26.4.09

Filmur í túninum




Filmsliðið í túninum í Nólsoy. Aksel koyrir traktorin, Anton leikstjórnar, Rógvi filmar og teir báðir Hjálmar og Hans eru leikarar í lastini. Heitið á novellufilminum hjá Anton er 'Skýming' (Myndir Birgir Kruse)

Tá vit sunnudagin vóru í konfirmatión hjá Mariu í Nólsoy, rendu vit okkum í ein traktor við fullum monnum. Teir koyrdu aftur og fram og sungu sunnudagsskúlasangin Djúp og breið og álendsku vísuna Vem kan segla forutan vind. Upp í saman og aftur og fram.

Tá vit komu nærri sóu vit at hetta var eitt filmslið, sum í ramasta álvara tók upp ein film í Nólsoyartúni. Hetta er ein novellufilmur, sigur Anton Petersen og upplýsir at heitið, ið er inspirerað av Bergman, er Skýming.

Í filminum er høvuðsleikarin rýmdur úr einum parlagi í Havn og endar í Nólsoy. Leikarar í hesum broti eru Hjálmar Dam og Hans Tórgarð.