Skip to main content

Posts

Showing posts with the label veður

Tað tekur leyst

Hetta er útsýnið úr køksvindeyganum beint áðrenn klokkan ellivu í morgun.  - Tað tekur leyst, sum eg hoyrdi Ivan úr Nólsoy siga nakað herfyri, tá sýnið yvir fjørðin var tað sama við glaðum, ella sum orðabókin sigur: guva á sjónum, ið hvirlast upp av kastivindi.  Onnur orð um veðurfyribrigdið eru meldurglaða og meldurhvirla.  Sagt verður í orðabókini, at fjørðurin kann standa í einari glaðu, ella hann leggur ikki glaðuna niður, hann glaðar alla tíðina.  Hann, sum sagt verður um guddómin, ið er identiskur við veðrið, ljósið og myrkrið.  Men longu á middegi dróg hann frá, einar tveir tímar fyrr, enn eg eftir veðurforsøgnunum hevði gjørt meg út til. Nú er illveðrið við Norrakystina, sum teir gomlu søgdu, tá teir lógu úti á redini. Myndirnar omanfyri og niðanfyri tók eg við 35 mm linsu. Trýst á, og tær verða størri.

Veðurmetingar

Mynd frá Tórshavnar kommunu í dag  - Fyri veður er jarðarferðin hjá Birgir útsett, lesur teknikarin, sum hevur vakt í Útvarpinum. Onkuntíð hvøkkur man við. Men hinvegin er tað vissuliga lívsælt at hava Útvarpið sum felagsnevnara, tá veðrið háttar sær, sum tað ger í dag. Frá morgunstundini hoyra vit frá somu miðsavnaðu keldu um koyrilíkindi kring landið, hvalbingar spæla hund sum altíð og sms’a um góðveður og at tey bara bíða eftir Smyrli og skíveðri, men í høvuðsstaðnum hava tey undir Kongavarða sæð fimtan bilar, sum standa fastir í kavanum. Prát er ikki við nakran hvalbing, sum sólar sær, men við ein veðurkønan undir Kongavarða, sum hevur hjálpt einum grannabili at koyra í kavanum. Hvar hinir fjúrtan fóru, verður ikki komið inn á. Ymiskt er, hvussu eygað sær og hvat vit brúka observeringina til. Gamalt var, at tú fórt ikki til útróðrar, uttan tú vart útróðrarmaður, og í fjøllini fórt tú yvirhøvur ikki, tí har hevði tú einki at gera. Soleiðis var tað.  Men nú vil alt sleppa at...

Kyndilsmessa

Í dag er kyndilsmessa, missa candelarum , sum eisini sást á himmalinum, hvar tú so hugdi á hválvinum, meðan dagurin leið, ljósið skifti og ælini løgdu seg millum landið og sýnið. Ovara og niðara myndin eru tiknar fyrrapartin úr túninum á arbeiðsplássinum á Hoyvíksvegnum við sýni suður millum Borðuna og Glyvursnes við Skálhøvda dagandi upp úr havsbrúnni.  Niðanfyri eru vit seinrapartin við iPhone í FK túninum í Hoyvík og síggja uppeftirbrestandi skýformatiónir yvir Eysturoynni og so eina loftspegling á bilsíðuni á parkeringsplássinum. Sigst, at nú er helvtin av vetrinum liðin. Kanska stavar mannfólkanavnið Veturliði frá hesum góða degi, sum eisini er Groundhog Day , ein amerikanskur og kanadiskur siður, kendur úr samnevnda filminum, sum tekur støði í ljósi og skugga, sum eitt murmildýr kastar á einum skýfríum degi. Enska Wikipedia sigur um hesa ørvitissøgu: “It derives from the Pennsylvania Dutch superstition that if a groundhog emerging from its burrow on this day sees its shadow d...

Bláur seinrapartur

Og sama dag stóð sólin soleiðis yvir somu støðum, út á køksbøin og heilt út yvir Nólsoyarfjørð, sum sæst omanfyri. Niðanfyri sæst av terrassuni inn yvir felagsøkið, sum ætlandi verður sligið fyri fyrstu ferð í ár leygardagin. Sami dagur her og á blogginum í morgun.

Monokromur morgun

Hóast flaggdagur er í morgin, og maimánaður byrjar, tá vikan er úti, so er kavi og myrkt í morgun so langt eygað sær. Ferðslan er rakt um alt landið sigur Landsverk í Útvarpinum, sum meistarliga fortelur okkum, hvat fer fram í føroyska skúlanum, longu innan klokkan átta. Har er so nógv at siga frá úr skúlanum, at man kundi havt eina heila sending, sum burturav var um skúla og skúlaviðurskifti ein tíma ella so hvørja viku. Bara ein tanki henda gráa og lítið várliga mánadagsmorgun, nú sólin kom fram úr sortanum. Hinumegin síggi eg nú grønt, sum sprettir ovast á runnunum. Birgar, sum hevur skrivað upp hvussu veðrið hevur verið í Havn í fleiri ár, sigur, at tað irriterar hann, tá fólk, ár um ár, mjarra um kava í apríl. - Taka vit veðrið seinastu 10 árini, er tað bara í 2009 og í 2014 at ongin kavi hevur verið í apríl. Í 2010 og í 2012 kavaði tað enn í maimánað. So tit, sum elska at knarra um veðrið: Tað er onki nýtt fyribrigdi at kavi legst í apríl, sigur Birgar í dag, Kanska...

Arktiskar og føroyskar veðurlagsbroytingar

Foto: Magnus Fröderberg/norden.org Í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 27. apríl fer havfrøðingurin Bogi Hansen at røða um veðurlagsbroytingar á okkara leiðum. Í 2006 fekk Bogi Hansen Norðurlendsku Umhvørvisvirðisløninan, og í 2001 fekk hann Virðisløn M.A. Jacobsens fyri bókina Havið . Í 2011 skrivaði Bogi bókina Veðurlagsbroytingar , sum Nám gav út, eins og fyrru bókina um Havið . Umframt Boga Hansen frá Havrannsóknarstovuni, luttaka eisini professarin Julian Dowdeswell, omanfyri, frá Scott Polar Research Institute í Cambridge í Bretlandi, og Andy Bowen, niðanfyri, frá Woods Hole Oceanographic Institute í Massachusetts í USA. Undan tiltakinum, sum verður í Norðurlandahúsinum, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi, at vit føroyingar kenna longu sviðan av veðurlagsbroytingum, sum eru íkomnar av globala co2 útlátinum orsakað av fossilum brennievnum. "Jólaódnirnar, og ringa veðrið higartil í 2017, hava kostað tryggingarfeløgum yvir 100 mió, og er hetta tíðanve...

Veðrið má sær sjálvum ráða

Í dag var fyrsti skúrur við heglingi. Púra óvæntaður eins og jólasølan, sum longu er byrjað. Bónus lokkar við piparnøtum og Mylnan við jólabollum. Alt fotograferð innan sama avmarkaða øki við Hoyviksvegin í Havn. Í morgun mól hann av ymsum ættum, og við Nólsoy og rísandi sólini fyri stavn, mátti eg sanna, at viskarabløðini eiga at verða skift. Um  svingið, har land og kommuna møtast á vegnum, kappast nøkur skelti um at verða vald, teirra millum Sjúrður, Marin Kathrina, Jesus og Helena. Og tað í nevndu raðfylgju. Smærru profetarnar á bønum varnaðist eg ikki í morgun. Út  á seinrapartin regnar aftur. Her er vegkrossurin Fútalág-Stoffalág og oman í Tórsbyrgi, nú eisini við ælaboga. Meðan veðrið í dag er trick or treat  og nógv afturat, er vert at gáa um henda kassan á pallinum í túninum á Keypsamtøkuni. Tað má sær sjálvum ráða, veðrið.

Kampingvognur koppaði

Eisini í Havn er av ringasta veðrið. Tíðliga í morgun koppaði ein kampingvognur á Kampingplássinum yviri við Strond. Ein maður er við vognin. Annars eru mest sum eingi fólk á Kampingplássinum hesa tíð á árinum. Flestu, sum plaga at steðga á hásumri, eru útlendingar, ið ætla sær til Íslands, men bíða her til Norrøna siglur víðari. Vindmátarin hjá Landsverki hevur víst upp í 63 metrar um sekundið. Í løtuni sigur hann upp í 53 metrar um sekundið á Norðradalsskari. Fyri klokkan 10 hevur løgreglan fingið 50 fráboðarnir um skaðar í vindinum. Í grannalagnum er ein rútur sogin út í einum kampingvogni á parkerigsplássinum. Í miðbýnum uttanfyri Hafnia, á Vaglinum og við gamla Eik bygningin lógu greinar og leyv í túninum. Í Sverrisgøtu í miðbýnum í Havn arbeiddu sløkkiliðsmenn at beina alt burtur, sum lá á vegnum. Eitt meir enn hundrað ára gamalt træ var farið um koll í storminum í nátt. Sløkkiliðsmenninir hildu, at var træið ikki fallið í nátt, so hevði tað helst fallið skj...

Eiturkoppaveður

Meðan maðkaveður er kent á bygd og í bý sum slavið veður, tá ið vandi er fyri at maðkur kemur í kjøtið, so er eiturkoppaveður so ókent fyribrigdi, at nú eru stundir at finna uppá tað. Eiturkoppaveður. Framman fyri rútinum er hetta lítla áttaføtta kyktið, araneida , sum ger sær nót at veiða dansandi síðsummarshuldur í. Huldan tyngir netið. Tað sæst best, um ein sponsk sitrón verður løgd á svarta garðin aftanfyri. Eiturfon kallar onkur ta spunnu nótina, sum er púra ópolitisk og uttan maðk. Her sæst hann arbeiða seg niðureftir, eiturkoppurin, í slavnu lýkkuni. Á Syðradalsvegnum sigur hitamátarin í bilinum at hóast klokkan er farin av átta so eru 16 hitastig úti. Farin um rulluportrið Norðuri á Trøð á Velbastað síggi eg, at bøurin er sligin og allir bøndur eru til arbeiðis. Seyðurin ger tað sama, sum hann ger alt árið í kring, etur og etur. Frá Hoygarðinum til Fosdalsá í næsta dali hava teir tendrað ljósini á traktorunum, ið savnað grasið. Traktoregg rópar onkur tað...