Eitt-tvey-trý, so hava næmingarnir á Tekniska skúla reist Jesu kross á pallinum í Norðurlandahúsinum. Leila av Reyni, lærari, letur Judas í gula vestin. Aftanfyri sæst ein partur av stóru klædnagoymsluni, sum Stíl- og Sniðdeildin hevur seymað til leikin. - Hetta er ein víðskygd og djørv byggiverkætlan, sigur Egon Øregaard, skúlastjóri, frammanfyri tekning av Skúladeplinum við Marknagil (Myndir: Páll Árni A. Berg) At skapa samband millum hendur og heila er størsta avbjóðing í nútíðar skúlaskapi. Henda avbjóðingin slapp at standa sína roynd, tá næmingar á Tekniska skúla í Tórshavn frá skúlaársbyrjan fingu til uppávu at krossfesta Jesus, heingja Judas, smíða og sveisa, smyrja og frisera, og lata hvønn leikara í hóskandi búna í rokkuta sangleikinum Jesus Christ Superstar. Ein aðalroynd Sangleikurin Jesus Christ Superstar, sum Anfinn Heinesen stjórnaði og Gunnar Hoydal týddi, er samstarv millum Tekniska skúla í Tórshavn, Studentaskúlan og HF skeið í Hoydølum og Tórshavnar Musik