Hósdagin verður ein nýggj føroysk bók løgd afturat tí sjáldsama lítla bókavarðanum, sum kallast fotolist. Tað er Edvard Nyholm Debess (f. 1960), sum í Norðurlandahúsinum klokkan fimm fer at leggja fram bókina Kærleiki og Vónir (Mentunargrunnur Studentafelagsins, Tórshavn 2014), ið er um Johan og Rakul Dalsgaard, meðan tey búðu í Famará árini 2010-2013. Myndina omanfyri tók eg av Edvardi við nýggju bókini uttanfyri køksvindeygað leygardagin meðan ruddingardagur var. Reyði vitin er hann, sum Fyr- og Vagervæsenet tók niður í Famará í 1984. Longu í kolofonini sæst at Edvard er Leicamaður. Fyrr havi eg heft meg við at ein annar føroyskur fotolistamaður, Ingi Joensen, er svorin Pentaxmaður. Ingi, sum starvast á Føroyaprenti, hevur medvirka í bókagerðini tað vil siga í lay-out, repro og prenti. Afturat sær hevur Edvard havt Steen Kristensen og Jóannes Lamhauge sum ritstjórar. Bókin, sum er svørt hvít, málar 30 x 21,5 cm og gevur eina deiliga kenslu at leggja á borðið og blaða upp í.