Skip to main content

Posts

Showing posts with the label tjóðskapur

Skulu vit banna telefonum í kirkjuni?

Í morgun eru nýkosnu donsku kongshjúnini í kirkju í Aarhus. Veitsludagurin verður hátíðarhildin í danska sjónvarpinum, public service kanal nummar eitt, meðan TV2 sendir Sommer i Tyrol .  Tað er heilt vist, skuldi nakar ivast, at á teim røttu kanalunum hava kongshjúnini eydnast at sementera tankan um eitt modernað kongshús og duga fyrimyndarliga at halda fast í tí symbolikki, sum uttan sjónlig vápn og annan potensierandi útbúnað, skapar tankan um ósvitaliga makt.  Alt er í pakt við fólkið.  Eingin ivi er um, at vit eru í oddinum av maktini í danska ríkinum.  Hugtakandi, hvussu makt kann spinnast upp úr ongum. Hugtakandi, hvussu vit kunnu leggja makt inn á kirkjugólvið, bjóða teimum røttu við og senda í public service sjónvarpi og savna eitt kongaligt lið av ummælarum í vetrarkalda túninum, sum púra laiv kommenterar øll ritual og alt tað, sum fer fram henda fólksliga veitsludag, har eisini vanlig fólk hava eydnast at fáa billet, sum upp til fleiri kirkjugangarar eru f...

Tríggir turrir tímar á ólavsøku

 - Heilsan frá fyrrverandi grannanum, skrivar fotojournalisturin, Tróndur Dalsgarð, á titulblaðið á stóru myndskrýddu bókini, Føroysk klæðir ríki og livandi siðarvurin , sum Sansir og Kvinna geva út.  Hon telur 280 blaðsíður og á køksvektini vigar hon meir enn fýra kilo, er prentað í Hadsten og bundin inn við reyðum og bláum tráði í stívari permu við løriftsryggi, har langi titulin stendur á.   - Tað byrjaði við, at vit tóku myndir til summarútgávuna hjá Kvinnu av Æsu Tróndardóttir og Emilju Sonne Djurhuus í Hans Andriasar Garði undir Pisuvarða og inni í Hans Andriasar Húsi.  Tað bleiv ein ordiliga væl eydnað myndatøka, nokk ein góð blanding av at hava akkurát nóg leysar teymar til at eksperimentera við ymiskum bakgrundum og stoffi, góðum summarljósi og at modellirnar skuldu víðari í húgvuveitslu aftan á myndatøkuna, so tær smápimpaðu, sigur Tróndur Dasgarð, sum er útbúgvin fotojournalistur á Danmarks Medie- og Journalisthøjskole 2017. Longu í 2012 vann hann Mið...

At seta mørk á Markusarmessu

Theodor Eli Dam Olsen, sóknar- og orlogsprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi, helt í dag flaggdagsrøðuna á Vaglinum í Havn, eftir at skótar høvdu marsjerað og Havnar Hornorkestur spælt í Gamla kommunuskúlagarðinum, nú miðbýðurin er at kalla avbyrgdur.  Theodor byrjaði og endaði hugvekjandi røðuna við heitinum á skaldsøguni hjá Hemingway, Hvørjum ringja klokkurnar fyri , ið kom sama ár, sum bretska hersetingarvaldið kravdi og góðkendi eitt føroyskt flagg, Merkið, ið loysti okkum frá tí ríkisrættarligu forðing, sum frammanundan hevði verið løgd í vegin. Ein Deus ex machina, ið tá greip inn og loysti gamla flaggspurningin.  Í einum Evropa, sum aftur er krígsherjað, vísti Theodor til evangelistin Markus, ið gevur degnum navn, Markusarmessa, og minnir okkum, við Merkinum í hond, á at seta mørk og at virða mørk.  Ein sjáldsama nærverandi flaggdagsrøða, sum á virðiligan og varisligan hátt megnaði at nema við russisku fløggini, ið hava somu litir sum okkara, og tó umbo...

Merkið

Hvørt ár hátíðarhalda merkismenn flaggið. Tí eitur tað Merkið. Í eina øld ella so hava vit savnað okkum undir hesum flaggi, hóast eingin annar enn vit sjálv kendust við tað og góvu tí ans helvtina av tíðini.  Tá annar verðaldarbardagi brast á, hertóku nazistarnir Danmark við merkjum úr norrønum heraldikki.  Bretar gjørdust okkara bjarging, tí teir vildu eiga havið og siglingarleiðirnar á okkara høvum. Teir komu til Føroya og kravdu, at nýggj merki vórðu skapt, samtykt og sett á føroysk skip, so tey kendust aftur sum samsintir merkjavinir.  Tá flaggað verður, er umráðandi at røttu partarnir kenna seg aftur. Í so máta er einki sum næsta land sunnan fyri okkum, Norðurírland. Har verður flaggað og strikað av við øllum handa symbolum, so partarnir í passandi fjarstøðu kunnu gera sær greitt, um ein er katolikkur ella protestantur og um tú ert loysingarmaður, sum heldur við Írlandi, ella sambandsmaður, sum heldur við Bretlandi. Fyrri parturin, teir barnríkaru katolikkarnir, kenn...

Ukraina bankar á dyrnar

Ken Lindenskov Olsen og Mariia Shvets Olsen avmyndaði uttanfyri húsini í Varðagøtu 18 í Rituvík leygardagin, tá tey bjóðaðu til kaffi og ukrainskar hunangssøtar pinjukjarnur á heitum hornum frá mammuni Gunn. Tað er sjáldsamt í føroyskum miðlum at síggja tekst, sum er skrivaður á so fremmandum máli, sum ukrainskum. Tað hendi í farnu viku, tá boð vóru frá Námi til ukrainskar flóttar í Føroyum um, at nú vóru skúlabøkur á teirra móðurmáli tøkar á opna føroyska pallinum Snar.  Samstundis upplýsti Býarbókasavnið í Havn, at lánarar nú kunnu lesa ukrainskar barnabøkur, sum talgilt eru samsagdar á enskum og ukrainskum. Flóttar á Sandi fingu gávubræv frá Lions, og fríggjakvøldið vóru tíðindi í Degi og Viku um, hvussu væl ukrainsk børn kláraðu seg í skúlanum á Tvøroyri. Hetta er ein púra nýggj støða, har vit á fyrsta sinni fingu annað beinið beint í altjóða samfelagið. Okkara egnu politikarar hava nevnt, at vit kunnu væntað so mikið sum 200 ukrainsk flóttafólk. 150 teirra eru longu komin sum ...

Hvat hevði tú gjørt?

Vit hava ikki havt kríggj síðan týskurin legði Danmark undir seg, og sambandið helt uppat. Samstundis vórðu vit hersett av bretum, sum fluttu okkum inn í samtíðina. Hóast ráðini vóru til tað, varð eingin loysing eftir kríggið, tí alt varð sollað burtur til rustikustar. Hvat hevði tú gjørt, um tú hevði ræðið á virðunum og ússaligu keyparunum hesa tíðina? Hvat hevði tú gjørt, um tú vart við, og slapp at sita á fyrstu parkett til samráðingarnar, tá løgmaður í landsins tænastu koma heim aftur við Føroya fyrsta radara, alt fyri pensión, sum kanska kundi brúkast hálva øld seinni? Hvat høvdu tit gjørt, Espersen og Vestergaard? Annar heldur, at teir hava longu goldið alt fyri okkum, so vit skulu bara mukka rætt sum ein nýfunnin flúrur í Norðurhøvum. Hin heldur, at vit hava ongar fíggindar, so tørvurin á at fáa nakran at verja okkum við einum nýbygdum radara móti russarum er absurdur. Russar eru okkara týdningarmestu handilspartnarar. Meðan eg væl skilji fyrra útspælið - tað er vanliga óbarbera...