Skip to main content

Ljós í myrkri


Undir enska heitinum LIGHT FROM DARKNESS og undirheitinum Photographs from the world of metal music fara teir tríggir finsku fotografarnir Eija Mäkivuoti, Susanna Honkasalo, Markus Paajala og týski fotografurin Jens Nolte, at sýna fram verk í Finnlandi í summar. Framsýningin letur upp í sambandi við Tuska Open Air Metal Festival í finska høvuðsstaðnum Helsinki 28. juni, har Nightwish stendur ovast á breddanum. Finsk-føroyska vinafelagið, Tjaldur, danska sendistovan í Finnlandi og tíðarritið Inferno stuðla fotoframsýningini, har limir í Hamferð ferða til staðar.


Tey fýra myndlistafólkini brúka myndaevni úr júst hesum umhvørvi, men við ymsari tilgongd, perspektivi og tematikki. Í felags tíðindaskrivi siga tey fýra myndlistafólkini at ”Photography is a way to live in the moment, take part in them and capture these moments to display your own vision. This includes a will to dig a bit deeper, a will to let glimpses of the passion, joy and intensity of expression that all are a part of our metal culture surface.”


Eija Mäkivuoti sýnir fram myndir av føroyska dómmetall bólkinum Hamferð. Sjálvt myndaevnið er konsertin Ferðin til Heljar, sum var í Føroyum og Íslandi. Um føroyska dómmetalbólkin verður sagt í enska tíðindaskrivinum í dag at Hamferð 'draws its inspiration from the toilsome and sorrowful depths of Faroese history and the Faroese culture.'


Eija Mäkivuoti, omanfyri, segði í fjør at Føroyar vóru hennara annað heim. - Eg eri fotografur úr Finnlandi og mítt fyrsta samband við Føroyar var gjøgnum tónleik, sigur Eija í samrøðu við BirkBlog. Hon arbeiddi fyri Kulturkontakt Nord í Helsingfors í nøkur ár og í tí sambandi var hon fyrstu ferð í Føroyum í apríl 2007, og tá møtti hon nøkrum av limunum í tungmálmsbólkinum SIC. - Upprunaliga fotograferi eg listafólk, eri artist photographer, men havi eisini arbeitt á listasøvnum, oftast við KT og list á netinum. Eftir at hava møtt SIC, gjørdi eg í 2008-2010 eina dokumentarrøð, sum bleiv til eina framsýning um føroyska tónleikabólkin undir heitinum Fighters They Bleed í fotogallarínum Hippolyte í Helsingfors í desember 2010. Síðani eru komnar fleiri uppgávur í Føroyum, tær nýggjastu eru sjónleikurin Breaking the Waves á Tjóðpalli Føroya og tungmálm konsertin Wacken Metal Battle Føroyar 2012 í Sjónleikarhúsinum og fyri vinnandi bólkin Hamferð. So vit kunnu siga, at Føroyar eru nú vorðnar mítt annað heim, my second home. Stórur partur av mínari tilveru snýr seg um tungmálm, metal music, og ikki minst tey fólk, sum eins og eg eru áhugaði í júst hesum tónleiki. Hetta er ein serlig mentan og listagrein, og á onkran hátt lukkast okkum altíð at skapa sambond, hvar vit so eru í heiminum. Vit eru ein stórur vinaskari. Men sjálvandi er hetta bara ein partur av mínum áhugamálum. Eg gleðist um tónleikin, so tað at fara á konsertir og hoyra livandi framførslur er bæði fyri egna gleði, men eisini professionelt arbeiði, tá eg taki myndir. Umframt film, sjónleik, bókmentir og myndlist, er tónleikur ein serliga týðandi listagrein fyri meg. Og so at taka myndir, sjálvandi eisini, sigur Eija Mäkivuoti og leggur afturat, at hóast tað kann tykjast so, so eri eg ikki fegin um tatoveringar, men nógv fólk í hesum umhvørvi hava tær, sigur Eija Mäkivuoti. Tríggjar vikur í juli verður hon aftur at síggja í Føroyum. Myndaaktuelli dómmetall bólkurin Hamferðum spældi í Dómkirkjuni beint eftir ársskiftið. Konsertin skapti kjak í Degi og Viku, og varð evni í várblaðnum fyri Kirkjuráðslimir, har spurt varð um tað var rætt, at kirkjan læt dyrnar upp fyri tiltøkum, sum í vanligari fatan ikki eru evangeliserandi.