Heimskendi arkitekturin, Bjarke Ingels, 43, kundi sóla sær inni í atriumhjarnanum í Janusargøtu í Marknagili í dag, tá størsta verkætlan í føroyskari skúlasøgu, arkitektoniska meldurhvirlan Glasir varð handað Føroya fólki, umboðað av Rigmor Dam, landstýriskvinnu við mentamálum.
Talt varð við dyrnar og tilsamans 3500 fólk vitjaðu skúlan meðan opið var, tó ikki meir enn 1900 í senn. Kringvarpið stroymaði frá tiltakinum og landsverkfrøðingurin, Ewald Kjølbro, stóð fyri handanini.
- Seks ár eru nú liðin, síðani vit høvdu lisitatión til hesa framúr spennandi verkætlan, sum vit eru sera errin av at hava fingið upp at standa. Hetta er eisini uttan iva tann mest kompliseraða verkætlan, sum er gjørd her á landi, tá vit hugsa um serstaka sniðið, stórslidna arkitekturin og støddina á bygninginum, segði Ewald Kjølbro.
Hann upplýsti, at kostnaðurin fyri bygningin, ið er umleið 19.500 fermetrar til støddar, er settur at vera 636,5 milliónir krónur. Hetta svarar til 32.600 krónur, tá maskinur og innbúgv eru íroknaði.
- Samanbera vit kostnaðin við aðrar stórar byggiverkætlanir bæði her í Føroyum, men eisini aðrastaðni, eitt nú í Danmark, so haldi eg, at vit hava fingið nógv fyri peningin. Nevnast kann, at Skúlin á Fløtum her við síðuna av eftir ætlan fer at kosta umleið 33.000 krónur fyri fermeturin. Nýggi Legobygningurin, Legohouse í Billund, sum BIG eisini hava teknað, kostaði 50.000 krónur fermeturin. Eg kundi nevnt fleiri dømir við líknandi ella hægri fermetrakostnaði, men lat tað fara, segði Ewald Kjøbro í røðu síni.
Hann upplýsti eisini, at undir allari tilgongdini hevur Landsverk havt sáttmálar við 31 arbeiðstakarar, 11 veitarar av innbúgvi og 7 reingerðarfyritøkur. Í sjálvum byggitíðarskeiðinum hava í miðal umleið 150 fólk arbeitt á byggiplássinum, sum í tímum svarar til umleið 640 ársverk tilsamans.
- Stóra tøkk øll somul fyri tykkara ídni og stóra íkast til at fáa gjørt hendan stásiliga skúlan til veruleika. Eg vil eisini takka byggileiðslu, eftirliti og ráðgevum fyri tykkara avrik. Tit hava í verki víst, at tit megna at lyfta eina so stóra uppgávu og koma á mál, hósast ágangurin og avbjóðingarnar hava verið stórar. Vegna byggileiðsluna hjá Landsverki skal eisini ljóða ein stór tøkk fyri tað góða samstarvið, sum hevur verið á byggiplássinum. Ikki minst fyri tann vælvilja, sum hvør einstakur handverkari og arbeiðsfólk hava lagt í ta einstøku uppgávuna. Hetta eru vit sera takksom fyri, segði Ewald Kjølbro, sum eisini nýtti høvið at takka Mentamálaráðnum fyri samstarvið við bæði fyrrverandi og núverandi landsstýrisfólkum.
- At enda vil eg ynskja tykkum næmingum, sum skulu ganga her, og tykkum, ið fara at starvast her, bæði leiðslu, lærarum og starvsfólkum annars, til lukku við hesum nýggja og stásiliga skúla, og góða eydnu við tí virksemi, sum skúlin verður karmur um, endaði Ewald Kjølbro við at siga.
Dagføringin fyri byggingina á heimasíðuni hjá Landsverki sigur longu í juni í ár, at tá vóru 4., 5. og 6. hædd lidnar. Í dagføringini fáa vit eina fatan av, hvussu stór verkætlanin er: Ein keramikovnur er fluttur frá Studentaskúlanum til 4. hædd á Glasi. Eisini er nakað av tí nýggja innbúnum komið og sett upp í bygninginum. Talan er um møblar til frisørdeildina, millum annað klippstórar, vaskistórar og neglaborð. Hetta merkir, at frisørdeildin á 5. hædd av álvara hevur tikið skap.
Ítróttarhøllin á 1. hædd er klár til fyrsta dystin. Høllin hevur fult hondbóltsmát, og harafturat er teknað upp til 6 badmintonvøllir, 1 stóran flogbóltsvøll, 4 barnaflogbóltsvøllir og 3 kurvabóltsvøllir. Fjølsalurin, sum fer at hýsa bæði sjónleiki, dansi og øðrum mentanarligum átøkum, er eisini liðugur. Øll vanlig flokshølir, ið eru 64 fermetrar til støddar, eru so at siga klár, og arbeitt verður við teimum seinastu tøkniligu smálutunum. Ein flytbarur veggur er millum flokshølini, sum ger, at tey kunnu leggjast saman tvey og tvey. Í umklæðingarrúmunum og í verkstaðarøkinum eru bygdar inn í alt 1,8 mió. Mosaikflísur, verður sagt í juni-dagføringini á heimasíðuni hjá Landsverki fyri verkætlanina Glasir.
Í heftinum, sum er gjørt til dagin Glasir - Liv og Læra, verður sagt at her vera 1300 næmingar og 250 starvsfólk. Skúlin byrjar hósdagin 16. august, tá nýggir næmingar og lærlingar møta. Lærlingar á 3. skúlaskeiði byrja mánamorgunin 20. august.
Tá Rigmor Dam, landstýriskvinna við mentamálum, formliga hevði fingið skúlan handaðan frá Ewaldi Kjølbro, stjóra í Landsverki, helt hon fyri, at hon mangan hevði hugsað, at hesin bygningurin, sum trónar so hábærsliga yvir Havnini, minnir um eitt vakstrarhús í einum botaniskum hava. - Og ein skúli er um nakað eitt vakstrarhús, har ljós og hiti streyma inn, har upplýsing og relatiónir eiga rúm, segði hon.
- Runda skapið og gjøgnumskygda glasið geva lívd, ljós og hita, so spírarnir fáa bestu gróðrarlíkindi at festa røtur. Og sum øllum kunnugt: Røturnar eru tær fyrstu at vaksa, eftir at vit hava sátt tað lítla fræið í moldina. Fyrst grevur tað seg djúpt niður í jørðina og tryggjar sær festi - styrki og javnvág, áðrenn tað toyggir seg út í ljósið, út í heim. Rótfesti er fortreytin fyri vøkstri og ávøkstri, segði landstýriskvinnan og vísti á at nema sær eina útbúgving, snýr seg ikki bara um bókligan ella handaligan lærdóm. Ein útbúgving er ikki eitt produkt, men ein prosess. Tað snýr seg ikki bara um endaliga prógvið, men um alla tilgongdina.
Finnur Hansen Trio og seinni FRUM framførdu í atriumhjarnanum. Kári Mikkelsen var frásøgumaður og eftir tær báðar talrunar varð kantatan Glasir (kantina magica) hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger og Unn Patursson framførd av kórinum Tarira undir leiðslu av Bernhardi Wilkinson við Urd Johannessen sum solisti.
Her er teksturin hjá Lív til kantatuna:
Glasir
um bláa bergið
um nú býur um stjørnulýsið er í mjørka um
skiftandi verð um lutføll
um sannroyndir søkka á botn er
dagur neonklárur er
sólin sjálvsøgd og fín tindrar
ein geisli í ljósari lund sirmar
sirmið á árstíðirnar sum
eiga vindin tá hárið fýkur og
hjartaljóðið meðan vit eru
ungdómur og vit spretta missir
arvurin takið broytir
kærleikin skap tá
eg hitti tíni eygu í kantinuni
tey siga mær hvør tú ætlar at vera tú
flytur inn í mín kropp og áðrenn eg varnist mínar føtur
míni fet eg fylgi tær
í silvursólarljóma tú sigur:
útheimurin er her útum
ytsta mið handan
opið hav her
og víðari út her
og víðari
út her og víðari
út
Her sæst FRUM, sum er Jenný Augustudóttir Kragesteen í miðdeplinum:
Bogi Bech Jensen, stjóri á Glasi, helt røðu og honum á baki Gunvør Balle, varaborgarstjóri og forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs. Hon handaði Boga eitt borðmodell av svimjigentuni hjá Hans Paula Olsen, sum í fullari stødd stendur við svimjihøllina í Gundadali. Eisini varð sýnt fram eitt Legomodell av Glasi, sum Helgi Toftegaard hevur gjørt.
Síðan trein listarligi høvuðspersonurin í dag, 43 ára gamli danski arkitekturin Bjarke Ingels, á føroyska pallin við skiftandi summarljósi niður úr loftinum. Í huganum kastaði hann seg út í føroysku náttúruna, sum er beinleiðis inspiratiónin til verkið Glasir.
Hann var týðuliga fegin um úrslitið, og tað serliga rundu felagshøllina, sum í skránni verður kallað atrium. Runda skapið knýtir virksemið saman eins og í runda saltsølubygninginum, Sjóvinnuhúsinum, á Vestaru bryggju, har Fróðskaparsetrið fer at halda til. Løgtingið hevur samtykti at fyrireikigararbeiðið til karmar um Fróðskaparsetrið og Setursumhvørvið skal gerast, so ætlanin kann setast í ein tíðarkarm og koma í íløguætlanina. - Her skulu ungu næmingarnir ikki bara læra, men møtast og forelska seg í landslagnum og hvørjum øðrum, segði ein kveiktur Bjarke Ingels í skiftandi sólljósinum í Marknagili.
Bjarke Ingels er útbúgvin á Arkitektskúlanum á Kunstakademinum í Keypmannahavn og á Téchnica Superior de Arquitectura í Barcelona. Eftir loknan lestur í 1998 arbeiddi hann sum arkitektur í Rotterdam.
Síðan 2006 hevur Bjarke Ingels havt arkitektstovuna BIG (Bjarke Ingels Group) í Keypmannahavn. Innan hevði hann arkitektstovuna Plot saman við belgiska arkitektinum Julien De Smedt. Henda teknistovan gjørdist kend í 2005, tá teir teknaðu VM-húsini í Ørestaden á Amager.
Uppá fyrispurning frá Inga Samuelsen um hann nakrantíð hevur bygt í brekkum ella brattlendi, sigur stjørnuarkitekturin: - Nei, nú tú sigur tað, so havi eg nokk ikki verið við til at byggja á grund við hæddarmuni. Vit arbeiða dagliga kring heimin við bygningum, har vit byggja í hæddum og ymsum niveau’um, men teir bygningarnir verða flestallir bygdir á eitt slætt jarðarstykki. Og so er tað hetta runda alrúmið, sum er ein trappa við terassum niðaneftir, tað er ein roynd at fáa tað tórshavnska landslagið at halda fram inni í bygninginum.sigur Bjarke Ingels í samrøðu við Inga.
Eftir Bjarke Ingels hevði starvsfelagin Finn Nørkjær eisini eina framløgu um gongdina við verkætlanini í Marknagili.
Var Bjarke Ingels hugvekjandi og livandi í frágreiðingum um lendið í Føroyum og at byggja her, so var niðurlendska Rosan Bosch, sum hevur studio í Danmark, Singapor og Spania, ikki minni hugvekjandi.
Meðan hini hava verið knýtt at uppgávuni í Marknagili í 11 ár, hevði hon bara verið knýtt at verkætlanini í 10 mánaðir. Rosan Bosch hevur havt innanduraumhvørvið um hendi. Hennara tankar um læring og rúm, læringsrúm, í skúlum og á bókasøvnum, vóru serstakliga spennandi. Eftir sat eg við einum brennandi ynski um at fara í skúla av nýggjum, og at fáa arkitektar og byggimyndugleikar at nýhugsa gomlu kassarnar, ið eru eyðkendastu bygningar, tá tú kemur til eina bygd. Eyðkendir eins og fongsul. Gott, at nýggir skúlar koma fyri hesar gráu goymslukassar, sum hoyra til eitt annað menniskjasýni enn tað, sum politikarar og mentamálaráð tíanbetur kunnu semjast um í dag.
Deseinummælarin Alexandra Lange skrivar í nýggju bókini The Design of Childhood - How the Material World Shapes Independent Kids um Rosan Bosch og hvussu tankar hennara hava ávirkaðum nútíðar skúlaumhvørvi “as an example of progressive learning spaces full of opportunities.”
- Modern society calls for lifelong learners, problem solvers and creative thinkers! It calls for those who are prepared for a future of ongoing knowledge flow and development. By using design as a tool, I believe it is possible to turn our physical environments into meaningful and significant experiences that will prepare us for future challenges, segði Rosan Bosch á TEDx í Indianapolis í 2013.
Tá løgtingið í mai í 2008 samtykti at fara undir Skúladepilin við Marknagil, segði Kristina Háfoss, landstýriskvinna í mentamálum, at hetta var eitt stórt framstig í strembanini at fáa enn fleiri ung at nema sær útbúgving eftir fólkaskúlan. - Íløgur í vitan eru altavgerandi fyri framtíð Føroya, og samtyktin í dag er týðandi tekin um, at politiski myndugleikin ynskir at raðfesta íløgur í útbúgving og vitan sera høgt, segði landsstýriskvinnan fyri 10 árum síðan. Í dag var hon sum landstýriskvinna við fíggjarmálum til staðar við elstu dóttrini, Hildur, sum hevur gingið eitt ár í Hoydølum og nú heldur fram á Glasi í Marknagili.
Skúladepil í Marknagili, soleiðis kallaðist verkætlanin, sum eg fyrstu ferð hoyrdi um í 2008. Hálvt triðja ár seinni, fyri jól í 2010, hevði eg fyri Dimmalætting samrøðu við Egon Øregaard, tá næmingar framførdu sangleikin Jesus Christ Superstar í Norðurlandahúsinum. - Hetta er okkara aðalroynd, tá vit hugsa um stóra Skúladepilin við Marknagil, segði Egon tá.
Í samrøðuni í 2010 varð sagt, at greið semja tykist vera millum leiðslurnar og øll avvarandi skúlafólk, at tá nýggi Skúladepilin við Marknagil, um fá ár verður tikin í nýtslu, eru korini framúr og praktisku forðingarnar hjá teimum núverandi trimum skúlunum, Føroya Handilsskúla, Føroya Studentaskúla og HF skeiði og Tekniska Skúlanum í Tórshavn, burtur. - Satt at siga kann tað onkra løtu vera trupult at fyristilla sær, hvørjar møguleikar henda framúr víðskygda og djarva byggiverkætlan kemur at skapa í føroyska samfelagnum. Sangleikurin Jesus Christ Superstar gevur skúlunum og politisku myndugleikunum so avgjørt allar orsøkir til at skunda undir, at Skúladepilin við Marknagil verður tikin í nýtslu, ongantíð ov skjótt, segði Egon Øregaard, stjóri á Tekniska skúla í Tórshavn í samrøðu fyri jól í 2010.
Í dag er depilin veruleiki, hevur fingið navnið Glasir og gøtan kallast Janusargøta. Á heimasíðuni sigur skúlin, at Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við yvir 1.500 lesandi og 250 starvsfólkum. Víðari verður sagt, at á Glasi ber til at taka yvir 30 ymsar útbúgvingar. Størsta talið av lesandi ganga á miðnámi og á yrkisnámi. Harafturat bjóðar Glasir eina røð av hægri- og víðari útbúgvingum. Glasir er ein skúli, sum er vorðin til eftir at Føroya Studentaskúli og HF-skeið, Føroya Handilsskúli og Tekniski Skúli í Tórshavn vórðu lagdir saman í 2015. Eftir at hava hildið til á teim trimum støðunum í Hoydølum, í Marknagili og í Smiðjugerði, verður skúlin nú savnaður á einum staði.
- Hetta er fyrstu ferð, eg eri inni her, so eg havi ikki gjørt mær so nógvar tankar enn um, hvussu bygningurin fer at eydnast sum skúli, sigur Sámal Soll, lærari í enskum og føroyskum, meðan vit ganga upp trappurnar í miðsavnandi atriumhjarnanum á Glasir í dag.
- Men her er opið, frítt og ljóst við gjøgnumskygdum veggjum, so eg vænti, at næmingarnir fara at trívast væl her. Hetta kann gerast ein avbjóðing fyri okkum lærarar, um uppmerksemið hjá næmingunum fer at reika, men lukkutíð eru lærugreinirnar og undirvísingin somikið spennandi, at næmingarnir fara heilt vist ikki at hugsa um annað, sigur Sámal.
Una Joensen, sum í dag er deildarleiðari fyri samfelagsfak, og lærari í altjóða búskapi og støddfrøði, er ein av trimum, sum eisini hava verið í arbeiðsbólkinum í byggitilgongdini øll tey farnu 11 árini. Sum lærari er hon serliga fegin um góðu tilgongdina. Hinir báðir, sum alla tíðina hava verið við í byggitilgongdini, eru Egon Øregaard og Finn Jensen. Teir starvast eisini á Glasi.
Her eru nakrar myndir frá útsýninum yvir Havnina, fjørðin og Argir av svalanum á Glasir.
Í afturlatnu brandtrappunum eru sjey úrvald føroysk listafólk at síggja. Tey eru Brandur Patursson, Sigrun Gunnarsdóttir, Jóhan Martin Christiansen, Anker Mortensen, Rannvá Kunoy, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Hanni Bjartalíð. Serliga væleydnað er listprýðingin hjá Sigrun Gunnarsdóttir, sum ikki er ein upphanging, men máling beint á betongveggin við øllum teim frámerkjum og farsporum, sum betongformarnir hava fyri ævigar tíðir, ella so leingi sum Glasir stendur. Ein listprýðing av hesum slag fer heilt vist at seta spurnaðartekin við tær glæsiligu ætlanir, sum higartil hava hingið uppií almennum nýbygningum við einum føstum prosentparti. Sjónlig listaverk frá sjey listafólkum, eingin nevndur eingin gloymdur, inni í almenna atriumrúminum á Glasi hevði skurrað so illa, at eg hevði fingið ilt í mítt innara eyga. Størsti vandi er, um automatikkur kemur í listprýðingar og tað bara verður eitt skriviborðskrav, sum ikki er bygt á sannkenningina, um listin yvirhøvur fungerar á tí givna staðnum og til lýsta endamálið. Men eingin ivi um, at symbollødda veggjalistin hjá Sigrun er slitsterk og ikki nær námindi tømd fyri innihald og kjakevni. Tí haldi eg at hon riggar væl, júst har hon er fest á veggin, listin. Livst, so spyrst.
At enda helt Jógvan Fríðriksson, biskupur, eina fyrimyndarliga góða røðu um skúla, lærdóm og fremst av øllum um vitsku. Og so sang Havnarkórið yrkingina hjá Williami Heinesen Sløttumenn, sum Vagn Holmboe setti lag til.