Skip to main content

Posts

Showing posts with the label essay

Merkið

Hvørt ár hátíðarhalda merkismenn flaggið. Tí eitur tað Merkið. Í eina øld ella so hava vit savnað okkum undir hesum flaggi, hóast eingin annar enn vit sjálv kendust við tað og góvu tí ans helvtina av tíðini.  Tá annar verðaldarbardagi brast á, hertóku nazistarnir Danmark við merkjum úr norrønum heraldikki.  Bretar gjørdust okkara bjarging, tí teir vildu eiga havið og siglingarleiðirnar á okkara høvum. Teir komu til Føroya og kravdu, at nýggj merki vórðu skapt, samtykt og sett á føroysk skip, so tey kendust aftur sum samsintir merkjavinir.  Tá flaggað verður, er umráðandi at røttu partarnir kenna seg aftur. Í so máta er einki sum næsta land sunnan fyri okkum, Norðurírland. Har verður flaggað og strikað av við øllum handa symbolum, so partarnir í passandi fjarstøðu kunnu gera sær greitt, um ein er katolikkur ella protestantur og um tú ert loysingarmaður, sum heldur við Írlandi, ella sambandsmaður, sum heldur við Bretlandi. Fyrri parturin, teir barnríkaru katolikkarnir, kenn...

Hvaðan eru blogglesarar?

Á hesum bloggi havi eg sett mær fyri at brúka ókeypis funkur og ongar reklamur. Sjálvur pallurin, blogspot, er ókeypis og krevur einki hald ella logon. Harafturat er alt, næstan 100%, á føroyskum, so tað er rættuliga sjálvsagt, at lesarar eru føroyingar. Í dag sigur ókeypisversiónin av Statcounter soleiðis um býtið millum lesarar á Birkblog og hvaðan teir koma: Flestu lesarar, tað er 55%, koma frá tilvísandi heimasíðum, sum í allar flestu førum er VP, men fyri ein lítlan part eisini frá øðrum føroyskum bloggum. Næstflestu lesarar, tað er 22%, stava frá sosialum miðlum, tað er í høvuðsheitum Facebook. Triðflestu lesarar, tað er 15%, eru beinleiðis lesarar á blogginum. Fæstu lesarar, tað er 8%, finna Birkblog á leitimaskinum á netinum. Av hesum eru 88% frá Google og bara 12% frá bing. 88% av lesarum á Birkblog hava føroyskan netveitara. Næstflestu, tað er 5%, hava danskan veitara. Eitt fátal, men eitt stútt og javnt tal av Birkblog-lesarum, eru úr allari verðini. Júst í dag eru ...

Teigar til teitis

Í bløðunum er gomul siðvenja at fáa ein høvund at skriva eina klummu , sum er meir undirhaldandi enn oddagreinin. Bretar rópa hetta column . Føroysku orðabøkurnar, í hvussu er tær, sum eg havi sæð, taka lívið av íbornu ætlanini, tá tær rópa klummuna ein teig , sum ein fastteigahøvundur ambætar. Tú hoyrir longu, hvussu ósexut hetta verður umsitið og útint. Ein teigur millum aðrar teigar. Nei, klumman er ikki bara ein teigur millum aðrar teigar. Hon er, tá hon er best, eitt sjálvstøðugt listarligt avrik millum fremstu tíðarbæru skrivligu avrik, ikki fjart frá  essay , sum orðabøkurnar binda niður í eina hjálparleysa roynd at skriva handahóvsverk, at seta undir teigin  ritroynd , ið er hvaðna ósexutari heiti fyri heimsins hægstu skrivligu framseting. Fyri stuttum skrivaði eina av okkara bestu klummuhøvundum, Armgarð Arge, eitt svar til sexistiska stílin hjá Tobba og okkum føroyskum monnum yvirhøvur. Tí elski eg at lesa Armgarð. Eg tók klummuna til mín og vildi fara at lesa...

Ólavur og linjurnar

Úr: Teknarin og vinurin Ólavur, Eli Smith ritstj., november 2007, bls. 188: Fyrstu ferð, eg var í Århus, var saman við Ólavi. Tað mundi vera í 1977. Vit vitjaðu klaksvíkingar og ótu í kantinuni, ið seinni bleiv kend, tá ein studentur skeyt frá hond og tók seg sjálvan av døgum. Einki vistu vit tá. Hvørki um morð ella journalistikk. Henda frávera av dramatikki hugtók meg altíð við Ólavi. Hann hvíldi í sær sjálvum og hevði ikki tørv á at skapa dramatikk uttan um seg, hóast meiningarnar vóru har, djúpar og markantar. Sum Streymoyarsyllin, ið sæst best, har eingin kemur og fæst búgva. Vit lurtaðu eftir tónleiki á plátu, djúpasta basssangaranum hjá Elvisi og monumentalu Imperials, og vóru til konsert við Andrae Crouch, sum spældi so hart, at vit mundu fingið heilaskjálvta. Men altíð vóru linjurnar har, basslinjurnar, sum millum svarta og hvíta hevd rukku úr Memphis, um Abbey Road og heim til Føroya. Í hesum listarliga lendi var Ólavur hin besti at fylgjast við. Stevfastur og vitandi um linju...

Gud, ger meg ikki til ein beiskan mann!

Liner notes, fløguhúsi Jens Lisberg "Hope" (Tutl 2007): Hvør minnist ikki kvøðuljómarnar við støðugu ynskjunum at hoyra Eg sjólívið valdi, Heimlongsul til Tvøroyri og Oyggjalandi í sól? Sangir, ið sungu seg inn í føroysku sálina ein sunnudag, meðan bilurin varð vaskaður og mamma bakaði kaku í køkini og pabba var til skips. Soleiðis var lívið á bygd, og er tað ivaleyst enn. Hetta eru sangir, ið allýsa dagin og vegin. Bólkurin Sputnik átti allar slagararnar. Teir byrjaðu at spæla í 1975 og góvust endaliga í 1991. Jens Lisberg, ið var forsangari, helt áfram við ymsum tónleikarum. Ikki færri enn 80 sangir stava frá hesi tíðini, allir á kassettubandi. Teirra millum er slagarin Vilt tú meg elska. Í 1991 møttust Jens og Jákup Zachariassen. Orsøkin var útgavan One day at a time, sum var eitt kasettuband til frama fyri Skandinavisku Barnamissiónina. Síðani hesa útgávu hevur Jens nýtt navnið Jens og Vinmenn. Ein teirra er Jens Johannesen á Tvøroyri. ”Vit spældu til veitslur og dans. Me...

Gakk ikki við tí, ið einki ger!

Føðingardagsheilsan í "Tres bien" Kristian Blak 60 ár (Tutl 2007): Við nývunnum koyrikorti og realprógvi av Oyrarbakka fór eg til Havnar í skrivstovulæru. Lærumeistari í Málingahandlinum úti við Landavegin var Áki, sum eisini hevði áhuga í tónleiki og tøkni. Á skrivstovuni hevði hann bundið ein Philips kasettuspælara til samtaluanleggið. Millum kasettubondini, ið kundu koyrast í eina slisku og renna runt, sum vóru vit á útróðuri, vóru The Shadows. Skjótt samdust vit báðir um, at hetta var tónleikur til fólkið. Hetta heita summarið í 1975 kendu øll í Málingahandlinum snøggu riffini hjá Hank B. Marvin. Hoydalar í stereo At venda pappírsrúgvum og skriva “bókað” annanhvønn dag gjørdist ov turrisligt. Ringdi niðan í Hoydalar og spurdi, um pláss var. Jú, har var pláss. Og mín sann um ikki Elin og Ásmundur vóru so beinasom at finna mær – og steroanlegginum – rúm á kostdeildini. Tá eg flutti úr tronga kamarinum hjá Gustavi á Sundi og niðan í høgu hallirnar í Hoydølum, var eg millum ...

At búgva millum úlvar og lomb

Sunnumorgunin gekk leiðin sum vant til bakaran at keypa morgunbreyð. Men gakk, gøtan var stongd og avbyrgd. Blinkstrandi brandbilar hómaðust niðast í gøtuni. Komin nærri, sást tjúkkur roykur rulla út undan bylgjandi trøum, ið spretta hesa ársins tíð. Kimiligir brandmenn ganga inn og út og illbrýntir løgreglumenn skriva upp í bókina. Túnið flýtur í vatni. Húsini, ið daga fram millum ývnu trøini, eru úr gulum múrsteini, rúmlig og við fløtum taki. Í morgun hava tey sanniliga givið upp andan. Rútarnir sprongdir og brent er upp gjøgnum takið. Blankir bjálvingarlepar hanga speiandi úr takskegginum og leiftra í lotinum. Her stendst einki at bjarga. Alt farið upp í royk. Forvitnir grannar slota eina løtu, rista á høvdinum, stinga hendurnar djúpt í lumman og ganga ilskir framvið. Undrist yvir hesa hjartaleysu atferð, nú onkur hevur mist hús og heim ein sunnumorgun. “Tað ræður um at verða fyrstur” sigur ein skrámutur blaðmaður, ið unnist illa við dagsins ljós og enn verri við at skriva meðan fó...

Tala millum veggja

Samkoma í Norðurlandahúsinum 28. januar 2004: Gott kvøld øll somul og serliga Helga, takk fyri vertskapin og innbjóðingina til hetta hugnaliga borðhald. Og av givnum ávum, sum tit øll vita um, so fari eg samstundis at takka fyri tey farnu árini og tær upplivingar, sum eg - og vit í felag - hava havt her í húsinum, alt síðani Listastevna, kajakk og ísbjørn komu her á matrikkulin. Eg skal ikki draga nakað frá, alt hevur verið spennandi. Tá ein í 15 ár hevur sitið í skúlanum, sum er eitt fast skipað og rættuliga afturlatið samfelag, har tað ringir inn og ringir út og tú beint fram kanst liva eftir konstant at verða “saved by the bell”, og so kemur út í pulserandi erhvervslívið, so er mangt forvitnisligt, onkuntíð ovæntað – bæði negativt og positivt – at uppliva. Meðan skúlin og tímatalvan, sum har er, dagliga er tryggjaður við faki, flokki, lærara, stuðulslærara, garðvakt, høli og klokkutíð, so eru hesi viðurskifti, hesir karmar, ikki galdandi í arbeiðslívinum annars. Meðan tú hevur bæði ...