Heiðursgávu Landsins fær Frits Johannesen, fjøllistamaður. Tað kunngjørdi Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, í Bygdarhúsinum í Miðvági í kvøld. Henda virðislønin verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, ið hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Heiðursgáva Landsins er 75.000 kr. Dómsnevnd, sum er Katrina í Geil, Oggi Lamhauge, Knút Háberg Eysturstein, Archibald Black og Martin Næs, siga soleiðis um orsøkina til at geva Frits Johannesen, fjøllistamanni, Heiðursgávu Landsins: Av og á síggja vit, at eitt stað verður serliga gávað, tí ein ella fleiri av teimum, sum har búgva, eru ómetaliga væl fyri listaliga. Hetta ávirkar lættliga ung sum eldri og setir síni spor í alt umhvørvið, ja, sæst aftur gjøgnum fleiri ættarlið. Frits Johannesen er ein teirra. Sum barn av sínum heimstaði Fuglafirði, hevur hann búð har alt sítt lív, og har hevur hann virkað sum lærari frá 1967 til 2008. Serliga í lærugreinunum sangi, tónleiki og myndli