Skip to main content

Nú bíðar Havnin eftir tær, Gunnar!

Í ummæli av fyrstu sendingini av teim sjey í røðini Kulfaktor hjá Gunnari Nolsøe var eg so himmalsfegin um innihaldið og skipanina av útvarpssendingini. 

Gamaní er hon visuell til innihalds, tí hon viðgerð í estetikki og funktionaliteti, hvussu vit velja at byggja okkara hús og skipa okkara býlingar, og skilmarka okkum burturfrá bilum og ferðslu, og tó kunna taka okkum aftur og fram til arbeiðis, uttan at leggja okkum skerfløt fyri vinnulívi. 

Júst hetta seinasta forteljaramomentið í nýskapandi sendingini fekk borgarstjóran á Tvøroyri at fata alt øvut av allari skilvísi, so vit fyri opnara mikrofon kundu hoyra ótamda makt rulla seg út. Priceless og ikki hoyrt fyrr í føroyskum útvarpi.

Tók sum givið, nú lok varð lagt á hetta nýskapandi útvarpsevni, at Havnin varð sett á skrá sum rosinan í pylsuendanum. Kanska Hoyvík burturav. Men gakk. Sum sligin á nevið má eg sanna, at her fall ikki eitt orð um Havnina.

Hví?

Er tað tí at hon varð ov trupul at lýsa, tí akademiski fakkunnleikin megnar ikki at standa undir stuttsiktaðum og óvøkrum maktpolitikkarum í høvuðsstaðnum? Er sendingin dømi um, at vit veljarar í Havn, meir enn nakrantíð, hava brúk fyri eini verju móti í besta føri ivasomum politikarum? Ella er ætlanin at hava eina útvarpssendirøð fyri seg, sum burturav fer at lýsa Havnina beint nú og ta lítið vøkru kapping, sum har er millum íbúðahávar?

Við ræðudøminum av Tvøroyri minnist meg ikki eina beinraknari sending enn hesa, at upplýsa okkum um tann samansetta dynamikkin, sum býr í ætlanini um eina býarskipan.

Meini so við, tá fólkatættasta gøta við fimmhundrað fólkum eftir einari ál er bygd og seld, tá ber ikki til at taka hana burtur, tí ein lokalpolitikkari í næstu setu vil flyta hana ella skipa gøtuna annarleiðis. Nei, time waits for no one. Tá skeiðið er runnið, er lívið farið. Eisini hjá arkitektum, hvørjum lumma teir so eru í. Einastu konstantar, sum ikki eru til forhandling í lívinum, soleiðis, sum vit kenna tað, eru valuta og kronos, pengar og tíðin. Og ert tú ov upptikin av tí, so er alt farið, tá tú finnur tað fyri gott at hyggja upp.

Júst har liggur fremsta uppgávan hjá einum og hvørjum miðlaarbeiðara. At upplýsa okkum um torskyld evni, sum krevja kjak og orðaskifti millum borgarar. Haldi ikki Kringvarpið hevur verið nærri grundtankanum í public service enn tað sama.

Takk fyri tað, Gunnar. Men nú bíðar Havnin eftir tær!