Skip to main content

Aðalroyndin og grundleggjandi tankin handan Glasir eitt fríggjakvøld


Fyri tíggju árum síðan segði Egon Øregaard, at sangleikurin Jesus Christ Superstar var aðalroyndin, tá hugsað varð um komandi Skúladepilin við Marknagil. Tá sóu 8000 fólk leikin í Norðurlandahúsinum. Á heimavølli í dag sigur rektarin, Steinbjørn Hardlei, at sangleikurin Cabaret ítøkiliga vísir, hvør grundleggjandi tankin handan Glasir er.

Fríggjakvøldið sá eg leikin Cabaret við støði í handritinum hjá Joe Masteroff (1919-2018) og sangunum hjá kendu samstarvsfeløgunum John Kander (f.1927) og Fred Ebb (1928-2004), sum eisini gjørdu eyðkennissangin til Scorsesefilmin New York, New York, ið aftur bleiv signatursangur hjá Frank Sinatra.

Eftir at hava keypt atgongumerki á netinum og fingið nágreiniligar instruksir um at skriva atgongumerkið út í A4 stødd og hvussu kotan verður lisin við hurðina, komu eini so innbjóðandi og tænastusinnaði afturboð, sum eg aldrin havi sæð áður í sambandi við eina keypta mentanaruppliving. Hetta er marknaðarføring, sum varpar ítøkiligt ljós á eina uppliving, ið verður sett til sølu. Framúr!

Innkomin í Metropolis, hesa ídnaðarligu framtíðarmaskinu, sum eg í kalda fríggjakvøldsljósinum fati Glasir, vinkar ljóðmaðurin Hjalmar, sum saman við Jann hevur serviserað Holocausttiltakið í Danisfrøi og á Giljanesi av einslistum hesa vikuna. So er støðið lagt, og eg hugsið natúrliga um aktuella Holocausttiltakið úti á skúlunum. Og ein enn fryntligari Sunva bjóðar mær straks at sita longur frammi og betri fyri, um eg havi hug. Eg taki av men varnist, at pallbotnurin í hesum ovurhondshøga og rúmliga atrium, er bundin at, hvar tú situr.


Júst her eg nú siti á aðru røð úttalaga til høgru, er ljósið náttklubbaheitt, og tølandi dansigenturnar í dekadentu millumkrígsárunum sita nú beint framman fyri mær, sum í Slangens æg hjá Bergman, hin besti av teim ókendu.


Rebekka B. Jensen er mitt fyri, og hugtekur meg allan leikin í gjøgnum, sum ein Susse Wold í besta femme fatale blóma, støðugt á kantinum til tað vulgera, syngur gamaní, men kløkkar meg, tá hon opnar munnin at mussa eina aðra, ja eina aðra. Framúr! Við antisemetismu og hóttandi nazismu sum baksýni verður samkyndi tematikkurin ein framhaldandi klangbotnur, serliga við Ragnari Marr Erlandssyni, ið er Bobby, sum fremsta eksponenti.


Kendi sangarin Beinir Troest Rasmussen (Victor) er vorðin vaksin og hyggur so leingi í eyguni á Anniku Repond Sørensen (dansari), og hon í eyguni á honum, at eg veri heilt illa við. Í næstu løtu er hon blondina og gleðisgentan Fräulein Kost, ið dregur nógvar matrósar til sín.

Her er skakandi á Kit Kat klubbanum, og mær kemur í einum splittsekundi til hugs søguna um bygdardrongin, sum ruddar á handilsgólvinum, tekur brúkta sjokulátupappírið upp, og meðan hann gongur tey tvey fetini móti skrellispannini lesur Tak-Tik, og restina av ævini lærir seg henda eginleika, taktikk, í lívsins avbjóðingum, og aldri gevur sær far um, at hann lesur sjokulátulesnaðin á ranguni. Soleiðis kanst tú velja at fata innbjóðingina til Kit Kat klubban í Weimar republikkini. Her møtast fólk, sum í ivasamum tíðum venda ranguna út og savnast um ein taktikk at yvirliva.


Andreas Samuelsen er stjóri fyri øllum í Kit Kat klubbanum, master of ceremonies, sum skráin sigur, og hann megnar alt samalt við útfarandi leiki og briljantum sangi afturvið. Framúr!


Alt er so sannførandi, at eg má minna meg á, at tónleikurin er laiv við næmingum úr Tórshavnar Musikkskúla har uppi til vinstru. Eitt Märklin tok koyrir eftir senuni. Fantastiskt hugskot, men minimalisman hevði komið betri til gagns og lívgað industriella rúmið, um eitt laiv kamera filmaði frambrúsandi tokið og varpaði tað upp á svalan, har ferðamenninir sita á tokstøðini, høvundurin Clifford Bradshaw (Magnus Reinert Gásadal) og nazisturin in spe Ernst Ludwig (Bárður Petersen), tá leikurin byrjar.

So eri eg seldur. Hin føroyski Bradshaw er framúr. Havi nýliga sæð hann á stuttfilmi á reyðum traktori, gamaní við eini gentu eisini, men nýggja andlitið er so framúr, at eg allar fyrst hugsi Adam Driver og so ein farra av Ryan Gosling kring hetta nýggja andlit. Og so hevur hann framúr sangrødd og er væl koreograferaður sum øll hini. Framúr!


Sally Bowles (Bjørk S. Lamhauge) er ikki aftanfyri, um avrikið skal javnmetast, sum er torført í hesum organiskt samanhangandi kollektiva leiki, har alt verður tvunnið saman í eina upplivilsissterka løtu, so tú er púra paff, so framfýsin og brúsandi lívsfrísk hesi ungu - og tey tvey gomlu - eru.


Tey bæði eru Kinna Poulsen, ið er Fräulein Schneider - upprunaliga við eysturríksku sangarinnuni Lotte Lenya - sum leigar kømur út í trongu tíðunum, og Høgni Debes sum er jødiski frukthandlarin Harra Schultz. Saman við nazistainnrásini, sum Ernst Ludwig og teir tríggir ungu fimleikarnari hondfast ímynda, gevur hesin partur eina nýggja og álvarsligari dýpd í leikin. Teirra sangir eru eisini framúr hugtakandi í skarum reinleika, sum í øllum rummalareigginum liggur leingi á. Framúr í hesum Holocaustdøgum!


Hetta er ein leikur við størsta skúlaberattigilsi. Allir skúlar, ið nema við týskt, eiga at síggja henda leik og arbeiða við honum. Og teir lærarar, sum í vikuni hava nomið við Holocaust og hugtakið Ongantíð aftur, fáa her forerandi eina topnotch og Spizenklasse pallseting, sum á heimavølli ger Weimar republikkin og tey villfarnu og dekadentu týsku millumkrígsárini livandi fyri okkum. Og tað so sprelllivandi. Framúr!

Ivist í, um øll hoyra heima á Glasir, men lat tað fara í hesi løtu. Eg hefti meg í størri mun við, hvussu ofta eg havi sagt og skrivað framúr, og hvussu sjónliga væl øll hava samstarvað um alt, ið ein pallur altíð byggir á. Fleirfalt framúr!

Jens Kristian Vang tók myndirnar fyri Portalin, sum eru endurgivnar við loyvi, men uttan nazimerki á arminum. Tey merkini, ið minna okkum á orðini "Ongantíð aftur", mást tú fara út á Glasir at síggja.