27.5.98

Grundgevingin hjá nevndini í Nordbok

Sveinur Tróndarson, Sosialurin 27 mai 1998:

Tá ein virðisløn sum henda verður latin, liggur eitt kanningararbeiði aftanfyri sum prógvar at móttakarin hevur uppiborið at fáa virðislønina. Hetta kanningararbeiði verður samansjóða til eina motivering ella grundgeving.

Grundgevingin hjá Nordbok er soljóðandi:

"Birgir Kruse hevur í sendingini »Á vetrarbreytini« gjørt eina sera áhugaverda og upplýsandi mentunarsending síðan vetrarhálvuna 1996/97.Við einum tíma hvørja viku hevur hann megnað at geva lurtarunum innlit í m.a. tann fagurbókmentaliga heimin, kring okkum. Afturat tí føroyska innfalsvinklinum hevur hann alla tíðina hugsað um, at tað finst ein verð uttanfyri. Við góðari hjálp frá føroyskum rithøvundum, kritikarum og bókavørðum, sum hava verið við í sendingini, hevur hann greitt lurtarunum frá tí týdningarmesta sum fer fram innan norðurlendska prosa og poesi í løtuni. Nøvn sum Dorrit Willumsen, Anne Linnet, Michael Strange, Benny Andersen og Bo Green Jensen. Einar Már Guðmundsson, Ólafur Jóhann Ólafsson og Bjørk. Per Nilsson, Ulf Lundell og Astrid Lindgren. Øystein Lønn, Johan Falkberget, Ivar Aasen og Nils Aslak Valkeapää. Hesi og mong, mong onnur hevur hann presenterað, viðgjørt og týtt í sendingini. Birgir Kruse hevur eisini gjørt eitt stórt arbeiði tá tað snýr seg um at blanda tað fagurbókmentaðarliga við tað dramatiska ella við filmin. Her skulu serliga nevnast sendingarnar um sjónleikir ella aktuellar filmir, t. d. Jerusalem, Benjamin Dúfa og seinast Barbara. Birgir Kruse hevur í sendingini »Á vetrarbreytini« í Føroyum gjørt eitt framúrskarandi arbeiði fyri at økja um kunnleikan til norðurlendskar bókmentir. Hann hevur ikki bara gjørt eina innihaldsríka sending, men hevur eisini gjørt eina sending, sum lurtararnir hava verið fegnir um."

Sveinur Tróndarson, Sosialurin 27. mai 1998