Skip to main content

Stuttfilmskvøld


Klassiska skuggamyndin, sum í amerikanska filminum Casablanca og donsku sjónvarpssendingini Bogart, bjóðaði til føroyskt filmskvøld í Norðurlandahúsinum í kvøld, har eg hevði loyst billett til stólin L21 (Myndir: Birgir Kruse)

Í kvøld var føroyskt stuttfilmskvøld í Norðurlandahúsinum. Sýndir vóru sjey nýggir stuttfilmar í hesi røð: Magma, Stev, Sigarett, Toilettet, Køkkenet, Mens bladene falder og Passasjeren. Hóast øll upphavsfólkini, Marianna Mørkøre, Rannva Káradóttir, Andrias Høgenni, Heiðrikur á Heygum, Katrin Ottarsdóttir og Sakaris Stórá, eru føroysk, vóru bara tveir av filmunum, ið høvdu føroyska talu.

Mest avbjóðandi filmurin, bæði tá umræður estetikk og søgu, var hin fyrsti, Magma. Í óvanliga stuttorðaðu skránni hjá Norðurlandahúsinum ber filmurin undirheitið Eksperimenterandi stuttfilmur. Filmurin er greitt surrealistiskur og leiðir tankarnar aftur til Luis Buñuel og Salvador Dali, tá teir í 1929 gjørdu stuttfilmin Andalusiski Hundurin. Filmurin hevur ikki vanliga søgugongd, ella plot, men er ein visualisering við skilvísi, sum kanska er tikin úr dreymi. Stuttfilmurin Magma fylgir hesum stíli og leggur við elektroniskum ljóði ein ófrættakendan farra omaná. Mongu livandi, men tó automatiskt repeterandi persónarnir í svart-hvítu søguni, tykjast sum partar av eini lívfrøðiligari ringrás, kanska sáðkyknur, ið herja á teg framanífrá og so fara framvið og síggjast aftanífrá, alt samalt úti í føroysku náttúruni. Spennandi visuel uppliving, sum er millum gamla surrealistiska klassikaran og nútíðar rokkvideo av avantgarde slagnum. Filmurin stendur seg eisini væl á stórum veggi, uttandura. Marianna Mørkøre og Rannva Káradóttir leikstjórnaðu og framleiddu. Filmurin varir fimm minuttir.

Stev er ein one-take filmur í 37 minuttir. Tað er hin ungi og ídni Andrias Høgenni, ið hevur leikstjórnað eftir egnum handriti. Ein nútíðarsøga úr Havn, av Farstøðini og niðaneftir, har tveir vinmenn skulu siga einum triðja farvæl, tí hann fer til Danmarkar at lesa. Originalt set-up. Vit fylgja teimum, uttan slit, í samfullar 37 minuttir, tí heitið one-take. Evnið er útlongsil, men eisini stættarmunurin og samskiftistrupulleikin millum tey lærdu og ólærdu. Nakað drúgvur leikur, sum gerst smidligari, sum leikur fer.

Eisini í triðja filminum, Sigarett, er evnið útlongsul. Hetta er annar filmur hjá Heiðriki av Heygum, eg havi sæð. Visuelt er hann meiri spennandi enn í fyrra filminum, serliga tí at myndaskiftini eru so avbjóðandi vágin. Ekstrem í summum førum. Søgan, ið hevur ein inniligan dám, er munandi betri avmáld til stuttfilm, enn í fyrra førinum og so eydnast Heiðriki fyri fyrstu ferð í Føroya søgu at gera gjøldur burtur úr fótbólti. Frálíkt. Hetta er ein søga um ung í Havn, sum ikki spæla fótbólt. Serliga góður tyktist mær viðleikarin, Brynjolfur av Heygum, at vera. Filmurin vardi í tólv minuttir.

Eftir ein drúgvan steðg vísti Katrin Ottarsdóttir tveir spennandi svart-hvítar stuttfilmar, sum skulu vera fimm, tá teir eru lidnir. Filmarnir eru úr einum húsum og hava tí savnandi heitið Lejlighedsminder. Hesir báðir fyrstu vóru Toilettet og Køkkenet. Dóttir Katrina, Hildigunn, spældi í báðum filmum. Meðan fyrri parturin var so sum so, dámdi mær stak væl seinna partin úr køkinum, har tað eydnaðist at mana fram ein illan anda í húsinum, ommuna, og hennara ræðslu fyri sjúkum. Hugtakandi, tá nýkókaða knettið varð tikið upp í nevan og kroyst, sum var tað bróstið á ommuni. Ja, ótrúligt og ikki sæð fyrr á filmi. Saman við stóra køksknívinum fekk brotið meg at hugsa um gjøgnumskorna kvinnueygað í Andalusiska Hundinum, meðan mánin fer framvið. Ein serstakliga sterkur stuttfilmur, sum boðar frá eini spennandi heild, tá allir fimm húsafilmarnir hjá Katrini eru lidnir. Filmarnir eru fimm minuttir hvør.

Imens Bladene Falder, við undirheitinum drama, er annar av filmunum á skránni í kvøld, sum Andrias Høgenni hevur leikstjórnað eftir egnum handriti. Á filmi úr Odense innleiddi hann sjálvur søguna, ið er um ein veikan ungan mann, mammu hansara og eina – kanska – systir. Tónleikurin er eftir Rasmus Rasmussen, eins og í Passasjeren. Filmurin hjá Andriasi varir fimtan minuttir og er gjørdur í Odense, har tey stuðla filmi, hava filmsverkstað og filmfestival. Mongu avrikini hjá Andriasi Høgenni stava frá Klippfiski, sum Tórshavnar kommuna stuðlar. Ja, og so Kringvarpið, sum letur høli. Syndarligt, at ung føroysk filmsfólk fáa so lítlan stuðul. Men nakað verður latið. Á heimasíðuni hjá Mentanargrunni Landsins verður upplýst at í ár hava trý filmsfólk fingið stuðul: Heiðrikur 40.000 kr, Trølla Pætur 30.000 kr og Sakaris Stórá 10.000 kr. Tað er so altíð nakað, hóast eg ikki veit, hvør hevur søkt og hvør viðgerðin hevur verið. Men ikki er hon prangandi, ársupphæddin til føroyska filmsgerð.

Eftur sum nýggi filmurin hjá Anton Petersen Skýming varð tikin av skránni, tí ljóðið var ikki liðugt, bleiv hin meistarligi Passasjeren hjá Sakarisi Stórá sýndur at enda á stóra løriftinum í Norðurlandahúsinum. Mítt ummæli av filminum sæst her. Nakrar myndir frá stuttsøgufilminum hjá Antoni Petersen síggjast her.

Eitt frálíkt kvøld við stuttfilmi er komið at enda.