Undir Sjómannadøgum var eg í morgun á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har eg á fyrsta sinni sá dagsins ljós, til vónandi seinnu skanningina, sum í fyrra umfari var á sama stað í fjør vár. Tað var ein so mikið góð uppliving, at eg skrivaði eina søgu, sum nú er komin í Vencil nummar 26 undir heitinum "Tvær vikur". Tær tríggjar fryntligu, stuttligu og tænastusinnaðu fakkvinnurnar, ið vóru um meg í skannaranum í morgun, vildu lesa søguna, sum byggir á mína uppliving í fjør. Niðanfyri kanst tú eisini lesa hana. Tvær vikur Hann eitur Siemens og ikki Tesla, sigur Bára og vísir mær innum. Leggur hvít klæði fram og peikar á hvítu kummuna. Fólk eru fryntlig her norðuri. Tú fært hug at práta við tey, deila minnir úr gomlum døgum, kennir teg tryggan, hóast stopp stendur á reyðu gáttini. Kanska er tað ein roynd at skapa og knýta brýr, pontifex, eg hoyrdi ein prest um páskirnar siga. At leggja at við eina brúgv, tú sjálvur hevði skapt. Kom inn og legg teg, sigur hon og vísir mær á eitt runt høv...