Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Tórsbyrgi

Góð epli í Tórsbyrgi

Leygardagin tóku tey epli upp í Tórsbyrgi. Tað var í mai, at eplini, oleva, vórðu sett niður. Tey fingu upp í tvær rokaðar hjólbørur, og bóru epli til dyrnar í posum til fólk í býlinginum. Jana Mikkelsen og Jón Kragesten skipaðu fyri, eins og tey eru undangongufólk í vakstrarhúsinum Hvamminum, sum er í lagdini, har matriklarnir hjá Tórsbyrgi, Lágargarði og Boðanesheiminum møtast. Vakstrarhúsini eru gjørd úr burturbeindu vindeygunum frá Boðanesheiminum. Eplaveltan er á fløtuni framman fyri húsini hjá bæði Jón og Janu. Ytst á fløtuni er bakki, har grønur vøkstur verður koyrdur, tá ruddingardagar eru.  - Sum tað sæst á myndini, vuksu nógv flest epli, har varð taðað við kunsttøðum, sigur Jón, sum upplýsir, at næstbesta úrslitið var, har ið bara biotøð vórðu nýtt.  - Síðan varð umleið eins gott, har taðað varð við løgi úr bokashi, og kompostmold úr Tórsbyrgi. Biotøð, saman við ull, sá ikki út til at eydnast so væl, og ei heldur har, ið bara ull varð nýtt. Jón sigur, at slokkarnir f...

Barnabókin, sum aldri varð

Mia H. Smith: Olaf sær ein krígsbil Gangandi fram við vakstrarhúsinum í Tórsbyrgi, nú Mentanarnátt er í hondum, kom eg í tankar um gamla handritið til søguna, sum abbasonurin, Olaf, og eg funnu uppá, tá vit høvdu verðið niðri á kampingplássinum, og sæð ein týskan krígsbil, har tey grillaðu pylsur. Akkurát sum á Mentanarnáttini. Grannin, Heðin, rættlas og Birgit bjóðaði sær til at umseta til týskt og íslendskt, tí har var segmentið, tey rópa, tað er væntaði bólkurin av týdningarmestu lesarunum. Fryntliga forlagið í Vestmanna vísti til Havnar, har tey gjørdu bøkur til børn. Men maktfulkomna bókakonan í Havn svaraði mær, at fongurin yviri við Strond var einkið annað enn rótutur, at bókmentaliga nevndin saknaði mál og mið, at teksturin var tilvildarligur, og ovfyltur við vaksnum viðmerkingum.  Nú Mentanarnáttin aftur er í hondum, og skrivigluggin tødnaði við enn einum ári, tók eg søguna upp aftur úr talgildu skuffuni, og helt, at ber ikki til at publisera á pappíri, so ber til á egnum ...

Fotografera, so tú minnist, hvar tú hevur verið

Triða sunnudag í advent vóru vit við Hoyvíkstjørn, at geva dunnunum og svanunum breyð. Um tveytíðina meðan tað enn er ljóst. Tá breyðpakkin er uppi og sólin er um at fara niður aftanfyri Kirkjubøreyn, fer Olaf at sproyta eftir dunnunum. Sindur djarvur, tí tær kundu reist fjarðarnar, serliga stóru svanirnir. Olaf vil hava myndatólið frá abba og sleppa at fotografera dunnurnar, svanirnar og alt, sum er við Hoyvíkstjørn, eisini tunnuflakan, sum er sokkin og rennuna, sum hann pissaði í. "Man skal fotografera, so man minnist, og ikki gloymir, hvar man hevur verið," sigur Olaf. Meir skal ikki til, at abbi er samdur, og letur Olaf sleppa at fotografera. Gott at abbi hevur fartelefonina. Eftir smølu gøtuni millum Tjarnargarð og húsini hjá Føroya Arbeiðarafelag, sær Olaf eitt myndaveni. Tað er múrurin, sum fyrr hevur verið bláur, men nú er hvítur. Málingin er dottin av, so ein bláur blettur kemur fram. Ein greið grafisk mynd, sum sigur søgur. Hann steðgar, siktar og trýstur á knøttin....

Annar sunnudagur í advent

Sólin stendur lágt, munurin á ljósi og skugga verður hárhvassur, og stutt eftir middag liggur Boðanes í litleysum skugga. Innan vit koma so langt, súgva litirnir mettuna í seg. Upp móti bláa fjørðinum er reyði konteynarin eitt mynsturverk, bara brotið av monotona pelanum, sum í kvøld fer at kasta ljós yvir myrka vegin og ljósa gonguteigin. Lívið er ein førningur við mynstrum. Í Hvamminum, uppi í brekkuni, stendur vakstrarhúsið í eins hvassari kontrast undir Lágargarði og minnir okkum á tíðina og ljósið, sum svinna, nú gøtan fer fram við Boðanesheiminum, og sýnið millum Stong og Eystnes manifesterar seg, sum gekk ellisheimsgøtan heilt út í havsbrúnna. Av tóma kampingplássinum sæst til vinstru handar inn í Eysturoynna við teim eyðkendu kavaklæddu tindunum heilt norður í Sundalagið meðan aldan stillisliga brýtur. Á trøðni hjá Júst hava dúgvurnar savnað seg á tekjuni at njóta tær seinastu strálurnar frá lágu adventssólini. Tyrlan kemur úr Dímun og setir seg á pallin við Hvítasand. Skuggarn...

Og blóman stóð eftir

  Hesa tíðina á árinum hava tey, sum so nærløgd sláa grasið á bønum í Tórsbyrgi, lagt sær eina við, ikki at raka blómuna við teim mongu nøvnunum, sum vit í fartinum bara kalla børkubónda. Men nei. Janus, sum er úr Skúgvi, sigur at har kalla tey blómuna ravnaleika. Og so nevnir hann onnur staðbundin nøvn á fugli í oynni. Har úti hevur bygaráðið eisini friðað ravnaleikað. Lítt og Jens Petur koma framvið og peika á bløðini, sum eru ymisk. Umframt reyða litin, reyður børkubóndi og tjaldursbørkubóndi. Bygdafelagin Katrin sigur, at hasa blómuna kallaðu vit á Eiði fyri kápukonu. Í orðabókini stendur eisini bóndablomstur, tjaldursgras, mariustakkur og mariuseymur. Og prinsessublóma kemur eisini fyri millum børn, eins og luktilsisblomstur. Max skrivar í Rættstaving á Facebook, at sambært Svabo er tað bara rótin av mýrisnípugrasi (Orchis maculata), ið nevnist børkubóndi. Navnið, Adam og Eva, verður brúkt um hetta blomstrið í Botany of the Faroes frá 1901-1908, í navnalistanum í Varðanum frá...

Hvammurin reistur

  Í dag var reisigildi í Hvamminum í Tórsbyrgi. Við Jón Kragesteen sum undangongumanni og stigtakara, hava fólk í Tórsbyrgi, sum er elsta eigarafelag í landinum, samstarvað við teir báðar grannarnar Lágargarð, omanfyri, og Boðanesheimið, niðanfyri, um eitt vakstrarhús, har grønmeti skal dyrkast á 120 innilokaðum fermetrum á staðnum har, sum teir tríggir matriklarnir møtast í gróðrarríku lagdini.  Formaður í eigarafelagnum er Høgni í Stórustovu, sum hevur verið í hjallinum eftir flagginum og á mittastu myndini niðanfyri sæst ovastur í stiganum. Elsti maður í Hvamminum, Gunleivur Dalsgarð, opnaði og skonkti skúmandi vínið. Børnini fingu sodavatn og gummibomm. 36 hús eru í Tórsbyrgi, har tey fyrstu fluttu inn í 1976. Gunnar Hoydal hevur teknað húsini, sum í mun til aðrar kommunalar byggiætlanir liggja sjáldsama væl í lendinum. Eftir kommunalu byggiætlanina Tórsbyrgi komu Berjabrekka, Inni á Gøtu og Millum Gilja. At dyrka grønmeti til egið borð, er eitt rák, sum fer um allan heim,...