19.1.13

Biðið, so skal tykkum verða givið


Fríggjadagurin var hendingaríkur í Havn. Sum bíbliuorðið á vegginum í Havnar kirkju hevur sagt í allar okkara dagar, so ber til at biðja, og tað á so ymsan hátt. Til henda dag høvdu ungu menninir í dómmálmsbólkinum Hamferð við faldaðum hondum biðið um loyvi at brúka Dómkirkjuna til konsert við egnum sangum.


Men langt var til kvøldið. Eftir eina viku við krími, byrjaði mín arbeiðsdagur við einum øðrum slagi av bøn. Tað var skúlabønin um framtíðar bókina, sum skal verða samvirkin, og tí kann kallast ein s-bók. Men her skulu nógvar bønir svarast, skal tað eydnast at skapa samvirknar bøkur, sum ikki eru á prenti og enn minni fara um ein vanligan handilsdisk. Bønin er til mannin í erva, mentamálaráðharran, at fáa fígging at menna hesa tøkni og gera hana hóskiliga og innihaldsríka til okkara endamál, sum lesiætlanirnar siga á øllum stigum í føroyska skúlanum. Her er tað mín starvsfelagi Dorit Hansen, sum við opnum hondum greiðir miðnámslærarum frá um eina ætlaða s-bók í enskum, sum Nám mennir saman við danska forlagnum Systime.


Eftir arbeiðstíð er móttøka í Norðurlandahúsinum fyri Sif Gunnarsdóttir, sum er nýsettur stjóri í Norðurlandahúsinum. Føroyska umboðið í stýrinum, Andrea Heindriksdóttir bjóðar vælkomin, og gevur Sif orðið. Hon er livandi og beint fram fyrikomandi, og bjóðar øllum føroyingum til mentanarligt og listarligt samstarv, eisini í nýggjum skapi, sum ikki partú nýtist at vera inni í hesum vakra húsi, sum í ár fyllir tretivu. Upplýst varð eisini, at Erlendur Patursson, sum av fyrstan tíð reisti málið um eitt tílíkt hús í Føroyum, hevði verðið hundrað í ár, hevði hann livað. Her er einki undirskot av demokratii, men útrættar hendur, ið svara okkara bønum um mentanarligt virksemi.


Í Degi og Viku er almenni virðislønarmóttakarin, Tóroddur Poulsen, gestur og vangamynd í práti við Sigrúna Brend. Prátið er frálíkt og undirskrúvað á ein Tóroddskan máta. Herligt. Hann hugsar um at fáa botox og hárviðgerð fyri pengarnar, sum kanska einaferð koma á konto. Spespei í øðrum potensi.


Seinni er Dómkirkjutúnið skuggafult við biðandi fólki. Til høgru í myndini síggi eg ryggin á Hanusi G. Johansen, sum nýliga gav út fløguna Á fold eru túsund gudar. Og meðan bíðað verður at klokkan slær átta, síggjast skuggar av headbangarum upp eftir dómkirkjuvegginum.


Øll tey grønu og ókeypis atgongumerkini vóru seld og einki pláss var eftir í Havnar kirkju. Áhoyrarar, við grønum oyraproppum, vóru so disiplineraðir at konsertin kundi byrja ein hálvan tíma fyrr enn ætlað. Her er atgongumerkið, Sálmabókin, skráin fyri konsertina og ljóðmaðurin.


Gudmund Mortensen, sum vanliga er organistur í Dómkirkjuni, men hetta kvøld hevði latið Mattias Kapnas urguna, greiddi frá um praktisk viðurskifti. Á niðaru myndini hómast Mattias við kirkjuurguna, aftast, mitt fyri.


Uni Næs, dómprovstur, bjóðaði vælkomin og greiddi frá, hvussu tiltakið varð komið í lag við eini bøn frá monnunum í Hamferð fyri hálvum ári síðani. Og tað var sum í sálminum Lat hurðar upp, ger borglið breið. So var tøgn í ein minutt og konsertin kundi byrja.

 

Umframt Theodor Kapnas, sum sæst omanfyri við gittaranum framman fyri altarinum í Havnar Kirkju, eru teir sum spæla í Hamferð, sangarin Jón Hansen, gittarleikarin John Egholm, keyboardleikarin Esmar Joensen, bassleikarin Jenus í Trøðini og trummuleikarin Remi Johannesen.


Karismatiski sangarin, Jón Hansen, er av Norðoyri. Eg eri púra paff av hansara pallstíli og ræddarspenni á hesi konsert, ið er sum ein bátsferð við rivnum seglum og tungum árum, ið stinga niður í heljardýpið, har bert náðileyst growl er at hoyra. Eitt frumljóð, ið rekur framvið borðinum og spennir djevulska ryggin undir smekru skútuna, ið er um at kollsigla, men tó dukar fram á leið. So er røddin átøk PJ Proby, sum fyrst í sekstiárunum skræddi buksurnar, sum hann spenti seg út at syngja á tátíðarinnar stramma palli. Og í næstu løtu er Jón av Norðoyri ein breiður baryton croonari, sum var tað Morrisey, ið stóð fyri okkum, men í næstu løtu er hann so fyltur av sniðfundigum mátti og fingraspæli upp eftir mikrofonini, framm fyri seg og út í luftina, at nú er hann hin dramatiski wamp performarin Scott Walker, við einum ferili av hinum hástemta rokkaranum Geoff Tate úr Queensrÿche, allir tilsamans við altarið eitt fríggjakvøld í Havn. Á denn náði, sum niðanfyri verður lýst í nýggju støðumyndum. Klikk á myndirnar og tær verða størri.


Hamferðin í Havnar Kirkju endaði við sálmi nummar eitt Harra Guð, títt dýra navn og æra, sum Petter Dass yrkti í 1698 og Jákup Dahl týddi í 1925. Tórshavnar Manskór undir leiðslu av Bjarna Restorff sungu við. Umframt at vera hátíðarlig, var løtan eitt sindur burlesk eisini. Nakað sum at síggja og hoyra finsku Leningrad Cowboys saman við Reyða Kórinum hjá Russiska Herinum. Hátíðarligt, men eisini festligt.


Seint um kvøldið er undanfrumsýning í Havnar Bio, har tey vísa nýggjasta filmin hjá amerikanska  pastisjumeistaranum og harðskapsestetikaranum Quentin Tarantino, Django Unchained. Undirhald í toppklassa, har svarti trælurin Django møtir hvíta Franco Nero, sum fyrr spældi Django, sum var ein spagetti western hetja.


Tá tú eftir góðum tveimum tímum undrast yvir vakra filmin og samanflættaðu søguna, og fer at grunda yvir, um Tarantino hevur slept blóðiga frásagnarkynstrinum, vaknar tú bráddliga, og verður sannførdur um, at so er ikki. Tarantino er enn blóðmeistarin á filmi. Her er splish splash í allar ættir, við ljóði og liti, sum aldri er sætt áður á filmi.


Tarantino er hin sami. Her er alt sum vanligt. Tó, ein innvavd søga er ikki sædd fyrr í kovboyfilmi. Tað er søgun um Brynhild úr Sjúrðakvæðunum. Ella rættari, týska Nibelungenlied og søguni um Siegfried Fafnersbane og hansara ætt. Týski skattaveiðimaðurin, Dr. King Schultz, møtir trælinum Django og keypir hann úr trældómi, tí hesin kennir allar teir eftirlýstu bandittarnar á Texasheiðini. Men Django er giftur og konan er trælur hjá Calvin Candie í Candylandi. Hon er uppvaksin hjá týskum harrafólki og hevur tí fingið navnið Broomhilda Von Shaft. Og so er fer harra Shultz at siga søguna um Brunhilde (Brynhild) og Siegfried (Sjúrður) og um ormin og sanniliga eisini um Wagner.


Tey bæði, Django og Broomhilda, síggjast omanfyri. Eg vil ráða øllum til at síggja henda myndaríka og í innihaldi serstakliga samansetta kovboy- og trælafilm, innan orðaríki stórfilmurin hjá Spielberg um Lincoln kemur á løriftið í Havnar Bio seinni í mánaðinum. Nei, sanniliga sigi eg tykkum, í Havn er einki demokratiskt undirskot. Men tað kemur ikki av sær sjálvum, demokratiið. Í fluttari merking er tað at vera áhaldandi í bønini, sum Paulus skrivar til Kolossumanna. Áhaldandi at biðja um og at sleppa at brúka eitt liviligt rúm í mentaðu Havnini. Takk fyri ein góðan fríggjadag!