Í dag varpar Sosialurin ljós á tær kirkjukonsertir, sum hava verið í seinastuni. Orsøkin er, at næsta vikuskifti halda kirkjuráðslimir ársaðalfund. Aftur við Sosialinum havi eg tikið upp í lógvan av teim ovurhonds mongu bókum, sum á føroyskum siga frá um kirkju og gudstrúgv, frá teim yngstu til tey elstu, saman við tí, sum eg sjálvur havi skrivað um tvær av umrøddu konsertunum
Gamla trettanda kundi kirkjugangarin, ið ikki visti betur, fáa ta fatan at tey sótu á kjørbreyt í Dómkirkjuni. Tungmálmsbólkurin Hamferð hvesti sær amboðini á altarinum og fólk fingu proppar at seta í oyruni. Kirkjan var fulsett og tey, ið høvdu hug, kundu lata eitt oyra í bússuna. Áhoyrararnir vóru so disiplineraðir at konsertin kundi byrja ein hálvan tíma fyrr enn ætlað.
Gudmund Mortensen, sum vanliga er organistur í Dómkirkjuni, men hetta kvøld hevði latið Mattias Kapnas urguna, greiddi fremmandu gestunum frá um praktisk viðurskifti, og Uni Næs, dómprovstur, bjóðaði vælkomin. Hann greiddi frá, hvussu tiltakið varð komið í lag við eini bøn frá ungu monnunum í Hamferð fyri hálvum ári síðani. Og tað var sum í sálminum “Lat hurðar upp, ger borglið breið”. Her var eingin forðing og kirkjan stóð opin. So var tøgn í ein minutt og konsertin kundi byrja.
Teir, sum spældu í Hamferð, eru sangarin Jón Hansen, gittarleikarin John Egholm, keyboardleikarin Esmar Joensen, bassleikarin Jenus í Trøðini og trummuleikarin Remi Johannesen.
Karismatiski sangarin, Jón Hansen, er av Norðoyri. Eg var púra paff av hansara pallstíli og ræddarspenni á hesi konsert, ið var sum ein bátsferð við rivnum seglum og tungum árum, ið stinga niður í heljardýpið, har bert náðileyst growl er at hoyra. Eitt frumljóð, ið rekur framvið borðinum og spennir djevulska ryggin undir smekru skútuna, ið er um at kollsigla, men tó ber fram á leið. Á denn náði, vil ungi tónleikaelskarin helst siga.
Hamferðin í Havnar Kirkju endaði við sálmi nummar eitt “Harra Guð, títt dýra navn og æra”. Tá sungu Tórshavnar Manskór undir leiðslu av Bjarna Restorff eisini. Umframt at vera hátíðarlig, var løtan eitt sindur burlesk eisini. Nakað sum at síggja og hoyra finsku Leningrad Cowboys saman við Reyða Kórinum hjá Russiska Herinum. Hátíðarligt, men eisini festligt.
Fyrsta várdag lat Kvívíkar kirkja dyrnar upp fyri konsert við sangum hjá Leonard Cohen, sum fimm føroyingar tulkaðu. Tey vóru Hanus G. Johansen, sum spældi gittar, Edvard Nyholm Debes, sum spældi kontrabass og klokkuspæl, Kim Hansen, sum spældi á klaver og munnharmoniku, Petra Iversen, sum spældi á tamburin og kazoo og Anna Maria Olsen, sum spældi á trummu og kazoo. Og øll sungu tey sum einglar.
Theodor Olsen, prestur, leiddi kvøldið við frágreiðingum um Cohen og teir sangir, sum kirkjufólkið hoyrdi. Kann vera, at ikki allir sangir eru yrktir til at verða sungnir í kirkju, men saman við inngangsbøn og útgangsbøn og góðu frágreiðingunum, skapa teir tilsamans eina vælveru í kirkjuliga rúminum, sum akustiskt er so framúr til konsertir av hesum slag. Tú ert í góðum selskapi við Cohen í Kvívíkar kirkju. Ja, ivaleyst í øllum kirkjum og samkomuhúsum.
Hetta er eitt frálíkt hugskot at lata kirkjuna upp fyri alternativum tónleiki við einum ávísum tema, sum til dømis tá Hamferð slapp at spæla hart í Dómkirkjuni. Í Kvívík var tónleikurin ikki so ágangandi og elektriskur, men heldur undirspældur við nógvum ríkum akustiskum frábrigdum, sum alla tíðina bygdu á skilligu orðini. Lagaliga fylgispælið og væltrimmaðu røddirnar stuðlaðu so væl undir skránna við Cohen sangum, at ofta varnaðist tú ikki, hvør sangur tað var akkurát nú. Tað fleyt, sum eftir ánni. Á, denn náði, kundi Choenfjepparin sagt.
Eins og tú ert í góðum selskapi við Cohen í Kvívíkar kirkju, vóru vit tað eisini við Hamferð í Dómkirkjuni. Og sangir hjá írsku U2 høvdu eisini staðið seg væl frammfyri altarinum í eini føroyskari kirkju. Sum til dømis Gloria, I still haven't found what I'm looking for, Until the End of the World, The First Time, Wake up Dead Man og Peace on Earth. Og ikki at gloyma avstralska eingilin úr Gamla testamenti, Nick Cave. Møguleikarnir eru nógvir at finna gudaborið tilfar at bera fram í kirkjuni í føstu.
Hóast kirkjan í mong ár hevur verið fastur pallur hjá Føroya elsta festivali, Summartónum, so hava vit hetta seinasta árið upplivað, at kirkjan verður brúkt til film, sjónleik og tónleik, sum varpar eitt nýtt andligt ljós á tilveruna, uttan tó at verða evangeliserandi