Meðan vit spakuliga varnast ein farra av summari og gróðuri, og tí fara at hugsa um summarferiu burturi í øðrum londum, bjóðar Runavíkar kommuna til heimliga Mentanarviku og eina røð av upplivingum, sum eru beint fyri í okkara egna landi. Tilsamans 130 í øllum teim fimtan bygdunum, sigur Urd, sum samskipar. Ein av upplivingunum, sum eg vil viðmæla, er í Oyndarfirði, har tey ikki bara hava sjáldsama Eckersbergmálningin frá 1839 í kirkjuni, men eisini einastandandi Víkhúsini frá 1856, har Niclas Joensen, Linda Klein og Oddbjørg Joensen bjóða Heimablídni í húsunum, sum var tað eitt tónleikaverk, borið fram í nítjan satsum, gjøgnumkomponerað og útsett fyri krýddað ljóðføri, soleiðis at perforerandi poetiska heitið hjá Jóanesi Nielsen Tapet millum øldir stendur upplivingarliga klárt fyri mær, nú dekkað er upp. Í dag er kalt, kavi er í fjøllunum, og niðri á vegnum møti eg einum oyndfirðingi, sum eg sigi frá um ørindini. Tá vit skiljast, skimast hann uppá luftina og sigur reflekterandi, at tá...