Skip to main content

Verður størsta skomm enn ljótari?

 

Foto: Katrin Holm

Fólk, ið publisera, seta fram, tað tey skriva, plaga við ársenda at gera upp, hvat varð mest lisið. Og tað er ongin ivi um, hvat blogglesarin hevur havt áhuga fyri í undanfarna ári.

Men innan vit koma til mest lisnað evnið í ár, fari eg at steðga á við útvarpsprátið, sum Armgarð Arge hevði við Eyðun Andreassen um hetta sama, at gera upp við ársenda, eitt ritual, ið skal gera upp við alt tað, sum er sloppið at órudda í huganum, at gera talvuna reina, so mentali móttakarin aftur kann koma á beint og verða hin besti og reinasti at taka ímóti nýggja árinum og øllum tí, sum koma skal. Ein beint fram positivistisk hugsan um mentalt reinføri, har øll, ár eftir ár, vilja øllum tað besta, og seta akkumuleraða lortasekkin frá sær einaferð um árið. Lúka út og koyra burtur.

Men hetta er ikki galdandi fyri byggiharrar, sum sita á pengunum, ið ikki longur yngla í bankanum. So er at byggja uppí, út ella upp. Langt upp. Hetta er ein oyðileggjandi konstantur, sum ikki tekur við lærdómi, hóast vit eiga bestu arkitektar. Estetiski lortasekkurin stendur um at bresta í Føroyum.

Árvakni lesarin er helst longu komin eftir, hvat mest lisna evnið er á blogginum í undanfarna ári.

Tað er fagurfrøði, estetikkur, í bygging og búseting, beint har, sum fólk búgva og altíð hava búð, til tey bráddliga verða órógvað av stórskreytsætlanum, sum vit fyrr bara hoyrdu um í framhaldssøgum um Bør Børson í Útvarpinum.

Her er ein bloggur úr Havn, sum var hin mest lisni. Í einum øðrum bloggi um sama evni, verður tikið saman um estetisku støðuna í Føroyum í einum fyrilesturi á Eiði. Har verður sagt um Varðan Pelagic á Tvøroyri, at bygningurin ”stendur sum landsins størsta skomm har suðuri í annars best varðveitta søgustaði í landinum.”

Foto: Reidar Simonsen

Tá stórskreytsætlanin - púra lógliga - flytir í títt egna tún, gerst upplivingin undarliga fremmand. Allastaðni tekur hon útsýnið, og mutar ein granni ímóti, so verður hann ella hon stemplað sum eitt útskot av einum ella øðrum slag, sum ikki passar inn í nakað skipað bygdalag. Tað hava vit hoyrt og upplivað fyrr.

Tí er tað rættuliga lagaligt hjá kommunu og lokalkapitalismuni at trumla allar ætlanir ígjøgnum. Her er jú eingin, ið talar borgarans søk, og eftirlitið, sum skal eitast at vera, hevur higartil bara hjálpt og skunda undir tílíkar ætlanir. Tað er sjón fyri søgn.


Nú er aftur komin fram ein stórskreytisætlan við 60 metra høgum skorsteini fyri kirkjuna á Tvøroyri, har býurin longu frammanundan er oyðilagdur av arkitektoniskum kistum, ið grava og fjala allar teir søguligu bygningar, ið har eru og hava verið í øldir, men nú eru innibyrgdir, eisini hin mest lívligi, sum nú er deyður.

At oyðileggja og síðan gremja seg um tað oyðilagda er ein heimligur spesialitetur. Tað kann vera eitt grótbrot, eitt anus mundi, ella ein handilsbygningur ella verksmiðja, sum bara poppar upp har tú minst væntaði tað, alt samalt í navni framburðsins. Og hvør vil ikki framburð. Tú ert eitt skarn, vilt tú ikki hann, framburðin.

Estetikkur er so áhugaverdur hjá lesarum, at eg vil mæla til, at hann verður serstakt skeið á øllum kvøldskúlum og á Setrinum. Estetikkur í dag, hildin upp móti søgunnar alin. Men kanska er hann tíðarleysur, estetikkurin, eins og trongdin til oyðileggilsið hjá teimum, ið eiga stórskreytsætlanir. So mikið áhugaverdari er skeið eitt, estetikkur, sum er fortreytin fyri at sleppa á skeið tvey, oyðileggilsi.