Árið í myndum byrjar við kubanska prestinum í bláari troyggju, Felix, sum eftir ársskiftið sendir mær mynd av motorsúkluni, eini AVA, hann hevur keypt, so hann kann koyra millum fangahúsini á oynni. Keypið er fíggjað úr Føroyum. So pakka vit og fara heim . Umborð á Air France flogfarinum síggi eg nýggja filmin The Outrun , sum við Saoirse Ronan í høvuðsleiklutinum byggir á søgu hjá orknoysku Amy Liptrot, ið týska Nora Fingscheidt leikstjórnar. Heima bjóðar Henny til verkstovu á Háskúlanum um ringu støðuna í fólkaskúlanum, tá umræður handaverk og list, sum blómar alla staðni, bara ikki í skúlanum. Altjóða Holocaustdagur er í skúlanum við Løgmannabreyt, har fokus í ár var á Pol Pot og Reyðu Khmerdrápini í Kambodja fyri 50 árum síðan. Í mínum hugaheimi er hesin hugsunardagur hin mest áhugaverdi í árinum, tá um læring ræður, alt eftir teim tíggju stigunum um happing, polarisering og fólkadráp hjá Gregory Stanton. Her taka næmingarnir saman um, hvat teir hava lært í 90 minuttir, su...