Traðrirnir knýta seg á bryggjuni, har taxasjáførurin Erik fær ein óvæntaðan mann í bilin (Myndir úr filminum Passasjeren, Sakaris Stórá 2009)
Í postinum um dagarnar kom ein stuttfilmur á fløgu. Poststemplaður heima á Sandi og við avsendara í Skopun. Sakaris Stórá er navnið.
Varnaðist navnið í apríl, tá filmsstevnan Vársól var í Havnar Bio. Tá var fyrsti filmur hansara Ikaros sýndur sum forfilmur. Við briljantum teknikki var frásøgustílurin lágmæltur, men intensur. Ein desperado av bygd, ið segði mær nógv. Uttan tey mongu orðini. Cleancut.
Lati brævbjálvan upp og leggi fløguna í Sonyspælaran við umfarsljóði. Filmurin startar. Heitið er Passasjeren. Dialogurin er norskur við enskum undirteksti. Lágmæltur og intensur. Ja, niðursjóðaður dramatikkur. Ein nútíðar tragedia í steinoyðuni á bygd, har lítið verður mælt og minni hendir. Søgan er leikandi einføld og tó samansett sum eitt mysterium. Klassiskt og væl frágingið.
Myndirnar undirstrika sama strenga einfeldni, ið bara sæst, har eingin vil búgva. Á bygd. Fokus er fokus og restin er vekk.
Søgan er sterk og kanska alt ov góð at avdúka. Men burturúr spinnur filmslistamaðurin Sakaris Stórá eina poetiska søgu um beiskleika millum faðir og son. Beiskleikin er so steinrunnin at teir ikki vita, ella vilja vita, hvør av øðrum, hóast teir í steinoyðuni koyra eftir somu brúgv í sama bili. Fantastiskt. Teir góðar níggju minuttirnar filmurin varir, fer hann gjøgnum merg og bein.
Hesin filmur definerar hvat stuttfilmur er, tá hann er bestur. Fyri at brúka eitt bókmentunarligt hugtak, vil eg siga at Passasjeren er ein heilrunnin yrking, ið nemur teg og við nærum ongum orðum sigur eina søgu, ið gamaní er á norskum, men annars er leys av tíð og staði. I filmisku steinoyðuni á bygd er hetta ein stór visuell uppliving.
Eins og í Ikaros hevur Rasmus Rasmussen gjørt tónleikin. Hesuferð spælir Rasmus Ræðandi skíggj og Regn í januar. Gittartónleikurin leggur seg natúrligani aftur at fortaldu søguni og skapar eina eleganta heild.
Cast og crew: Passasjeren
Erik: Eivind Larssen
Pápin: Ole Jørgen Farstad
Maria: Malin Kleiva
Manuskript og leikstjórn: Sakaris Stórá
Cinematografi: Anders Øvergaard
Tónleikur: Rasmus Rasmussen
Longd: 9:27 min