Skip to main content

Minnið skal grógva í lendinum

 

Minnið skal grógva í lendinum. Soleiðis stóð at lesa í eini bók, sum vit lósu hjá Eldbjørn á Oyrarbakka skúlaárið 1974-75. Bókin var um ein einalærara, ið sum tað fyrsta vaskaði rútarnar í bygdaskúlanum, tí fyrri lærarin helt, at opna útsiktin órógvaði næmingarnar. Tí hevði fyrri lærarin hvíttað rútarnar. 

Men nei, hesin nýbyrjaði, sum í lesibókini æt Johannes við eftirnavninum Vig, og sig tað ikki ov skjótt, tí so verður tað Svig, sigur høvundurin ávarandi, meðan hann konstaterar: 

Lendið skal ikki fjalast, nei minnið skal grógva og vaksa í tí sjónliga lendinum.

Estetikkur er evnið í dag.

Og eg eri komin beint úr Havn. Býnum, har tey hata estetikk.

Sum bloggari rakti eg herfyri rekord fyri lesing av einum og sama bloggi í meir enn fimtan ár. Tað var um ein serstakliga ljótan bygning í Havn, sum bara poppaði upp á alfara vegi.

Ein granni, og journalistur, vísti til byggsamtyktina fyri Tórshavnar kommunu, paragraff 28 og stykki 8, samtykt í 2017, og sum innrammar hugtakið estetikk, og ljóðar soleiðis í alra manna eygum, og kanska skulu vit reisa okkum sum í kirkju meðan eg lesi:

”Allar útsíður á húsum, ið eru fríar, skulu gerast úr slíkum tilfari og vera soleiðis viðgjørdar, t.d. málaðar ella pussaðar, at tær saman við teimum húsum, ið standa í nánd, geva góða heildarmynd. Eisini skulu húsini í sniði og útsjónd yvirhøvur vera soleiðis, at tey fella væl inn í lendi og grannalag.”

Soleiðis er estikkur defineraður í byggisamtyktini, sum eingin heldur, í býnum har øll hata estetikk. Helst tí, at tey ongantíð hava upplivað at funktionalitetur og estetikkur kunnu ganga hond í hond. Bara tú fert rætt fram og fyrst politiskt velur, og síðan fakliga konsulterar tey røttu fólkini við sansi fyri trivnaðar- og byggifakligheit.

Og so fotograferar systkinabarnið, sum býr niðanfyri Marknagil, útsýnið av terassuni og niðan í hagan ein sólskynsmorgun í Havn, har tey nú lossa konteynarar inn í fýra hæddum. Rein spekulatiónsbygging í eini tíð við bústaðarneyð og alt ov nógvum pengum. Alt er til sølu, eisini innfluttir konteynarar at búgva í. Og tað beint við Hotel Føroyar, sum síðan 1983 hevur álagt sær sjálvum at byggja í lendið, og ikki ímóti lendinum.

Tá reagerar aftur ein journalistvinur. Okkara millum sigur hann:

”Henda spekulatiónsbyggingin tekur útsýni frá fjallakonturunum. Tað er strangliga bannað. Tað segði ein arkitektur og býarplanleggjari. Hetta er verri enn í ringastu Gong-Skaale-tíðini, tá eitt skítbýtt og eitt skítfult stýrdu býnum.”

Kundi ikki verið meira samdur í eini knappari vending á Norðhavinum, tá byggistøðan í Havn skal lýsast.

Men bíða bara. Tað er sum í ævintýrinum um Hodja, eg skuldi blíva klókari, tí í Havn er tað so, at vanvirðingin fyri estitikkinum yvirhálar seg sjálva og gerst bara verri og verri.

Ein reklamumaður postaði mynd av Vaglinum, ikki her á Eiði, men suðuri í Havn, og sigur soleiðis um estetikkin í høvuðsstaðnum beint nú:

”12 milliónir til eina falska Havnará er pínligt. Og forðar fyri, at tann veruliga Havnará kann koma fram í framtíðini. Hetta er ein verkætlan, sum gevur inntrykk av, at her er alt í fínasta lagi: Her er reint, og alt er væl vorðið. Men tað er bara yvirflatan. Undir og rundan um undir jørð er ólag í. Eitt ólag sum býráð lítið og einki hava viljað gjørt nakað við í áratíggju. Hetta er eitt klárt dømi um, at kjak manglar um útbyggingina av býnum. At tað manglar at leggja ætlanir fyri býin. Og at draga fakfólk og borgarar í ætlanirnar. Sum er, er útbyggingin av Havnini upp til nakrar fáar politikarar og hvat stingst upp á teir, nakrar arkitektar, sum tjena nøkur oyru og eina lítla býráðsumsiting. Syrgiligt”, sigur viðmerkjarin, sum er reklamumaður í Havn.

Og nýggjasta er, at í grannalagnum hjá borgmeistaranum sjálvum, fremst fyri á vakra grøna blettinum á Glaðsheyggi í Havn, har hava tey grivið og drigið reyð rør og tjúkkar káplar, sum eg helt vera til nýggja fipurtøkni hjá Føroya Tele, sum eg rindi 700 krónur fyri um mánaðin. Men nei. Hetta er eitt opið spælipláss til børn. Bøurin uppgrivin til eina fyritøku, sum selur syntetisk spælipláss úr fjarum londum at seta inn í okkara náttúru.

Og her eru vit við kjarnan í málinum. Tá hánt verður hildið um estetikk, har fólk byggja, búgva og virka, útholast demokratiið, og fólk, sum ikki bara eru veljarar, men eisini fult gyldugir skattaborgarar, kenna seg undirmett og skúgvað til viks, sum ógyldugir samfelagsborgarar, hóast alt at síggja til er farið lógliga fram. 

So loypir fyrsta estetiska skriðan. Ein ljótur bygningur. Og har hon er lopin, kemur onnur og triðja skriðja sum amen í kirkjuni. 

At skúgva estetikk til viks er fyrsta trygd fyri skilaloysi í einum skipaðum felagsskapi, antan tað so er bygd ella býur, hvar sum helst á klótuni.

Og taka vit silvurtráðin upp aftur frá Hodja úr Pjort, so bleiv eg enn klókari, nú eg kom her norður:

Ellindur fortelur mær um fyrstu gøtuna í sóknini, har arbeiðsmenninir fingu løn, fyri av einslistum at leggja tún við steinsettum rennum á báðum síðum, so tú kundi skola heilt frá kirkjuni og oman á Hamar. Lønin varð goldin í silvurpengum og tí fekk nýskapandi Eiðisgøtan navnið Silvurgøtan, sum Óli hevur málað.

Og so varð hon løgd undir asfalt. Handverk, tún, rennur og søga. Lagt undir asfalt. 

Ikki fyrr enn Ellindur fortaldi mær søguna um Silvurgøtuna, bleiv eg forvitin og fái hug at bróta asfaltið uppaftur.

Kanska er tíggjuáraskiftið millum hálvtrýssini og trýssini eitt gott estetiskt mið, at eftirkanna, um tað nú varð so, og hvørjar avleiðingarnar blivu, í minsta lagi sum eitt tankaeksperiment.

Í trýssunum komu nýggir bygningar á Eiði. Skúlin, flakavirkið, handilin hjá Øster, Loranstøðin og húsini, til starvsfólkini har, niðri á Flatabø, og eftir hondini nýggir býlingar, sum úti á Bø. 

Men so slitnar í mínum eygum sambandið við estetikkin og funktionalitetin, tá vit meta eftir rovunum, sum liggja eftir niðri á havnalagnum. Vit tosa nú um grótkastið og nýggja havnalagið, byrgingina hjá SEV suðri á vatni, tá Eiðismenn søgdu seg fáa eitt enn størri vatn og ikki skiltu mótmælisfólkini suðri í Havn, seinni eina heila SEV støð, sum sær fín út, tí hon hevur ikonisku SEV litirnar hjá Jack Kampmann, og so eru tað allir bygningarnir niðri í fjøru á havnalagnum. 

Falleraði fótbóltsvøllurin niðri á Møl er blivin gott og funktionelt kampingpláss, nýggjur vøllur er komin í Hólmanum við húsi, stadion og so barnagarði og Korndalsbýli í sama øki. 

Skúlin er útbygdur við ítróttarhøll og gamla fimleikarhøllin er nú mentanarhøll, Kolshøll, her vit nú eru. 

Uppskot er at seta vindmyllur har loranstøðin var, men plaseringin skal finnast, so hon ikki fer beint uppá tvørs av øllum lærdómi um estetikk, og noyðir okkum at fara í kríggj við seiglívaða uppáhaldið ”Not in my backyard!”. 

Tað er lætt at sita í Havn og hugleiða um hvussu idylliskt, romantiskt og estetiskt alt var fyrr, men tað eru tit, bygdafólkið, ið skulu búgva her og liva her. 

Antin vit vilja tað ella ei, so fer spurningurin altíð at standa, um tað ber til at byggja funktionelt og samstundis eisini estetiskt, fagurfrøðiliga í ordan og sampakkandi við tað, sum bæði bestu og ringastu grannar kunnu seta orð á og liva við. 

Eisini á Tvøroyri, har eg ongantíð trúgvi mínum egnu eygum, tá eg hyggi eftir søguligu bygningunum, sum í fleiri ár hava verið fjaldir av fýrakantaðum kassum, ið forða fyri allari útsikt til tos um estetikk. 

Sum lóglýdnir borgarar befalla vit okkum í meistarans yvirvaldandi hond og sláa okkum til tols við, at yvirumsjónin traðkar til, um nakar byggiharri tekur sær óráð fyri. Men trúgv mær. Einasta ferð eg sá, at landsins eftirlit traðkaði til, var tá fýrkantaðu kassarnir, frystiboksirnar, skuldu byggjast á Tvøroyri og ikki aðrastaðni. Tað var ikki fyri at verja okkum, lóglýdnu borgarar, skattgjaldarar og estetisku eftirkomarar, men fyri at framskunda viðgerðina av byggimálinum, ið stendur sum landsins stórsta skomm har suðuri í annars best varðveitta søgustaði í landinum.

Beint nú hevur landsins Kærustovnur steðgað einum byggiloyvi frá í fjør summar við 12 hotellíbúðum úti í samantrunkaða Bakka í Havn, sum kommunan hevði givið loyvi til at byggja langt út um mark, og soleiðis skugga fyri øllum teim smáu og søguligu húsunum aftanfyri. Ikki tí, sum er, liggur økið sum eitt hol í jørðini og er bara parkeringspláss, eitt anus mundi, sum vit síggja nógv av, tá vit koyra norður eftir, til dømis ekstremt sjónliga landslagsarrið í Haldórsvík, sum er eins grefliga sjónligt og tað í Norðragøtu. Sum eg skilji, eru betri og framkomnari tankar suðuri í Barmi viðvíkjandi tí estetiska, tað er tað, sum sæst frá vegjaðaranum í Garðsbrekkuni, tá tú koyrir framvið. Her verður ikki bumbarderað óstýriliga mark- og fyrilitarleyst til allar síður.

Fara vit aftur til Havnar, so stýrdi Gunnar Hoydal fyrr útbyggingini í høvuðsstaðnum við hepnari funktionellari hond, so tað eisini var estetiskt í ordan. Annað minnist eg ikki, og eg búgvi í tí funktionella býlingi, sum hann teknaði, Tórsbyrgi.

Nú sær tað út sum Karius og Baktus standa fyri allari bygging í allari Havnini, segði ein viðmerkjari, sum skal vera ónevndur, men ikki er langt burturi.

Fólkatalið í Eiðis kommunu er nú omanfyri 800, og fólkini eru úr 20 ymsum londum. 

Hvussu framtíðin fer at laga seg, kunnu vit bara gita um. Men vit kunnu við tiltøkum sum hesum medvirka til at skapa almennan áhuga fyri estetikki, og hvussu byggisiður hjá hvørjum einstøkum sleppur at útvikla seg í okkara felags samfelag í okkara tíð. Sum so aftur verður støðið undir enn ókomnum tíðum.

Havnin hevur beint nú boðið út tvey øki til bygging í minstu búseting í kommununi, úti í Hesti, har 17 fólk búgva. Kommunala kravið er nú, at í bygdini skal byggingin bera í sær íblástur frá verandi bygdadámi. Í hinum økinum er kravið at byggingin ber í sær íblástur frá neystaskapinum og sostatt eini bygging, ið er eyðkend við sjóvarmálan í Føroyum. Sitat slutt.

So vón er fyri framman, nú høvuðsstaðarkommunan úti á teim fjarastu og minstu búeindum almannakunngerð estetisk krøv til bygging. Tað er gott, menn minnir um tær ágangandi partapolitisku royndirnar at stýra Bústøðum herfyri, har tvíhildið varð um, at tað almenna skuldi ikki elva til nakað slag av kapping, so at føroyingurin slapp at búgva, har hann vildi, og so sum ráðini vóru. Tí varð politiska kravið til Bústaðir, at fyri almennar pengar skuldi byggjast har, sum eingin vildi búgva. 

Estetikkur kann fara eina skeiva leið, tá populistar heldur enn fakfólk sleppa at bestemma, hvussu og hvar vit, sum eg vil kalla heilt vanligir føroyingar, vilja sleppa at búgva. 

Sum eina lítla anekdotu vil eg nevna, tá vit á mínum arbeiðsplássi gjørdu nýtt Føroyakort í samráð við kortmyndugleikan, og skuldu seta 1700 nøvn hjá Staðanavnanevndini á nýteknaða kortið.

Einu løtuna peiki eg á Eiði, og nevni niðri á Vatni. 

- Siga tey so, har norðuri? Spyr formaðurin í Staðanavnanevndini. Jú, sigi eg við Eyvind. Soleiðis hava tey altíð sagt. Jamen, so skriva vit tað á kortið. Tí soleiðis gera vit nøvn. Niðri á Vatni. 

Men Fagralíð, tað er eitt uppfunnið navn, sum fólk eru komin við uttanífrá. Soleiðis gera vit ikki nøvn. Í dag er tað eitt fornminni yvir Háskúlan, og tí fær tað navnið Háskúlin.

Eg komi í tankar um inngangsorðini, sum eru tikin úr søguni ”Løgneren” hjá Martin A. Hansen: Tað er í lendinum at minnið hjá næmingunum skal grógva.

Respektera vit tað, so fara øll úti um landið at minnast, at so er. Og so fer at verða liviligt sjálvt suðri í Havnini.

Takk fyri!