Skip to main content

Posts

Randi og barndómsins litir

Persónliga leitandi yvirskriftin hjá 41 ára gomlu Randi Samsonsen er In Search of Lost Colours , nú hon sýnir fram tóvirkislist og grafikk í Steinprenti frá í dag og fram til 23. juni. Fyrsta eg varnist, er at hon hevur sett ein hvítan vegg upp fyri trappuna til grafiska verkstaðin í erva, so framsýningarrúmið verður ein reinari flati, og alt, sum vanliga stendur undir trappuni, ikki órógvar framsýningina, hvussu prangandi ella minimalistisk hon er. Annan vegin merkir tað, at súlurnar mitt á gólvinum hava mist livandi skapið, tí tær eru bygdar inni, men hinvegin merkir tað, at ein eyka hvítur bakveggur spyrst burturúr, har til ber at siga frá um aktuellu framsýningina og vísa nýggj prent úr verksmiðjuni. Fríða Matras Brekku, sum saman við Jan Hartvig Andersson rekur grafiska verkstaðin og gallaríið Steinprent á Skálatrøð í Havn, bjóðaði vælkomin til framsýningina, ið savnaði nógv fólk henda góðveðursdag. Síðan setti Jan Hartivg Andersson framsýningina og greiddi

Hvat er ein poppsangur?

Eitt av kendastu tónaskøldum á sonevnda rútmiska økinum frá mitt í tjúgindu øld og inn í hesa øldina er amerikanski Burt Bacharach. Í dag er hann 90 ár og er enn á konsertferð í Evropa og USA. Saman við tekstahøvundinum Hal David hevur hann sum fáur definerað poppsangin sum eitt galdandi og lógliga vitborið fyribrigdi á plátu, og hartil ikki sørt stovureint eisini. Skulu vit bera saman við nakran annan, eru nøvn sum Neil Diamond og Neil Sedaka, ið kunnu koma mær til hugs í hesi undirkendu sjangru. Ein long røð av sangum hjá Burt Bacharach eru blivnir standards, tí stílurin er nógv breiðari enn bara samdøgursflugan á grammofonplátu. Stílurin, sum oftast er transparent lættur, kann taka støði í jazzi, fara í poppin og nema við kompleksu brasiliansku tónleikahevdina, sum vit kenna frá bossa nova, og nøvnum sum Gilberto, Jobim og Sergio Mendes. Minimalistiskt kroysti trompetspælarin Herb Alpert myndaði eisini fatanina av Bacharach, tá This Guy’s in Love with You kom fram sum ein anakro

Enn er krút í gamlamannafilmum í Cannes

Aktuella plakatin fyri filmstevnuna, sum á 71. sinni er í Cannes í hesum døgum, tekur støði í franska filminum  Pierrot le Fou,  sum nýbylgjumeistarin Jean-Luc Godard gjørdi í 1965. Hann er enn frammi, 87 ára gamli Godard, sum á heimasíðuni hjá filmstevnuni í Cannes er endurgivin soleiðis: Seinastu tvey árini hevur søguligi leikstjórin, Jean-Luc Godard, verið í ymsum arabiskum londum, so sum Tunesia, at gera filmin Le livre d'image , Myndabókin. Sagt verður, at filmurin er ein rannsakan av nýggja arabiska heiminum. Upprunaliga, tað vil siga í trýssunum, var styrkin hjá Godard at gera marxistiskt-kveiktan film, sum altíð var í andsøgn við Hollywood og ráðandi rákið. Hin eins revsandi amerikanski Spike Lee (f.1957) er eisini við í høvuðsskránni í dag, har hann vísur BlacKkKlansman , sum byggir á krimiskaldsøgu um Ku Klux Klan.  Í ár er eisini vert at hefta seg við, at Netflix er blakað út úr Cannes. - Films- og sjónvarpsrøðir eru ídnaður, biograffilmur er skald

Saksun í BBC í kvøld

Í kvøld vísti BBC upptøkur úr Saksun. Men orsøkin var ikki ferðavinna ella illa stødd ferðafólk á hesi eksotisku Føroyaleiðini. Fyri einum mánað síðan vóru trý fólk frá BBC-sendingini Click í Føroyum, at gera eitt innslag til Click-røðina, sum í hesum umfari telur 52 partar, sum eru ein hálvan tíma hvør. Íalt eru útvið 900 Click-sendingar gjørdar. Aktuellu innsløgini eru um føroyska átakið Sheep View og Meludia í Føroyum, sum m.a. er filmað á tíðindafundi í Mentamálaráðnum, har Rigmor Dam, landstýriskvinna við mentamálum, sleppur at útala seg greitt og livandi. Paul Carter er vertur í føroyska innslagnum í Click-sendingini. Sum sæst, regnaði illa, tá hann var í Klaksvík. Sum sæst er føroyska tilfarið nú sett á skrá, og verður í hesum døgum sent til allan heimin á BBC World News seytjan ferðir millum 5. og 10. mai. Síðan verður innslagið sent á kinesiskum og persiskum, sigur Kevin Kleinmann, stjóri í Meludia í París. Sunleif Rasmussen, sum er ambassadørur fyri Me

Hanna Kampmann setur framsýningina Jack Kampmann - Ein modernistur í Føroyum

Fríggjadagin 4. mai helt Hanna Kampmann hesa røðu í Listasavni Føroya, tá framsýningin Ein modernistur í Føroyum við 52 málningum eftir pápan, Jack Kampmann, varð sett: Eins og hendan framsýningin setur fokus á tey listarligu avrikini hjá pápa mínum árini 1948 til 1961, fari eg at seta fokus á nakrar av teimum myndunum, sum koma fram í mínum hugaheimi frá hesum tíðarskeiði - og eins og verkini, sum eru komin upp at hanga, av fakfólki mett sum tey bestu - eru hesi minnini fyri meg. Hesi minnir eru tengd at, eitt nú einum vetrardegi við kava, tá eg havi verið um 4-5 ára aldur. Vit koma gangandi hond í hond eftir Niðara vegi á veg heim frá atelierinum, sum hann tá hevði úti á Mørkini, nakrar hundrað metrar frá Fitjunum har vit búðu saman við ommu og abba mínum. Hesin gongutúrurin, ein av nógvum, meðan hann fortelur og greiðir mær frá, hvat kavi er fyri eitt fyribrigdi - og nøkur ár seinni, eisini á Niðara Vegi, heim úr biografinum, har vit sótu á 14. røð - við stórum armrørslum, ú

Samtíðarlist í Listasavninum

Tað er ikki bara gomul list við deyðum persónum, sum verður drigin fram í Listasavni Føroya. Undir yvirskriftini Samtíðarlist í miðdepil verður víðkað um føstu framsýningina í ljósu hølunum, ið opna seg oman móti Plantasjuni. Beint nú er tað Hanni Bjartalíð, sum eg higartil bara havi sæð í Steinprenti niðri á Skálatrøð. Einki er at taka seg aftur í, at hetta er besta plasering í allari verðini at seta hugfloygdu smáhúsini, ið marglitt hava stigar niður á slætt, sum vóru tey fuglabúr úr Per-ísum við træpinnum frá Restorff's, sum úr barndómsfyndini eru skolaðir upp á eini afrikanskari strond, og kanska, kanska, kundu verið brúkt sum barnabókaillustratiónir. Listasavnið sigur soleiðis um átakið: Tað er útsýni til samtíðina í einum parti av føstu framsýningini á Listasavni Føroya undir heitinum Samtíðarlist í miðdepil . Framsýningin verður skift umleið annaðhvønn mánað og vísir føroyska samtíðarlist í alskyns miðlum og stílum. Í løtuni verða listaverk hjá Hanna Bjartalíð sýn

Ein friðleysur katalysator setur spor

Tey trý børnini hjá Jack Kampmann, ið eisini eiga málningar, sum síggjast á framsýningini Ein modernistur í Føroyum , ið læt upp í Listasavninum í dag, framman fyri elsta málninginum hjá pápanum,  Kompositión. Tríggjar gentur frá Kunstnernes Efterårsudstilling í 1935. Her vilja tey trý avmyndast, og í staðin fyri at kenna støðuna margháttliga, skilji eg skjótt, at hetta er millumtjóða søga í list, bókmentum og søguligum kríggi. Frá vinstru eru tey Karoline Kampmann úr Keypmannahavn, fødd í 1958, dóttir Thoru Kirk, ið aftur er dóttir rithøvundan Hans Kirk; mitt fyri er Mourits Mohr Joensen, sum býr úti í Grønlandi í Havn, føddur í 1960, sonur Svanhild Mohr, og til høgru er Hanna Kampmann úr Vestmanna, fødd í 1947, dóttir Johanne Kathrine Olsen. Hon varð nevnd Didde og sæst her á málningi frá 1955, meðan dótturin Hanna, ommudótturin Sissal og langommundótturin Lea sita fremst fyri. Jack Kampmann var føddur í London í 1914, foreldrini vóru donsk, hann vaks upp í USA, var br