Skip to main content

Posts

Showing posts with the label ferðafrásøgn

Kjølstrektur longsul í langfarabygd

Jórunn Gudmundsen er leiðari í nýggju Messuni í Sørvági. Við sýni inn móti sandinum tváar countrytónleikur rundleitta rúmið við einum himmalskum sangi, so eg hyggi upp. Haldi, at staðbundni tónleikurin fær tað at klárna inneftir, og knýta uppeftir í kjølstrekta longsulin, sum í eini langfarabygd var kjarnin í einum ektaðum countrysangi. Pól Skarðenni hevur teknað Messuna, ið er bygd undir bátinum Astrid, sum í 1973 hoyrdi heima á Tvøroyri, og síðan aldarskiftið var í Fuglafirði undir navninum Marna FD 193, men upphøgdur í 2018. Nú sæst hon hálvd omaná Messuni. Pól, sum er verkfrøðingur, og sjálvlærdur listamaður, hevur starvsstovu í Vatnsoyrum. Í løtuni sýnir hann fram uppi í Dalinum. Her er motivið úr Funningi. Tað var sørvingurin og bókavørðurin, Erhard, sum við einum Facebookuppslagi í dag freistaði meg at koyra vestur. Tað gjørdi hann í einum fyndugum setningi um tey, sum ikki eru á ásveldinum , tignarligu maktleingjuni í tvørskurðinum av Sentralføroyum, har Klaksvík er norðast vi...

Ein svipp til Eysturlandið

Beint framman fyri mær er tað stórbærasta á okkara ferðaleið, Dettifossur, sum er millum máttmiklastu fossar í okkara heimsparti, fýra og fjøruti metrar høgur og hundrað breiður. Tú missir næstan ondina, og hóast tað ikki er loyvt, vildi eg ynskt mær eina dronu, at fáa eina rættvísgerandi mynd, sum bara nøkurlunda kann endurgeva ein brotpart av stórsýninum av dettandi fossinum og duninum, ið setur niður í jørðina. Henda urkraft hvørvir, tá veðurlagsbroytingarnar taka lívið av Vatnajøkuli. Fossurin prýddi inngangin í filminum "Prometheus" , sum bretski Ridley Scott gjørdi í 2012 og varð Oscartilnevndur fyri visuella avrikið. Sami leikstjóri gjørdi "Alien", "Gladiator" og "Blade Runner". Ein visuellur stórmeistari. Og tey eksistentiellu sýni av lítlu menniskjuni í markleysu nátturuni, har eingin tykist hava verið fyrr, sært tú nógvastaðni á Eysturlandinum, innan Norröna fer avstað aftur. Stóri fossurin hevur eisini kveikt tónaskaldið Jón Leifs at...