Skip to main content

Posts

Showing posts from March, 2006

Bilar í lendi og læru

Dimmalætting 31. mars 2006: Seks heimagjørdir lendisbilar hava í hesum døgum koyrt í Havnargøtum og heilt út á Glyvursnes. Tað eru næmingar á Tekniska Skúla í Havn, sum undir kønari leiðslu koyra, smíða og sveisa. – Teir hava verið toppmotiveraðir, sigur ein vælnøgdur skúlastjóri um næmingarnar. Motorlæra Í grótbrotinum á Glyvursnesi er innrás av larmandi tøkni. Millum sprongdu klettarnar ganga ungir næmingar av Tekniska Skúla í Havn klæddir sum rúmdarmenn, skrúva, snara og seta saman. Undir hjálmi gera teir tekin sínámillum, til ein peikar ótolin á klokkuna, fer burtur frá og tekur flaggið. Hetta er tað tekin, øll hava bíðað eftir. Teir renna til bilarnar, ið eru sum tiknur úr einum Mad Max-filmi. Leypa tveir og tveir í hvønn av teim seks heimagjørdu bilunum, sum Akstovan hevur góðkent við fyribils spjøldrum. Flaggberin Motorarnir rumla ótolnir meðan teir tólv lærlingarnir hyggja trøllabundnir upp á flaggið, ið enn lavar stillan í lotinum. Og so hendir tað. Við vandnum handalagi, sum ...

Buck Owens deyður

Kantrí: Leygardagin andaðist kantrísangarin Buck Owens, 76 ára gamal. Kantrístjørnan, ið eisini rak útvarps- og sjónvarpsstøðir, hevði 16 milliónir plátur í umfari og grundaði kantrí sum sjónvarpsevni. Fleiri enn tjúgu sangir gjørdust nummar eitt og í 1996 varð hann innlimaður í the Country Music Hall of Fame. Minnisgrein, Dimmalætting 27. mars 2006 Mynd: Buck Owens á palli í Crystal Palace í Bakersfield í juli 2003. "Such dark and lonely people" segði hann um føroyingar, sum við hetta høvi ynsktu ein sang. Buck hevði millumlent í Íslandi einaferðina. Hann helt, at veðrið og fjarstøðan til grannan ávirkaði sinnalagið hjá norðbúgvum. Umframt at syngja, spældi Buck Owens á ein elektriskan Fender Telecaster gittara, sum gjørdist ímyndin av the Bakersfield Sound, ið er eitt hvast aftursvar til sukursøta kantrítónleikin úr Nashville og í dag telur Dwight Yoakam sum fremsta forsprákara. »Samlibandstónleik, sum robottar gera, dámar mær ikki«, segði Owens og gjørdist ein hetja hjá fø...

Listin er elitisk og ikki demokratisk

Viðtal, Dimmalætting mars 2006: - Listin er altíð fremst í einum samfelagi, eitt úttrykk og støðumet av okkara støðu, og missir listin hetta frælsið, so kann hon ikki longur verða nýskapandi, sigur Rannvá Kunoy. - Tað kann ikki vera líkarættur um, hvør sleppur við á hvørjar framsýningar, ella um hvør sýnir fram í Listaskálanum. Vit avgerða ikki hettar - listin ger tað Samrøða Birgir Kruse - Tað hevur altíð verið málningurin, ið hevur havt mín áhuga, tað er nakað heilt serligt at skapa eina aðra verð við dýpd og tonkum á einum tvídimensionalum flata, sigur Rannvá Kunoy, tá ið eg spyrji hana um hví, hon valdi myndlistina sum lívsleið. Einsamøll í London Listarlig miðstøð hjá Rannvá er stórbýurin London. - Hetta er ein miðdepil fyri list við størstu søvnum og gallaríum, ið skapa eitt umhvørvið, har listin altíð má máta seg við framsýningar á høgum støði. Sum føroyingur valdi eg tí at útbúgva meg her, ið bæði avbjóðingar og krøv eru hørð. Og so er tað kanska eisini ein feril av t...