Marianna Mørkøre, Sigrun Gunnarsdóttir og Beinta á Torkilsheyggi í forhøllini í Havnar Bio mikukvøldið, tá Filmsfelagið skipaði fyri fyrstu føroysku biografsýning av nýggja heimildarfilminum "Heartist". Filmurin, sum varir ein tíma, lýsir listakvinnuna á Eiði, Sigrun Gunnarsdóttir. Tað var útselt í Havnar Bio, sum í dag er einasti biografur í landinum. Havnar Bio sýnir filmin aftur í dag, í morgin og ovurmorgin. Tað eru Marianna Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi, sum í fýra ár hava leikstjórnað filmin, sum Rógvi Rasmussen hevur fotograferað og felagið hjá Jón Hammer, KYK Myndir, hevur framleitt. Á niðastu myndini síggjast øll tey, sum vístu filmin fyri innbodnum í Kolshøll í skúlanum á Eiði hin 11. mars. Undan sýningini innleiddi Ole Wich frá Filmsfelagnum við hesi heilsan til høvuðspersónin, Sigrun: Jeg har kendt Sigrun i en årrække. Blandt andet gennem arbejdet i Føroysk Myndlistafólk, mens jeg var formand, hvor hun sad som vores repræsentant i Listasavn Føroyas bestyre