Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Skúlabókagrunnurin

Heimurin í okkara eygum

Um dagarnar rendi eg meg í eitt tíggju ára minni, sum nú aftur fer at verða aktuelt. Hóast høvið bara er ein bók, er evnið í botn og grund so størt sum at definera seg sum tjóð, millum geografi og mentan, tá eitt atlas skal dagførast á móðurmálinum.  Í hesum føri var tað Umhvørvisstovan, sum fyri tíggju árum síðan var vertur fyri Nordisk Kortchefmøde í Havn í 2010.  Tá sjáldsama stóri norðurlendski fakfundurin varð settur í Umhvørvisstovuni hin 29. august hetta árið, bað deildarleiðarin fyri land- og sjókort, Stein Fossá, meg seta stevnuna. Nú eg rendi meg aftur í tíggju ára gamla tekstin, fari eg at seta hann á bloggin, so hann eisini kann lesast. Her er umbidna talan fyri tíggju árum síðan: Velkommen til Torshavn, samtlige gæster og kortchefer. Jeg er redaktør på det offentlige færøske skolebogsforlag, Føroya Skúlabókagrunnur. Dette forlag gav i 1993 ud det første færøske atlas nogensinde, Heims atlas , med Niels Petersen som redaktør.  Nu, 17 år senere, er tiden inde ...

Cameron murrar í hægstu agurkutíð

Mánadagin visti BBC og øll pressan í heiminum at siga, at fráfarandi bretski forsætisráðharrin, David Cameron, murraði ein tóna eftir at hann hevði latið hurðina upp í Downing Street 10. Kanska verður tað eitt nýtt bretskt ferðamál, at vita um tær eydnast at fáa ein breta við stiff upper lip at murra. Men kanska er orsøkin heldur at finna í pressuni, sum hesa ársins tíð altíð dyrkar agurkuna. Í skúlabókini Fjølmiðlar skrivaði eg í 2008 soleiðis: Agurk er góð og kann brúkast til mangt og hvat í føroyska húsarhaldinum. Men á hásumri leggur agurkin navn til lægsta felagsnevnaran í fjølmiðlaheiminum Summartíðin er ikki hin besta til tíðindi. Løgtingið er í summarfrí, og flestu starvsfólk, ið taka avgerðir, fara í feriu. Skúlanir eru tómir, og loftmiðlarnir taka sendingar av skránni. Hjá teim journalistum, ið eru til arbeiðis um summarið, eru tí fá at spyrja og enn færri, ið tíma at lesa, lurta og hyggja. Sama er galdandi á jólum, men tað er bert um summarið, at hugtakið ...

Eingin yvirgangur á Facebook?

Í gjár var franski innanríkismálaráðharrin, Bernard Cazeneuve, á vitjan hjá Facebook og grannanum Google í Mountain View í California, har Rachel Whetstone tók ímóti. Tey standa mitt í lívinum, hon verður 47 í morgin og hann er 51, og er fyrrveranda ráðharri við fíggjar- og evropeiskum samstarvsmálum. AP eigur myndina omanfyri, sum er úr Washington Post . Cazeneuve vil hava Facebook og Google í Silicone Valley, og Twitter, sum er á Market Street mitt í San Farncisco, at hjálpa fraklendingum og Evropiska Samveldinum at basa øllum yvirgangi. Hann vil hava fremstu sosialu miðlarnar longu í føðingini at forða fyri útbreiðslu av terror og øllum boðum og ábendingum um yvirgang. Tað verður spennandi, um tað fer at bera til við tílíkum eftirliti í einum multietniskum heimi, har oftast bara pengarnir fólki flyta, og um sosialu miðlarnir, sum eru heimsins fremstu vørumerki, vilja samstarva við stjórnir og felagsskapir. Kanska fer hetta lógvatak at avdúka, hvør hevur maktina í heiminum, og u...

Kalsoy millum bjørg og hav

At vitja á bygd og koma á tal við fólkið er spennandi, ikki bara í øðrum londum, men eisini her hjá okkum. Hósdagin vóru vit í Námi á námsferð í Kalsoy. Hetta man vera mest og best dokumenteraði túrur hjá einum arbeiðsplássi. Umframt eitt gott og vakið eyga, høvdu flest øll eitt myndatól við. Summi í fikkustødd, onnur speglrefleks við veldugum linsum. Vit byrjaðu ferðina við bygdaleiðum á farstøðini í Havn, eitt korter til sjey. Longur norði, í Kollafirði, Hvalvík og við Streymin, komu fleiri við og sum frá leið vóru vit tjúgu. Bert tvey vóru burturstødd. Bussurin steðgaði í Klaksvík og vit gingu út á ferjuleguna, har Sam førdi okkum yvir á Syðradal. Í salongini var ein sjáldsamur lesikassi við gomlum bløðum, Anders And og Ude og Hjemme. Seinast eg sigldi við Sam á hesum leiðum var 10. august 2004. Tað sigur talgilda myndatólið. Tá var eg í ferðalagi við Ian Anderson, sum er sangari og floytuspælari í Jethro Tull. Hann undraðist yvir føroyska vegakervið og frøddist um at Kalsoyggin...

Norðurlendsk bond

Finska Johanna Roto vitjaði í dag Nám at hoyra um nýggja føroyska atlasið. Fyri ellivu árum síðani var Johanna Nordjobbari á flakavirkinum á Kósini í Klaksvík í tveir mánaðir. Í dag er hon geografur hjá Nordregio í Stockholm, har hon starvast sum kortastjóri við ábyrgd fyri GIS og samskipan. Millum annað hevur hon savnað sámisk kort um beiti og kundi á klingandi norskum siga frá at ikki færri enn trý sámisk atlas eru gjørd. Johanna hevur gjørt kort yvir føroyska hvalaveiðu, sum hon sýnir fram á niðaru myndini omanfyri, og demografisk kort yvir búsetingar, kynsbýti og útbúgvingar í NORA-økinum, eisini við Norðpólinum sum miðdepli. Hesi seinnu kort eru brúkt í nýggju OECD frágreiðingini, sum NORA hevur bílagt og givið út. Kortini hjá Nordregio kunnu frítt brúkast í undirvísing. Johanna er í Føroyum í sambandi við eina norðurlendska fakstevnu.

Nám, atlas og filmur

Í dag var nýggja navnið Nám avdúkað. Eftir drúgt innanhýsis kjak, vóru tað Sansir, ið fingu uppgávuna at skapa nýggja samleikan við øllum teim lutum, ið har hoyra til. Sum ein ábendandi brellbiti, varð hetta svart-hvíta og leikandi tekin lagt út fyri fimm mánaðum síðani: Allur samleikin, við litum og øllum, varð í dag lagdur fram fyri almenninginum á Hoyvíksvegi 72. Ætlanin er at øll tey 22 starvsfólkini, sum eru í gomlu stovnunum, skjótt skulu flyta á hesa adressu og arbeiða undir somu lon. Her eru øll starvsfólkini, tó ikki eg sjálvur og Wenche, sum vóru burturstødd, tá Finnur Justinussen og Per á Hædd tóku myndini á Tórsbreyt við Norðara Ringveg í Havn. Allir jakkarnir, reyðir og svartir, hava Nám-búmerki. Og omanfyri er tað sum andin sveimar yvir vøtnunum, ovast til høgru í myndini. Finnur Justinussen og Per á Hædd ljóssettu og tóku myndina í upptøkurúminum í Námi, har Karina stýrir knøttunum í kontrollrúminum og eg lesi í Neumann mikrofonina. Og so v...