Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Norðurlandahúsið filmur

In restless dreams

Tá íslendski stjórin í Norðurlandahúsinum, Helga Hjörvar (f.1943) um aldarskiftið fann uppá Listastevnu Føroya, royndu fólk at fáa Paul Simon higar at syngja, eftir at Björk varð uppgivin, tí hon var ov kravmikil. Listarliga orsøkin, at fáa Paul Simon higar, hevði í nógv ár verið eyðsýnd, men praktiska orsøkin var, at Simon sjálvur nú var farin at siga, at hann bara sang á smáum støðum.  Ein lokalur sponsorur, eitt skeinkistað í Havn, legði eina risa upphædd á borðið, um vit eydnaðust at fáa Paul Simon higar at syngja.  Tá evropeiski umboðsmaðurin vildi hava at vita, hvat vit høvdu at rutta við, just for starters, at vita soleiðis á leið, hvar vit flutu, segði hann "Mister, I have to inform you, that that is not even within the interest of my client!" og smekkaði rørið á.  So lendu tey aftur á heimalandsstrond, og máttu taka til takka við logistikki, pallum og inntøkumøguleikum, sum ikki í huganum, men í peningastýrda veruleikanum eru og altíð fara at verða avmarkaður....

Virðislønir til bøkur, tónleik og film

Á fyrsta sinni í Føroya søgu, giti eg, fingu tríggjar listagreinar virðisløn eftir einum kvøldi. Tað var á Tjóðpallinum sunnukvøldið. Omanfyri síggjast frá vinstru Kristian Blak, ið fekk virðisløn fyri tónleik, Jóanes Nielsen fyri bókmentir og Sakaris Fríði Stóra fyri filmsgerð. Tað var Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, ið handaði virðislønirnar, sum heilt nevt eita  Heiðursgáva Landsins , sum Kristian fekk, Mentanarvirðisløn Landsins , sum Jóanes fekk og Virðisløn til ungt listafólk , sum Sakaris fekk. “Eg eri fegin um at kunna handa nøkrum av fremstu lista- og mentanarfólkum okkara virðislønir fyri avrik teirra. Vit eiga í Føroyum úrmælingar á so nógvum økjum innan mentan og list, og tað er av týdningi, at vit áhaldandi varpa ljós á skapandi virðini, ið hava so stóran týdning fyri okkara samfelag,” segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum. Hann sæst longst til vinstru á myndini omanfyri. Eitt bræv og ein bukett frá Mentamálaráðnum til Jóanes Nielsen. Í ár...