Skip to main content

Posts

Showing posts with the label átrúnaður

Faderhuset

Mikukvøldið varð nýggi danski filmurin "Faderhuset" sýndur fyri fullum húsum í Filmsfelagnum. Stjørnan, Trine Dyrholm, sást í høvuðsleiklutinum sum hin veruliga Ruth Evensen, ið keypti søguliga og nógv umrødda Ungdomshuset frá 1897 við Jagtvej 69 á Nørrebro í Keypmannahavn. Ár 2000 hevði kommunan selt húsini til eitt felag, sum síðan seldi húsini til fríkirkjuna Faderhuset. Á heysti 2006 bað kirkjan, sum í pørtum av aktuella filminum verður kallað ein sekt, løgregluna rudda húsini, so øll tey ungu andstøðufólkini, ið høvdu brúkt húsini til undirgrundspall og tilhaldsstað, kundu verða sett á dyr. Pressan er væl umboðað, tá farið verður undir at taka húsini niður hin 1. mars, og út móti midnátt hin 6. mars er alt jarðlagt. Sjónvarpsstøðir filma ógvusligar samanbrestir og fleiri enn 700 ung verða handtikin millum kastiskjúts og brennandi bilar. So er pallurin strikaður av í miðlunum og øll síggja og fylgja við, har hin góði og óndi bresta saman á opnum skermi. Helst er n...

Gud gev mær tín frið

Leingi, ja í áratíggju, havi eg verið sannførdur um, at samkomur eiga ella í minsta lagi hava fostrað teir tónleikarar og sangarar, eg seti rættuliga frammarlaga í einum landslagi av ljóði, ið norski Alf Emil Eik fyrst í fýrsunum navngav og pakkaði inn í ein jólapakka og kallaði lydarkitektur og seg sjálvan ljóðarkitekt, sum málaði hann eitt rúm og landslag úr ljóði. At ljóðið verður fjórði veggurin, vendur móti okkum av siðbundna sjónleikarapallinum. Sjálvandi veldst alt um resonansin eftir upplivingarparametrunum hjá Hartmut Rosa, sum eg havi nevnt áður, og hvussu tú tekur hansara sosiologisku krosskipan til tín í eini roynd at skapa meining, ið gevur resonans júst í tíni tilveru. Í tekstinum á nýggju LP plátuni Onkustaðni er ein viðarlund (Tutl 2026) ger Benjamin Rajani greitt, at hann er kristin. Tað er annan vegin eitt bæði klárt og sterkt sólartekin at parafrasera fremsta sangskaldið í fríkirkjum á okkara leiðum, Linu Sandell, við orðunum Bert ein dag, og eitt bil, í ...

Sálmar við styrki

Eitt leygarkvøld í mars fara tey í PraiseHim at seta føroyska Hall Joensen og norska bólkin Salmer på Pøbb á skránna í Lívdini. Yvirskriftin er: Tvær konsertir. Eitt atgongumerki. Fyrireikararnir siga, at hetta kvøldið í mars verða sálmar í sentrum. Hallur byrjar við countrysálmum og -sangum klokkan sjey, og klokkan hálvgum tíggju fara Salmer på Pøbb á pallin við sálmum í rock-, blues- og gospel-búnað. Men hvat er tað fyri nakað, Salmer på Pøbb? Við meira enn fjøruti útseldum konsertum hevur bólkurin við sjáldsama navninum, Salmer på Pøbb, bergtikið áskoðarar kring alt Noreg. Nú kemur konseptið til Føroya við kendum sálmum í nýggjum hami, framúr góðum tónleikarum og einari hugnaligari konsertuppliving við sangi, nærveru og felagsskapi. Eg havi tosað við Thor-Erik Fjellvang, sum saman við Lewi Bergrud er leiðari í bólkinum Salmer på Pøbb um bólkin ella konseptið. Til gerandis arbeiðir Thor-Erik hjá Kirkelig Kulturverksted, sum við hópin av útgávum fylla nógv í mínum tónleikasavni....

Bossanova í Lívdini

Heystið er komið og Lívdin spílar seg aftur út við spennandi fagnaðarkonsertum í teim bestu kørmum, sum Jens Kristian og PraiseHim kunnu bjóða. Úti er vindur og inni er Ichtus, sum fyri fullum húsum førir okkum aftur í fýrsini undir fermu leiðslu Jákups, til Rúni Højgaard tekur yvir og navnkennir øll so hvørt. Gott og stramt sett við framúr sangarum, men eisini tónleikarum, ið yvirhála Mezzoforte, tá teir sleppa leysir. Í eini tíð við útlendskum copy bands á størstu pallum, skapa heimligu Økistónar autentiskar intimkonsertir úti um landið, sum í Biskupsstøðgarðinum í Klaksvík, har Ragnhild setur Daniu og Bartal á skránna í næsta mánað, við tapas úr grannakaféini. Tað er á heysti, at tænastusinnið skal bjóðast og roynast. Og lukkutíð hækkar og víðkast mentanar- og upplivingarkarmurin hvørt ár á flestu støðum hesa ársins tíð, nú ferðasummarið er av. Ikki tí. Bara í dag hevur Atlantsflog fimm flogfør úr Keypmannahavn og eitt úr Oslo. Hóast heystið er yvir okkum, hevur summarið ikki sl...

Í halgidóminum

  Í halgidóminum   Eitt kvøldi í býnum fari eg aftur í handilsgøtuna at keypa vatn og vín Eingin er við kassan Men innast í smoguni hómi eg umhvarvið meðan hann brettir eina pappeskju út á gólvið Aftri meg og trýni burturfrá so langt eg kann í trongu búðini ið er opin allan kringin Tí í fremmandameldrinum er hann burtur sokkin inn í seg sjálvan at dyrka tað sum hægri er enn tú sjálvur Tá hann reisir seg faldar hann eskjuna saman sum ein flytikassa hann ofta hevur handað og hyggur uppá meg Í øðrum heimi havi eg lagt høgru hond uttan á vinstru hjartasíðu og eg síggi og kenni at hann virðir okkara orðleysa fund í óvardu blinkstursbúðini Eg hava eisini eina kalda chardonnay sigur hann og tekur lunkaðu vøruna frá mær opnar svalliga skápið og sum jatakk tilboð fái eg framíhjá katalanskt vichy vatn beint úr halgidóminum Barcelona septembur 2026

Maktreligiónin í menniskjabúnað

  Millum túsundir á Vaglinum fær Siri okkum at minnast hin eina falna í Berlin og tey mongu særdu í býnum, har heimsins fyrsti LGBT aktivistur, Karl Heinrich Ulrichs skrivaði søguna "Manor", sum nú er gjørd til film í Føroyum. Í ein stillan minutt, sum stendur meitlaður í sinninum hjá fremmandafólki, sum ganga framvið ánni, men verða kúrr, tí tey vita, eins og vit, hvat evnið er. Silvurdrongur, sum brúkar sítt borgarliga navn Trygvi, tá hann stillar út uppi í Steinatúni, kemur á pallin við einum óbetaliligum sjovi, sum byrjar við heimstónleiki av Balkan. Gjøgnumføroyskt entertainment í strammum búnað og matsjandi húgvu. Havi ikki hoyrt so kompakt stílsikra framførslu, sum til avmálda høvið er í góðari kontakt við áhoyraraskaran, ið er visuelt svangur, vil klappa, flagga og syngja við. Siri, sum er stórtekkiligur og larger than life pallstjóri og frásøgufólk í drag, hevur fullkomið tamarhald á øllum teim møttu í miðbýnum, og ger meg stórbilsnan, ja málleysan, tá hon skiftir ...

Whisky og villar søgur í hvannatíð

  CoPilot gjørdi myndina meðan eg skrivaði Í hægstu agurkutíð, hvannatíð, tað er hon við tíðindaloysi, hevði Útvarpið eitt frálíkt innslag um nakað so eksotiskt og søguliga foredlað, sum føroyskt whisky. Mann fer at gleða seg til rákan, tí søgan um whisky verður sterkast á óframkomiligari útoyggj, har gandakent afturhald verður sjálv drívmegin í marknaðarføringini. Fyrrverandi landstýrismaðurin, Bjarni Kárason Petersen, fegnast, meðan ein annar fyrrverandi landstýrismaður, Jenis av Rana, øtast og rópar varskó um whiskytíðindini.  Millum hesar báðar, sum nú eru tingfólk, eru fleiri, ið taka kjakið upp á Facebook, ið alt árið er og verður fólksligi almenningurin, serliga úr einum tillagdum og tillærdum fráhaldssjónarhorni, har religión er samantvunnin partur. Nú lokið er tikið av hesum niðursjóðaða blikki, alkohol í Føroyum, sum sett í gildi av nettupp politikarum at selja við risavinningi í Rúsum, er eingin endi á spurningunum. Men hvussu áhugaverdir teir eru, tykjast t...

Mentanarligt kurteisi

Cadeau til samkomurnar í Havn. Cadeau , kurteislig vinagerð, sum franska orðabókin sigur um gávu og tinganest, ið nú kemur miðbýðarborgaranum til góða frá samkomuni City Church.  Eftir brunaskaða, og í kjalarvørrinum á Lívdini uppi í Hoyvík, har skjótast vaksandi búseting er í landinum, fer miðbýðarkirkjan at endurreisa samkomuhølið og skapa bestu tónleikauppliving fyri 400-500 fólk, sigur Tom Jacobsen, sum er pastorur, nú bygt verður nýtt, upp at næsta granna, sum er størsta spæliplássi í býnum. Spælipláss av tí slagnum, sum orðabókin gevur børnum og barnafamiljum, og sum á enskum verður kallað playground . Cadeau. Samstundis er forfallið í privatu Klubbabygningunum totalt, og kommunan fer eftir filmiskan biograffyrispurning, kanska um tíggju ár at hyggja uppá Bacalao sum møguliga íløgu til ein biografsýningarmøguleika, hin seinasta í landinum. Eitt visuelt upplivingarrúm, ið nær sum helst kann gleppa okkum, ið ganga í góða men seinasta biografin, av hondum. Tíggju ár. Tjóðp...

Eidsvåg hartar kirkjuna

  Misjonskirken Norge hevur júst havt ársmøti, har ein samtykt er gjørd, um einasta máta at liva sum hjún: «Ekteskapet er Guds gode ordning for samliv, for en mann og en kvinne. Menigheten utfører vigsel og velsignelse i samsvar med denne forståelsen.» Samtyktin er farin víða í norskum miðlum.   Kendi norski rokkpresturin, Bjørn Eidsvåg, sum fleiri ferðir hevur sungið í Føroyum, og í fjør fekk eina kirkjuliga virðisløn, Brobyggerprisen , hevur straks skrivað ein nýggjan sang, har hann varpar ljós á, hvussu kirkjan – næstan – kann rúma – næstan – øllum. Á egna Facebook vanganum skrivar teologurin og sangarin, Bjørn Eidsvåg: Inspirert av Sarah 15 år, som ble sitert i Vårt Land i forbindelse med Misjonskirkens vedtak om å holde skeive utenfor, skrev jeg en sang: Nesten alle vil vi ha med de sang «Alle vil vi ha med» de sang «Elsket for den jeg er» de sa: «Jesus døde for alle fordi han elsker enhver» i dette rommet hvor sangen runget og varmen rådet var det g...

Trúgv er blivin tað nýggja svarta í hvíta USA

ChatGPT gjørdi myndina eftir at hava lisið tekstin niðanfyri Trigger-happy er eitt hugtak, ið kom til mín um páskirnar. Síðan eg fór at skrivað blogg, síggi eg í teljaranum, at í tveimum førum havi eg brúkt hetta enska orð. Í 2022 í tekstinum undir yvirskriftini "Vit eru samsek í Holodomor" , og í 2016 í yvirskriftini "With God On Their Trigger Happy Side" . Orsøkin til júst henda seinna bloggin var, at bønarmaðurin Franklin Graham, sonur prædikumannin Billy, tá var í Føroyum og savnaði trítúsund fólk at hoyra gleðiboðskapin. Stutt eftir var kristni amerikanski sangarin, Larry Gatlin, sum tá sang "An American With A Remington", eisini her og sang fyri fáum á møti í Kelduni. Teir eru báðir, Franklin og Larry, við í amerikanska Landsbyrsufelagnum, American Rifle Association, sum sæst omanfyri. Sitandi amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, ytst til vinstru, er nú eisini í stríði við eina meinigheit, tí hóast hann ongantíð hevur gingið har, brúkar hann...

Nýggjur politiskur flokkur stovnaður

Pesach flokkurin, sum hevur verið undir stovnan í eina tíð, og er í dag endaliga stovnaður við 11.000 undirskriftum.  Í dag byrjar jødiska høgtíðin pesach, sum kann berast saman við okkara páskahøgtíð.  - Tí er hóskandi at lýsa okkara nýstovnaða flokk í dag, sigur talskvinnan, sum á middegi fer at kalla inn til tíðindafund á Tinghúsvøllinum.  Setanarrøða verður stroymd av ísraelsku sendustovuni, til áhoyrarar á vøllinum frammanfyri tinghúsið, har veittrað verður við ísraelska flagginum til sólsetur.  - Tað er eingin loyna, at viðhaldsfólk Ísraels eru mong og standa saman í øllum í Føroyum, nú vit stovna Pesach flokkin. Tí er hetta eitt bønarsvar, sigur talskvinnan á stovningardegnum.  Eftir sendifólkið í Ísrael, fara Ísraelsvinir og hebráiska brøðralagið at røða, og at enda fáa viðhaldsfólk hjá palestinum í miðeysturi orðið, at siga frá um nýggju lógina í Knesset um rættin at flyta palestinar fram í herligheitina.

Jerúsalem - týdningarmesti býur

  Hóast religiónir ikki hava ein høvuðsstað á sama hátt sum jarðisk lond, er Jerúsalem ein av heimsins týdningarmestu heilagu býum hjá fleiri stórum religiónum.  Jerúsalem er heilagasti býur í jødadómi, ein av týdningarmestu býum í kristindómi og umframt Mekka og Medina, hin heilagasti býur í islam.  Ísrael sigur, at Jerúsalem er høvuðsstaður landsins, og palestinarar síggja Eystur-Jerúsalem sum høvuðsstað í einum framtíðar palestinskum landi. Eitt heilt uppslag er í føroyska skúlaatlasinum frá 2014, sum viðger hesi viðurskifti undir yvirskriftini Miðeysturmálið. Fyri fyrstu ferð í øldir hendi tað í dag, pálmasunnudag, at ísraelska løgreglan tók sær rættin at forða fólki at sleppa í kirkju í teirri heilagu Gravarkirkjuni, kirkjuni við heilagu grøvini, Church of the Holy Sepulchre.  Macron í Fraklandi og Meloni í Italia eru millum tey mongu, sum hava mótmælt: Eitt alment skriv, sum í hesum sambandi hevur verið frammi allan dag, er hetta: Felags Fráboðan frá Latíns...

Vit liva í óhugnaligum tíðum

  Meðan bakmenn úr okkara egna ríki verða funnir sekir í søguliga stórum rúsevnamálum, ið oyðileggja nógv ung lív í ævir, verður skuldin fyri øll brotsverk varpa á muslimar. Teir eru hvørki ákærdir ella funnir sekir, tí teir eru slettis ikki til her. Giti, tað eru múgvandi bakmenn, ið keða seg so mikið, at teir vilja hava ein rús, og lokka ungar menn at smugla um markið við lyfti afturfyri, at skora lívsins stóra vinning. Tað er freisting, sum eingin kann standa fyri. Lokkaður í felluna og dømdur í fongsul í fleiri ár. Eitt nýbyrjað lív oyðilagt av pengasterkum monnum, sum í berum keðsemi ikki vita sær annað, enn rúsin. Allíkavæl hava vit hesa hondføstu projisering alla staðni í samfelagnum, so hondføst, at hon nú er eitt arbeiðsfelt hjá ídnum politikarum. Undirtøkan er fenomenal, kanska tí vit vilja keypa okkum avlát, ella bara síggja prikið í eini fíggindamynd, sum eingin kann greiða, sprottin av einum skúla, ið einoygt og øllum lutum byggir á kristnu trúnna. Eitt lættkey...

Tá tú verður boðin at biðja

  Nú eru trýogfjøruti dagar til bønartiltakið, eg varð boðin til, byrjar. Á hotelli saman við øðrum úr nógvum londum. Prísurin er nítjanhundrað og fimmhálvfems krónur. Tú kanst innkvartera teg við eini promokotu og so kanst tú eisini donera. Hugsi eina løtu um nýru og gøgn á altjóða marknaðinum, men skilji, at tað eru pengar, eg kann donera. Fái at vita, at hetta er eitt týdningarmikið átak við atliti á at menna sambond og samstarv millum jødar og kristin. Mín luttøka hevur týdning, tí hon kann vera við til at styrkja sambandið við bæði Ísrael og vinir Ísraels í einum avgerandi tíðarskeiði í søgu Ísraels. Tað eru fólk úr somu ættarbygd, sum eg, ið vísa mær á tiltakið. Kanska átti eg at fari, nú tíðin er til tað. Tað var jú her, at fakfelagsrørslan byrjaði, hond í hond við átrúnað, vinnulív og besta tónleik. Víkin er opin fyri bøn. Men hetta er ikki júst templið, mær varð forkynnað úr Nýggja Testamenti, heldur fakfelagsráðgevin, sum undir mínari lið vísir á sosialistisku karma...