Kjólin skapar Helle og klæði skapa mannin. Soleiðis verður sagt í estetiserandi miðlunum og almenna handilsrúminum, har alt er til sølu, nú eins og til ævigar tíðir
Verri er við estetikkinum í gøtubílætinum í Havn. Ja, verri enn nakrantíð. Hann er farin heilt niðan í Hoyvíkshagan, estetikkurin, sum einaferð var niðri í Havn.
Eg helt at arkitektteknaðu lyktasteyrarnir, sum tryggja mesta ljós uppi í Gundadali, vóru ljótastu avrik í býarsøguni, hóast tey komu á forsíðuna á einu avísini sum meistaraverk. Men nú er kommunala minnismerkið yvir Fótbóltshavnina, ið sæst sum ein flugusmekkari heilt úr rúmdini og blendar allar bilar á Ringvegnum, yvirtrumfað av hesari monstrøsu beautybox har sum Gripsvegur, dygst við Kongaminnið, tørnar út í R.C.Effersøes gøtu.
Pínadoy, hetta er ljótt.
Býráðslimir hava sagt, at eftir royndirnar uppi við Karlamagnusarbreyt skal nú eisini byggjast so tætt og høgt niðri í miðbýnum, at tú ikki skalt síggja at eta ein bussimann, eftir at tú hevur pilkað nøs á gongugøtuni ein hásummardag.
Hvønn dag, eg koyri framvið hesi rennvørgu beautybox hugsi eg um, hvussu gomul húsini uttanum munnu vera. Havi ikki ánilsi av tí, men siga vit, at húsini uttan um grefligu betongrondina eru í meðal 125 ára gomul, so spæli eg mær við tankan um, hvussu hesin betongbunkari fer at síggja út og sampakka við umhvørvið og gøtubílætið um sama tal av árum, lat okkum siga 125 ár frammi í tíðini.
Hvønn leiklut fer hesin minnisbunkari tá at fáa í Tórshavnar býaratlasi? Verður hann skrásettur av arkitektamyndugleikanum sum ein minnis- og varðveitingarverdur bygningur fyri Havnina og tað fólkið, har býr og okkum býarbørnum, sum í ár lótu hetta verkið reisa?
Men so er ein spildurnýggjur suðurkoreanskur elbilur í reyvini, púra ljóðleysur, og parkera kann eg ikki, uttan at fáa bót, so eg koyri víðari oman eftir Bøkjarabrekku við tankanum um, hvussu bunkarin fer at halda sær, tá hann siglir meir enn hundrað ár inn í framtíðina.
Okkurt hevði Effersøe sagt, misti hann bremsurnar á Gripsvegnum og fór beint inn í beautyboxina.
- Pínadoy, hetta er ljótt, er so í hvussu er eitt uppskot um ein setning í handritinum til senuna í komandi Havnarmyndum, um lív verður lagað palli tjóðarinnar til ta tíð.
Pínadoy, hetta er blivið ljótt!