Skip to main content

Vit eru samsek í Holodomor

Enn hevur Føroya landstýri ikki sett í verk nakrar atgerðir, ið elva til at samhandilin við Russland verður kvettur.

Eins og vit á matstovu kunnu prógva, hvønn uppruna fiskurin á tallerkinum hevur, og í hvørjum havi hann er tikin, hevur BBC - sum er grundarstøðið undir public service, dokumentatión og tíðindaflutningi til almenningin í allari verðini - nýtt talgilda sporing at prógva, at Putin og Russland púra óskammað stjala korn í Ukraina og hava gjørt tað leingi og skipað.

Vanliga verður sagt, at hevur tú ikki lisið søguna, so ert tú dømdur at endurtaka hana. 

Hugsi, at mest eksponeraða framseting av hesum søguliga skúlabókauppáhaldi, stóð yvir inngongdina til Fólksins Tempul hjá Jim Jones, sum hevði kallað ein heilan bý eftir sær sjálvum, Jonestown, í Gujana, har hann undir heitinum Peoples Temple's Agricultural Project vildi byggja heimleysum úr California eina nýggja tilveru. Bjarta visjónin endaði í 1978 við størsta hópsjálvmorði í nýggjari tíð.

Despotiski demagogurin Putin er farin eitt stig longur enn emperor Jones. Til hina púrastu avnoktanina. Avnoktan Putins.

Fyrst sigur hann seg skula verja heimin og aðrar russar - teir eru mest sum allur heimurin og krevja nú Lebensraum - móti nazistiska Zelenskyj, sum er ein dekadentur sjónleikari í einum ormariknum Nato-forgarði, ið sum ein Potemkinkulissa umboðar alt, ið fallkomið er, sum í sjálvum sær er russiska kjarnueykennið fyri Vesturheimin, ið er á lægri menningarstøði enn hvíta evrasiatiska menniskjan, sum Putin er sprottin av og nú foredlar.

Men, hovski snovsky, hann gloymir, at fyri nett hálvfems árum síðani var undangongudesporturin, reyðgløðandi stjørnan, Stalin, á somu leiðum, í somu ørindum - úti at stjala korn. Korn til triggerhappy hermenn, sum hungraðu heima í Moskva og vildu sleppa at drepa alt, ið skeivt var. 

Hesin søguligi kornstuldur, ið hevur verið tagdur burtur sum mansmorð, hevur síðan fingið heitið og verifiseraða frámerkið Holodomor, hungursmorð, á linju við tilætlaða Holocaust hjá Hitler. 

Tað var walisiski journalisturin, Gareth Jones, sum avdúkaði hungurðsmorðið, sum Stalin setti í verk í Ukraina, sum tá var partur av Sovjetsamveldinum. 

Søgan lærir okkum einki annað, enn at Føroyar í stundini áttu at kvett alt samstarv við Putinsa Russland. Skommina fyri, at tað enn ikki er hent, hevur Føroya landstýri drigið niður yvir okkum øll. Amen.