Íslendski framleiðarin, Fríðrik Þór Fríðriksson, sum í 1992 varð Oscartilnevndur fyri vakra filmin Börn náttúrunnar, sigur, at Føroyar vórðu valdar, tí tær verða nevndar í skaldsøguni hjá Guðbergi Bergsson, sum filmurin byggir á, og eisini eitir Missir. - Hugskotið var at lata Reykjavík standa gráan og keðiligan, meðan Føroyar tónaðu fram sum grønar og vakrar oyggjar, sigur Fríðrik, sum leggur afturat, at alt í Føroyum gekk væl í hond, wonderful and nice, sum hann sigur. Friðrik, ella Frikki millum vinir, er ein av mesta etableraðu filmsframleiðarum og leikstjórum í Íslandi. Í 1989 vitjaði hann fyrstu ferð í Føroyum. Tað var saman við Einari Kárasson, sum hevði skrivað søguna Skytturnar, um tveir stórhvalastingarar, sum koma í land. Fríðrik gjørdi søguna til film og vann fyrstu virðisløn á norðurlendskari filmstevnu í Lübeck. Spurdur, um hann hevur hug at koma aftur til Føroya at gera film, sigur hann, játtandi, at ”Tað vildi eg fegin, gjørt ein film í Føroyum. Men tit mugu vera varin,...