Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Snar

Hvar er Anna Frank?

Ja, spurt verður í nútið, tí loyniliga vinkonan, Kitty, hevur stolið heimsins kendastu dagbók, hana um Onnu Frank, á minnissavninum í Amsterdam.  Ein filmur, sum verður frumsýndur í Cannes í hesum døgum, er gjørdur um balstýrnu Kitty, sum 70 ár seinni vaknar upp á savninum, har hon hevur brotið inn. Sannførd um at Anna Frank er á lívi, fer hon út í verðina at spyrja flóttar, um tey hava sæð Onnu Frank.  Filmurin er hin fyrsti, sum  Anne Frank Fonds í Basel hava stuðlað.  Hvar er Anna Frank er ein annarleiðis og meira hugdjúp missión, enn hon hjá Charles Bronson og Rambo, sum eisini leita, oftast eftir einoygdari hevnd. Í heimsins kendastu dagbók lesa vit um Onnu Frank, ið varð send til Auschwitz. Minni kend er søgan um foreldrini hjá ísraelska filmsleikstjóranum, Ari Folman, sum sama dag vórðu send í somu týningarlegu.  Folman hevur gjørt ein nútíðar animatiónsfilm um Kitty, hugsaðu vinkonuna hjá Onnu Frank, har hon heldur dagbókina upp móti flóttafólkum og t...

Andrias vann Robert virðislønina

Við filminum Ikki illa meint (2019), sum helst er einasta føroyska søga, ið tekur støði í Facebook, vann Andrias Høgenni í kvøld donsku Robert-virðislønina fyri besta stuttfilm. Virðislønin er nevnd eftir kenda og sjálvlærda danska listamanninum Robert Jacobsen (1912-1993), sum eisini gjørd standmyndina, ið vigar ikki minni enn 940 gramm og hvørt ár verður gjørd í sama stoypiformi á Holbæk Jernstøberi. Undirvísingarportalurin Snar hevur keypt rættindini til at brúka Ikki illa meint  og aðrar filmar hjá Andriasi og øðrum føroyskum filmslistafólkum til skúlabrúks. Í sambandi við uppgávur um filmin, verður sagt soleiðis um Ikki illa meint : Føroysku vinkonurnar Marita og Elinborg møtast í einum donskum handli. Tær búgva báðar á Oyrasunds-kollegiinum á Amager í Keypmannahavn. Vit skilja, at tær kennast væl, men nú er nakað fráliðið síðan tær hittust. Marita og Elinborg royna at práta vinarliga, men greitt er, at okkurt er hent á Facebook, ið hevur órógvað vinarlagið, nú t...

Andrias tilnevndur Robert-virðisløn

Hvørt ár skipar Danska Filmakademiið fyri at Robertvirðislønin verður handað nýggjum filmum, stuttum og langum. Í dag eru øll tey tilnevndu kunngjørd og greitt er, at Andrias Høgenni er ein teirra. Tað er fyri stuttfilmin Ikki illa meint , sum í fjør varð vístur í Cannes og fekk Canal+ virðislønina. Í báðum førum er tað fyrstu ferð at ein føroyskur filmur hevur verið vístur í tílíkum kappingum. Frammanundan hevði filmurin vunnið Geytan. Sum hin einasti í Føroyum, ja í øllum heiminum, hevur Andrias vunnið Geytavirðislønina tríggjar ferðir. Næsta Geytakapping verður leygardagin 15. feburar. Men tá er Andrias ikki við. Undirvísingarportalurin Snar hevur gjørt sáttmála við føroyskar filmsframleiðarar, um loyvi at brúka teirra filmar í undirvísing í Føroyum. Millum hesar filmar er  Ikki illa meint . Umframt at síggja filmin og aðrar við, ber eisini til at lesa um Andrias, sum á Snar verður lýstur soleiðis: Andrias Høgenni (f. 1988), er filmsleikstjóri og ...

Genial marknaðarføring

Koyrir tú eftir Norðara Ringvegnum í Havn í dag, so sært tú í fartinum nakrar hvítar krossar í bønum frammanfyri Norðurlandahúsinum. Teir standa rætt sum í einum gomlum kirkjugarði, eitt sindur ymiskir í vinkli, tí lendið og túgvurnar eru jú so ymiskar, men allir eru teir hvítir og í sama sniði, stødd og profili. Ein elligamal føroyskur kirkjugarðssiður er fluttur inn á økið hjá Føroya fremsta mentanarhúsi, Norðurlandahúsinum. Hvat er hetta fyri nakað, spyrja bilførarar og passasjerar, sum aka framvið í morgunkuldanum, nú eitt følv legðist á breytina. Eru hetta ávaringar um ferð og ferðsludeyða? Havi ongan spurt, men eg haldi meg vita sum amen í gravarkirkjuni, at hetta er ein forlongdur armur, ein røst úr grøvini um tú vilt, frá marknaðardeildini hjá Shakespeareleikinum Hamlet, sum Hans Tórgarð hevur týtt av nýggjum, og sum verður frumframførdur sum ein ektað føroysk jarðarferð í øllum Norðurlandahúsinum í ovurmorgin. Bilettsølan sigst ganga væl. Undirvísingar...

Hygg, hvussu væl vit duga

- So væl duga vit, at gera animatiónsfilm, sigi eg við Árna Øregaard, sum er margmiðlasmiðjur í Námi. Føroyskt allan vegin ígjøgnum! Árni hevur havt ábyrgdina av at savna - og í onkrum føri at gera - allar teir sangir, sum eru í  Barnasangbók Føroya ,  so teir kunnu síggjast á YouTube við teksti og øllum. Árni hevur fingið teknaran, Allan Korsager Davidsen, at gera henda sjáldsama væl úr hondum greidda føroyska animatiónsfilmin til sangin Fimm smáar apur , sum er hin nýggjasti á YouTube-rásini hjá Námi Barnasangbók Føroya. - Serliga nógvar sýningar hava verið eftir at hesin nýggi filmur varð lagdur út, sigur Árni. Animatiónsfilmurin tekur støði í eini tekning hjá Allan, sum hann gjørdi til Barnasangbók Føroya , ið Rigmor Dam, landstýriskvinna, tók stig til. Eydna Skaale ritstjórnaði, Bókadeild Føroya Lærafelags gjørdi alt klárt og Mentamálaráðið gav bókina út í november í fjør, tá Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum. Allan eigur fleiri tekningar í barnasangbókini...

Heimsmálini á filmi

Við 30.000 krónum í vinningi skipar Nám fyri filmskapping fyri hádeild og miðnám um Heimsmálini hjá ST. Luttakandi filmar skulu lýsa minst tvey av teim 17 Heimsmálunum, sum eru lýst av ST. Longdin á lidna filminum kann í mesta lagi vera 7 minuttir. Frásøgumátin er upp til næmingarnar, bara hann heldur seg til evnið og endamálið, sum er at upplýsa um Heimsmálini. Ein greið undirvísingargongd skal fylgja við filminum, so hann er klárur at brúka á undirvísingarportalinum Snar. Á henda hátt kunnu aðrir lærarar eisini brúka filmin. Tilmeldingarfreistin er 1. septembur, lidni filmurin skal sendast Námi í seinasta lagi 11. november, og í viku 48 finnur ein dómsnevnd vinnaran. Umframt at verða sýndur á stórskíggja í Námi og á undirvísingarportalinum Snar, verður vinnandi filmurin eisini sýndur í Kringvarpinum.

Temasíða á Snar um miðlar

- Tað, ið vit lesa, hoyra og síggja í miðlunum er tíðarbundið. Eins og kronos merkir klokka, so er ein kronikkur ein tíðargrein. Greinin skal fanga okkurt, sum er í tíðini í tí landinum, har vit búgva. At vera journalistur merkir at vera ajour , tað er altíð at vera dagførdur, sama hvør miðilin er. Soleiðis byrjar nýggja temasíðan á Snar um miðlar, sum sæst her . - Umframt at lesa, fara vit í hesum tema eisini at spæla journalistar. Við støði í galdandi námsætlanum fara vit at skriva og læra okkum ymsu sløgini av journalistiskum tekstum, at brúka keldur og meta um falstíðindi. Tilfarið um miðlar er býtt í smáar stubbar við kjakevnum at taka upp í flokkinum. Lagt verður upp til at brúka og fata miðlarnar, og at næmingurin er virkin við egnum amboðum ella útgerð, sum skúlin útvegar. Tað er annan vegin at halda og lesa bløð, lurta eftir útvarpi og hyggja eftir Degi og Viku. Hin vegin er tað ikki minni umráðandi, at næmingurin sjálvur brúkar amboð sum fartelefon og teir skiftandi ...

Ríkisdagsval er tema á Snar

Sunnudagin 9. september í 2018 er ríkisdagsval í Svøríki. Tí er nýggj temasíða á undirvísingarportalinum  Snar , sum í stuttum varpar ljós á fólkaræði, politikk og miðlar í størsta Norðurlandinum, og hvønn týdning upplýsing og luttøka kunnu hava, tá borgarar sleppa at velja. Málbólkurin er hádeild í fólkaskúlanum, sum júst hava fingið bøkurnar  Samfelagið - og eg  (Nám 2017) til sjeynda flokk og  Samfelagið - og vit   (Nám 2018) til áttanda flokk, sum við hepni kunnu brúkast at lýsa fólkaræði í lærugreinini samfelagsfrøði. Mentamálaráðið og kommunurnar fíggja undirvísingarportalin Snar, sum Nám rekur. Á heimasíðuni verður upplýst , at føroyski undirvísingarportalurin Snar hevur til endamáls, at vera ein opin undirvísingarportalur til fólkaskúlan. Bygnaðurin er gjørdur eftir námsætlanunum. Endamálið er at gera tað lætt at finna tilfar, at raðfesta tilfar um føroysk viðurskifti og at menna tilfar í einum sniði, sum hóskar til miðilin. Víðari verður sagt...

HM í fótbólti á Snar

Tað er eingin endi á, hvat tey finna uppá á undirvísingarportalinum Snar . Í dag sæst, at nú er heimsins fremsta fótbóltskapping byrjað í Russlandi. Fram til miðjan juli kappast fremstu fótbóltslandslið um heimsmeistaraheitið í fótbólti. 32 landslið kappast á 11 leikvøllum í vestara parti av Russlandi. Soleiðis stendur í innganginum á nýggjasta tema, sum Snar nú skjýtur upp til undirvísing. Umframt fótbóltsyvirlit, er heilsan frá føroyska sendimanninum í Moskva og tað nýggjasta um russiska marknaðin, sum keypir mesta fiskin úr Føroyum. Á nýggju temasíðuni verður í stuttum farið gjøgnum søguna um FIFA og heimsmeistaraheitið. Sum frá líður verða nøkur landslið og nakrir leikarar nærri lýst. Eisini fer HM-endaspælið at verða lýst úr einum føroyskum sjónarhorni. Her er temasíðan á Snar , sum fer at lýsa HM í fótbólti í Russlandi: http://snar.fo/hm2018/