Skip to main content

Posts

Showing posts with the label mál

Skuggin av donskum

Fjølmentanarvika hevur júst verið í Havn og indiski filmurin "All we imagine as Light" varð sýndur.  - Er tað bara fyri danskttalandi, at tit hava Fjølmentanarviku, spyr týska Agnes-Katharina Kreiling, tá hon sær, at filmurin hevur danskan undirtekst, sum hon ikki skilir.  Í kjalarvørrinum á hesum kjaki, skifta vit bæði, Anges og eg, orð um støðuna hjá donskum í Føroyum og hví indiski filmurin, sum er á malayalam, hindi og marathi máli, hevði danskan undirtekst. Agnes-Katharina Kreiling, hvør er tín bakrund og hvussu komst tú til Føroya? - Eg eri lívfrøðingur og flutti til Føroya fyri fimm árum síðan. Eg búði í Íslandi, har eg hevði arbeitt í fleiri ár, tá eg møtti mínum maka. Hann er eisini lívfrøðingurog hevur gott og fast starv í Føroyum, sum ikki er so lætt at fáa innan okkara arbeiðsøki. Tað var í sambandi við hansara arbeiði, og so nøkur onnur viðurskifti, sum gjørdu, at eg flutti til Føroya, ístaðin fyri at hann flutti til Íslands. Nú eri eg so heppin at hava eitt gott...

- Vit fara at síggja føroyskan film!

Meir enn 2500 atgongumerki vórðu seld í forsølu til stop-motion-animatiónsfilmin Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum, sum Kringvarpið hevur latið í føroyskan ham, og nú gongur í Havnar Bio Soleiðis søgdu tey í hópatali. Vit fara at síggja føroyskan film! Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum. Wauw. Tankarnir ganga aftur til bilettsøluna og biografdagarnar við høvdingasoninum, Winnetou, og týska maskinmeistaranum, Old Shatterhand. Hóast ymiskir, skuldu teir bjarga søguni og skipa lógloysið, so allir nýbyggjarar kunnu liva í sátt og semju. Teir á preriuni og nú dýrini í Vallbakkaskóginum. So er vøllurin settur, teknaður og máldur upp. Tankin kann ikki hugsast liðugur, uttan at taka støðu til, hvussu uppbyggiligt Kringvarpið hevur verið í júst hesum føri, meðan eins almenna arbeiðsplássið, sum við parlamentariskari valskipan í rygginum er beint hinumegin vegin, Mentanarnevnd Føroya Løgtings, á jólum í fjør fekk konfirmerað, at biografur skuldi skrivast út úr føroyskum ...

Evropeiskur máldagur

Antra Carlsen er høvuðssamskipari í Norðurlendska Netverkinum fyri Vaksnamannalæring (NVL). Stig Elttør tók myndina í Varpinum í Klaksvík. Evroparáðið í Strassbourg hevur síðan 2001 gjørt av, at í øllum 46 limalondum, sum telja 700 milliónir fólk, skal hesin dagur verða evropeiskur máldagur. Í ár er evnið friður, mál fyri friði. Evroparáðið sigur, at óansæð aldur og skúlagongd, eiga fólk í Evropa at læra fleiri mál. Í Evroparáðnum eru tey sannførd um, at málsligt margfeldi er eitt amboð, ið kann geva okkum í Evropa eitt størri innlit og verða ein grundarsteinur at byggja eina fatan av ríka mentanararvinum í okkara heimsparti á. Tí verður arbeitt miðvíst við at fremja fleirmæli - flersprogethed á donskum, plurilingualism á enskum, fjöltyngi á íslendskum - í Evropa.  Hóast vit ikki eru eitt av teim 46 limalondunum í Evroparáðnum, og føroyskt tí ikki er eitt mál, sum sæst aftur á heimasíðuni hjá ráðnum, er málsligi áhugin hjá okkum stórur og fer helst altíð at verða tað. Tað er tó t...

Einki alternativ

Í nýggju stavsetingarorðabókini er einki alternativ . Orðið finst ikki. Síðan hon kom fram, havi eg roynt ymsar inngangir til gerandisligt skrivligt arbeiði. Leys og støk orð, sum stavast so ella so. Her verða eingi orð sett saman, tí orðini verða ikki brúkt til samanbundið virksemi, eisini kallað samskifti. Orðini eru støk. Hevði væntað, at eg fór at liggja skerflatur at lesa í nýggju stavsetingarorðabókini, men púra óvæntað havi eg slept henni. Fór tí í prentaðu bókahillina, at blása dustið av størsta frambrotinum eg minnist, tá umræður orðabøkur. Tað var ensk-føroyska orðabókin hjá Stiðjanum frá 1992. Umframt at minnast hvussu dýr hon var, minnist eg hvussu stuttligt tað var á føroyskum at lesa um týdningin av orðum, sum tá vóru nýggj. Hví í allari víðu verð eru orðabøkurnar ikki skipaðar og settar upp soleiðis, at brúkarin kann krossreferera á einum stað millum fleiri? Málið er livandi og ikki tengt at støkum orðum og starvsstovustirvnum bendingarmynstrum, sum tá fyrisitarar og po...

Málfrøðingur skal í Kringvarpið

Í dag veit netmiðilin hjá Kringvarpinum at siga, at ein málfrøðingur eigur at verða settur í starv í Kringvarpinum, tí ætlanin er at javnseta málið við journalistikkin.  Tað er fyrsta av seks tilmælum í einum málpolitikki, sum ein arbeiðsbólkur hevur gjørt fyri Kringvarpið. Hóast eg hvønn dag hoyri donsk heimildarfólk í tíðindasendingunum, onkran dag vóru tey fýra donsk í eini ørstuttari tíðindasending, verður ikki sagt, at brúksmálið í Kringvarpinum er føroyskt. Í arbeiðsbólkinum, sum varð settur í oktober í fjør, vóru Óluva Klettskarð, umboð fyri Føroyamál, Sólva Jónsdóttir, umboð fyri Nám, Ragnar Sigrunarson, umboð fyri Málstovuna, Jón Brian Hvidtfeldt, umboð fyri Felagið Føroysk Miðlafólk, og Solby Christiansdóttir, umboð fyri Kringvarpið. Tað er einki at taka seg aftur í, at Kringvarpið er elsti, breiðasti og týdningarmesti pallur og boðberi tá umræður føroyska mentan í orð og talu til flestu møgulig í landinum.  Hvørki kirkjur, tinghús, festivalar, ella nakar annar staðu...

Danskt sjónvarp við innvølunum úti

- Tað kom óvart á meg, hvussu nógvar avgerðir eru tiknir av dønum. Soleiðis sigur 51 ára gamla Nukâka Coster-Waldau við Dimmalætting. Hon er úr Uummannaq í Grønlandi og gift við javnaldrandi danska Nikolaj úr Rudkøbing. Hann er aktuellur sum Ejnar Mikkelsen í Netflixfilminum Against the Ice.  Orsøkin til inngangandi setningin er, at Nukâka og ein annar danskur sjónleikari, Lars Mikkelsen, eru vertir í sjónvarpsrøðini Historien om Grønland  hjá Inuk Silis Høegh. Røðin, sum verður send á DR, byggir á søguna um sambandið millum Grønland og Danmark “på godt og ondt”, sum tey bæði siga.  Samanumtikið ein hugvekjandi inngangssetningur, ið samstundis fær eitt tíðarbært gildi, nú hon staðfestur, at so nógvar avgerðir verða tiknar av dønum, langt burturi frá veruleikanum, í øðrum pørtum av ríkinum. Í Danmark er eisini sjónvarpsstøðin TV2, ið samstundis hevur reportasju um ungu føroysku gentuna, sum í 2012 varð funnin deyð í Hvannasundi, og knívstunguna, sum seinni varð har í bygdi...

Móðurmálsdagur

Í dag er okkara móðurmálsdagur, tí henda dag í 1819 varð Hammershaimb føddur. Saman við øðrum legði hann lunnar undir málið. Kanska eitt sindur tollfrítt og lættkeypt at siga. Útlendskir granskarar, serliga danskir, hjálptu okkum, so fjalladialektin hjá hálvkvødnum søgusigarum bleiv eitt fullfíggjað skriftmál millum slektaðu grannamálini, sum eisini hava ein móðurmálsdag at fegnast um. Danski stuðulin hevur staðið við, og er í dag so dyggur, at tú ikki kann hyggja eftir filmi uttan danskan undirtekst og orienterað teg um støðuna í Ukraina uttan danskan hernaðarkorrespondent, sum við vanda fyri egnum lívi er farin frontalt á sjurnalistiska hermótið. Einsamøll skapa vit ikki móðurmálið. Men sleppa vit donsku ávirkanini, sum í seinastuni er linkað so mikið, at summi vilja vera við at kontan er uppbrúkt, so ber til at hyggja eftir hinum báðum grannalondunum, Noregi og Íslandi, sum vit helst eru enn nærri í slekt við, ikki minst tá um málsligar fyrimyndir og nýyrði ræður. Úr Noregi hava vit...

Átta orð úr sammóðir

Fríggjadagurin seytjandi desember 2021 varð ein stórur orðabókadagur í Føroya søgu. Ikki bara eydnaðist at fáa sammóðrina inn í orðabøkurnar hjá Sprotanum, men við sammóðrini komu eisini hesi trý orðini afturat teimum fimm ensku co-mother orðunum sama dag: samfaðirskapur, samfaðir, sammóðurskapur. Og sum sæst omanfyri, slapp hitt forfjónaða orðið "hoppiborg" eisini uppí part, hóast tað helst ikki hevur nakað við Tinghúsvøllin og tey hús, sum har standa, at gera. Málið er livandi í fólkaræðisliga samfelagnum, í hvussu er tí, sum er uttanfyri Tinggátt, bara tú hevur áhuga og gert hann galdandi, orðabókaáhugan, sum er púra ópolitiskur og livir í fólkinum.

Ársins orð

Hóast bæði morgunsendingin hjá Útvarpinum og onkuntíð eisini Fólkaheilsuráðið gera sítt ýtarsta hvønn gudsskapta morgun at sjabbast um Facebook, og tala fólk frá at brúka sosialar miðlar, so samdist ein dómsnevnd í morgun kortini um, at ársins orð er sammóðir . Í fjarstøðu við samskiftistøkni. Frálíkt val, tí tað er eitt nýkomið orð, sum er sprottið úr samfelagsliga veruleikanum, ið hevur ávirkað politisku skipanina, sum hevur fingið kroyst henda veruleika inn á seg, hóast einstakir maktpolitikarar hava mótmælt, og gera tað enn, við gudiligum undanførslum. Men Málráðið hevur ikki dagført heimasíðuna síðan í fjør, tá sóttarhald var ársins orð. Og kanska skal okkara alra talgilda orðabók eisini dagførast alla tíðina, so annað enn sambróðir er at finna í orðsmíðaða patriarkatinum. Tað er ikki bara at biða lova sær. Hinvegin, leitar tú í frágreiðingini, nummar tvey ovast til høgru, so finnur tú eina danska, tvær enskar og eisini tvær týskar tilvísingar: "medmor", "co-mothe...

Flyfrisk ella long-life?

Í vikuni hoyrdi eg frá einum vinmanni, at í Grønlandi brúka tey ofta og títt vendingina flyfrisk um mjólk, sum er nýflogin úr Danmark, og tí kostar hareftir. Annarleiðis er við hinari bíligaru long-life mjólkini, sum er viðgjørd at halda sær longri, júst so sum vanligi brúkarin á staðnum í størri mun ynskir. Nakað sum í Íslandi, har tey settu skelti í kioskvindeygað, tá nýggj donsk vikubløð vóru komin og áskriftin tí segði Ný dönsk , sum eisini bleiv navnið á einum vælumtóktum orkestri har í landinum. Ný dönsk. Herheima er í sama handilsliga innflutningshøpi vanligt at siga: Nýggj vøra heimkomin! Men tá eg hoyrdi orðingina flyfris k í grønlendskum høpi, skilti eg, at týdningurin hevur flutt seg frá handilshillunum til HR økið, tá umræður at fáa nýtt fólk í almenna geiran og fremsta oddin í privata vinnulívinum. Er ein nýggjur persónur rekruteraður úr útlondum til eitt leiðandi starv, so kann verða sagt: “Er du flyfrisk?” í týdninginum, ert tú akkurát komin úr Danmark og tosar tú bara...

Róptu teir á týskum?

Holocaustdagin sá eg týska filmin  Als Hitler das rosa Kaninchen stahl  um húskið, sum undir krígnum flýddi undan nazistum til París og aðrar evropeiskar býir. Undir filminum kom eg í tankar um eina mynd, eg soleiðis hissini tók við telefonini av eini minnistalvu og einum turkaðum blómutyssi við einar kioskdyr á fornisku stórbýaroynni, Île de la Cité, mitt í París. Tað var í mars í fjør, tá kjak um týskt í heimaskúlanum var uppá tað hægsta og koronasmittan enn ikki hevði nátt at steðga øllum, eisini heilavirksemi. Fremmandi franski tankin, sum enn eltir meg, var, um hermenninir, ið róku tey fjøruti børnini úr hesum friðaða bygningi við 112 fólkum í 1942, mundu rópa á týskum ella fronskum? Var tað Heraus ella Sortir teir róptu á kjarnuoynni í mentabýnum? Tað er líkasum at proppur kemur í heimligu hugsjónina og meiningina at læra seg fremmandamál, tá tú sært film sum hendan týska, og rennir teg í talvur sum hesa fronsku ein morgun til handils at keypa breyð. Hvar var øvrig...

LS í ÚF hjá KVF á FM

Nú styttist til nýggjárs. Og hetta við at styttast og at stytta tað, sum styttast kann, hevur fingið so mikið av ferð, at dagsins orð hjá Sprotanum er hálarumpa, sum eg fyri vist helt betýða at glíða og blíva við at glíða. Ein hálarumpa. Men nei, tað er eitt annað orð fyri brosmu. DF, dekanfari, sum er MLV, miðalvarping, men eisini kann verða FRÍÐK, sum er eitt fríðkanarorð. DF. Í hesum jólaferiudøgum stendur útvarpið frá alla tíðina. Útvarpið hjá Kringvarpinum, ella ÚF hjá KVF, altíð á FM. Tað er líkasum baktjaldið fyri øllum, skiftandi veðri og skiftandi ljósi, skiftandi drekkamunni og so breyði, sum eftir hondini er TES, ein turkaður endaskálkur. Soleiðis verður skorið burtur av øllum, til einki er eftir. AVD, alt verður decimerað til einki er eftir, skamtað burtur í einki. SBE. Veit ikki um tónleikasendingarnar í ÚF eru minni umhyggiligar enn orðaríkt uppbyggiligu talusendingarnar, tá umræður styttingar at stytta sær um stundir við, nú alt styttist og ber mót endanum. Í eini tónlei...

Vit fara øll til Danmarkar!

  Í einum stuttfilmi , sum skal upplýsa donsk lesandi um týdningin av donskum í Føroyum, brúka donsku filmsframleiðararnir tað sum eitt sannførandi frásøgusnildi, at øll í skúlastovuni peika upp, tá ein føroyskur lærari, enntá við tjóðveldisnavni, spyr, hvør ætlar sær til Danmarkar einaferð á lívsleiðini. Soleiðis er at vera lítil. Small er faninme ikki bjútiful. Men summi, sum eru hundrað ferðir størri, halda tað vera ein ævinligan stuttleika at blaka tílík stríðsepli á føroyska pallin, og samstundis leggja ertandi smáfeilir afturvið. Hvør feilurin er á hesari myndini, kunnu tit sjálvi bestemma. Men sjálvur haldi eg tað vera eina keldu til undran av tí stórbæra slagnum, tá staðfestast kann, hvussu sterkt føroyska málið stendur, og hvussu miðvíst tað verður styrkt hvønn tann einasta dag. Málið, sum fólkið á staðnum tosar og nýtir í samstarvi við øll onnur í allari verðini. Men sum altíð, tá um makt ræður, tá verður hin minnimenti gjørdur til spott og spæ í manesjuni hjá tí, sum er ...