Melda tín film til Filmskvøldið 2015! Norðurlandahúsið skipar aftur í ár fyri filmskvøldi fríggjakvøldið 11. desember, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir, og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin, verða handaðar. Frá í dag stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda filmar inn til ársins filmstiltak, Filmskvøldið 2015. Tykkara filmar verða tilmeldaðir við at senda teldupost til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni. Freistin at melda filmin til Filmkvøldið 2015 er tann 11. november. Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 25. november, eru hesi: 1) Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum gera undantøk, tá um longd ræður. 2) Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm,