Millum túsundir á Vaglinum fær Siri okkum at minnast hin eina falna í Berlin og tey mongu særdu í býnum, har heimsins fyrsti LGBT aktivistur, Karl Heinrich Ulrichs skrivaði søguna "Manor", sum nú er gjørd til film í Føroyum. Í ein stillan minutt, sum stendur meitlaður í sinninum hjá fremmandafólki, sum ganga framvið ánni, men verða kúrr, tí tey vita, eins og vit, hvat evnið er. Silvurdrongur, sum brúkar sítt borgarliga navn Trygvi, tá hann stillar út uppi í Steinatúni, kemur á pallin við einum óbetaliligum sjovi, sum byrjar við heimstónleiki av Balkan. Gjøgnumføroyskt entertainment í strammum búnað og matsjandi húgvu. Havi ikki hoyrt so kompakt stílsikra framførslu, sum til avmálda høvið er í góðari kontakt við áhoyraraskaran, ið er visuelt svangur, vil klappa, flagga og syngja við. Siri, sum er stórtekkiligur og larger than life pallstjóri og frásøgufólk í drag, hevur fullkomið tamarhald á øllum teim møttu í miðbýnum, og ger meg stórbilsnan, ja málleysan, tá hon skiftir ...