Colin Firth er George VI í filminum The King's Speech Hóskvøldið var eg til frumsýning í Havnar Bio, har tey sýndu Oscar virðislønta filmin The King’s Speech , sum fer innar í bretska kongshúsið og byggir á veruligar hendingar. Elizabeth II drotning, drotningamóðurin, segði í jólataluni í 1992 at árið hevði verið eitt annus horriblis , har pør fóru hvør til sítt og pressan lá eftir øllum. Og enn hevði Diana prinsessa av Wales fimm ár eftir at liva. Sigst, at drotningamóðurin skal hava forða fyri at henda søga bleiv til film og setti kongshúsið í enn verri ljós. Men so varð ikki. Filmurin bleiv til og bretska kongshúsið er helst komið styrkt úr støðuni. Tí søgan er góð og alment viðkomandi. Í filminum hoyra vit um eitt annus horriblis , sum fór fram handan læstar bretskar kongsdyr undan seinna verðaldarbardaga. George V doyr í 1936 og sonurin Edward VIII tekur við. Men hann sigur kongsheitið frá sær longu innan árið er úti, tí hann vil ganga í hjúnalag við Wallis Simpson, ið ve