókina Le Vin à la belle étoile, við enska heitinum Wine. Moon and stars. Í amerikansku samrøðuni avdúkar Gérard, at eysturríkski Rudolf Steiner (1861-1925) er ein av hansara fyrimyndum:

"Organic farming is a technique. Biodynamic farming is a philosophy. For biodynamic farming, we only use the lunar calendar and the planetary calendar. We care about the connection between the planets and earth. We spray homeopathic recipes on special days, especially on fruit days and flower days. We follow the principles of Rudolf Steiner, who created the biodynamic way in 1924. All of our Estate wines are biodynamic. We have more than 1,000 acres converted to the biodynamic agriculture, and we are number one by far. The DNA of the company is excellence of quality, organic and biodynamic farming, and to deliver the lifestyle of the South of France. When you drink a glass of wine, it’s to have fun and talk with people and enjoy life. When you start to drink, you stop to fight. I spent 18 months writing the book to explain my philosophy and commitment to the South of France. We have great expertise in winemaking. Plus, we love food and wine pairings. We want to deliver the character of the terroir. It’s more important than style. Style is just the beginning. In my book, I explain the “Pyramid of Sense.” The pleasure is the minimum you need to provide to your consumers. The pleasure is the eyes, nose, and mouth. After that, you have the taste. The taste is the throat. You move from the mouth to the throat. After that, you have the emotion. You move from the throat to the heart. It’s a spirit communion when you feel this emotion. When you discover that, you can thank God because this is something unique. On top of that, you have the message. The message is the brain. The message comes directly from God. It’s like Sting’s song, “Message In A Bottle.” With the Clos D’Ora wine, it’s a meditation wine. It’s a wine that delivers a message of peace, love, and harmony. I created this wine and winery with these feelings. It’s very important to me."


Annar rættur frá Teiti í køkinum er súpanartallerkur við hvítum bønum, tomatum og basilikum. Afturvið er sitrus- og limekent hvítvín úr sauvignon drúvuni.


Triði rættur frá Teiti er brandada, sum vit eisini kunnu kalla bacalao. Kent og heimligt, hóast kveikt av iberisku hálvoynni. Afturvið er 2015 Sauvageonne Grand Vin Blanc, sum er munin breiðari enn undanfarna vín, tí nú eru kompleksir smakkir av eik, vanilju og ein farri av smøri upp móti sitruskenda bakstøðinum.


Fjórði rættur, fiskasúpan við havtasku, øðu og várleyki, verður paraður við hvítvíni, sum hevur navn eftir vínbóndagarðinum Cigalus, sum er so eyðkent millum allar navnaseðlarnar, at tú varnast tað. Kendi danski vínhandilin, H.J.Hansen, sum umvegis Rúsuna, selur til fremstu føroysku matstovurnar við einari eksklusivitetsavtalu, sigur soleiðis um smakkin á 2017 Cigalus Blanc, sum er sett saman av drúvunum chardonnay (75%), viognier (20%) og sauvignon blanc (5%): "Duften har toner af blomster, citrus, pære, abrikos, grape, honning og nødder. Smagen er fedmefuld og blød med en afbalancerende syre, der understøtter frugten."


Fimti rættur úr køkinum hjá Teiti er hin mest hugtakandi. Tað er fyrst aligot, eplamorl og ostur, sum er siðbundin rættur úr Massif Central, merkt sum Miðfjøll á Suðurfranska landakortinum, egg og trøflusoppur. Nú koma tvey reyðvín á borðið, ein elegant einkul piont noir, 2017 Reserve Speciale, og ein munin rammligari 2017 Domaine Villemajou Rouge, ið hevur gamaldags gulletikett og navn eftir fyrsta vínbóndagarði, sum rugby spælarin Gérard Bertrand, tók á seg at reka eftir pápan í 1992, Villemanjou.


Sætti rættur frá Teiti er lambskjøt við linsum. Aftur er høvið at smakka tvey vín frá Gérard Bertrand, 2013 Sauvageonne Grand Vin Rouge og 2016 Le Viala. Fyrra vínið hevur ein varisligan anga av ingifer og leiðir okkum inn í myrkastu vínber, við djúpari kryddstyrki, sum er væl vigað úr djúpu suðurfronsku skógini. Seinna vínið, afturvið fyllandi lambsrættinum undir grønu urtunum, gevur okkum longu á navnaseðilinum greiðar ábendingar um eksklusivitet, tí alt er skrivað við kalligrafiskari skrift, eisini nummarið á suðurfronsku vínfløskuni, tú hevur í hondini heima í Fútastovu. Ein heildaruppliving meðan fólk ganga tær til handa, Lambert Manden greiðir frá og megnar at tvinna saman nógvar tankar um vínmarkir, náttúruvernd, staðbundin eyðkenni, terroir, og so føroyska matgerð hjá Teiti. Í hesum víni, sum avgjørt er í betra endanum, hómi eg angan av bromberi og sólberi, men eisini hindberi og blómum, við einum mettaðum smakki, sum liggur væl og leingi á.


Sjeyndi, og eftir matskránni seinasti rættur innan avsluttandi kaffi og romm frá John, er við sitrón, safran og jarnurt, sum Teitur hevur lagt í marengs. Afturvið er sunnudagsliga søtt men framúr væl kryddað 2017 Muscat de Rivesaltes, við anga av rosinu, appelsin og sukurlagdari frukt við ógvuliga langum eftirsmakki. Ótruliga gott at enda ikki bara máltíðina, men eisini ferðina úr gomlu Havnini til Suðurfraklands og modernaðar sipingar til tíðarleysa smakkstovuvinnu. Tí tað er tað hon er, ektaða matstovuvinnan í øllum heiminum, ein staðbundin smakk- og tænastuvinna, ið letur upp fyri stórum upplivingum beint undir gómanum.


Brúkarastýrda nettænastan Vivino, sum Heini Zachariassen úr Hoyvík, grundaði, sigur um Gérard Bertrand, at hann er “the leading expert from the South of France recognized by all wine lovers. As a wine-grower and owner of flagship estates, he has acquired a unique expertise in the terroirs of Languedoc-Roussillon. Brought up in the Languedoc vineyards, Gérard Bertrand is committed to sharing the characteristics and exceptional diversity of each of the terroirs of this region which produces sparkling wines, reds, whites, rosés, varietal wines or appellation wines. A rich array of promises to fulfill all tasting expectations. Twenty years of know-how ensures that wines bearing Gérard Bertrand’s signature have a unique style whose creation is driven each day by four fundamental values: excellence, authenticity, conviviality and innovation. As the Ambassador of the Mediterranean Art de Vivre, Gérard Bertrand loves to promote and share the cultural and gastronomic riches of the South of France by way of the numerous wine-tourism activities at Chateau l’Hospitalet.”



So eru stundir at siga manga takk fyri eitt frálíkt Winemaker's kvøld úr Suðurfraklandi, Lambert úr Niðurlondum fyri livandi kunningina, matin frá Teiti av Tvøroyri, framúr vertskapin hjá John og frálíku tænastuna, sum tær tríggjar Eydna, Rannvá og Bjørk tryggjaðu øllum gestunum í Fútastovu. Manga takk!