Syðrugøta hevur hægsta kulfaktor, eitt reint tíggjutal á kulbarometrinum, siga Ólavur og Katrin við útsýni yvir Syðrugøtusand, har G festivalurin er einaferð um árið. Sat eg í somu stovu, í erva yvir gamla handlinum við svarta Ramblerbilinum í túninum og Töting búmerkinum í eygsjón, so hevði eg sagt tað sama.
Hægsti kulfaktorur at búgva, liva og vitja, er í Syðrugøtu. Ikki minst sæð úr Havnini, har fremsta ambisjón í seinastu tíðini hevur verið at gera ein hvassan og óneyðuga høgan steinkant kring eina syntetiska á í miðbýnum, og beint nú, jólini eru í hondum, eru jólaperur, sum ein eyka kitsjágóði, vundnar um tunnilsrør, sum kring ánna blinkstra jólini ímót.
Seinastu árini havi eg smakka uppá eitt orð, sum eg ikki fyrr enn nú haldi verða fullbært og formfulfíggjað at seta á Havnarborðið, tað er stakkalastás. Einki annað enn stakkalastás.
Ímeðan ger Gunnar Nolsøe tað mest hugvekjandi útvarpssending, eg havi hoyrt í langa tíð.
Gamaní las arkitekturin upp, men øll hini prátini vóru floygd og livandi. Framúr sending um estetisk virði í einum býlingi, og hvat einstaklingurin kann gera, at hækka um kulfaktorin, og harvið rúmið hjá menniskjanum, okkum øllum, mótvegis øðrum óviðkomandi fyribrigdum, har bilurin er hin fyrsti í røðini.
Fantastiskt at hoyra, hvussu langt tey eru komin eftir hesum ási í Syðrugøtu og Eysturkommunu, meðan høvuðsstaðurin, sum svimur í pengum, stríðist við litaðar jólatræsperur vundnar um rør á Vaglinum.
Eg haldi at stundir eru at keypa bilett til G festivalin aftur.
Meðan eg blaði gjøgnum bloggin og teir útvið fýra túsund tekstirnar, sum har eru, steðgi eg við Blind Boys of Alabama, sum eg fyrstu ferð møtti á the Jazz Café í Camden London 2006, og sjálvur kundi síggja teirra hevdvunnu gásagongd, tá teir blindir fara av pallinum, niður á gólvið út millum fólk og uppaftur á senuna meðan orkestrið spælir, og teir aftur syngja eksalteraðar lovsangir um at síggja lovaða ljósið, og hava ikki ánilsi av, at teir hava gingið eftir Skipafelagsplattum, sum fólk hava lagt undir teirra føtur, meðan hann fløddi inn og út á Gøtusandi. Løtan er so mettað, at hon fer í søgubøkurnar. Bara í Gøtu ber hetta til. Bara í Gøtu kanst tú fáa samband við sovorðin fólk. Bara í Gøtu kanst tú savna fólk at uppliva hetta. Meðan tey halda flóðini úti. Tað man vera ein sterk sjón undir blindum eygnalokum. Eg blundi meðan eg lurti eftir Gunnari.
Alt gjørdi sendingin hjá Gunnari, Kulfaktor Føroya, sum kom í staðin fyri eina aðra leygardagssending. Eg havi hug at siga orðini, sum omma broderaði á veggin í Bethania í 1924: Alt av naade. Tíggju ár seinni fóru hon og abbi í Filadelfia í Syðrugøtu. Nú húsini blivu grannar við Losjuna og Gøtuveg, kom gamla broderíið undan kavi aftur.
Næstu ferð er tað Runavík.
Takk fyri góða sending, Gunnar!